Heimsstøða Føroya

Hvør er Føroya støða í heimshøpi?

Føroyar hava ikki verndarskyldu ella skattskyldu til danska statin, tí Føroyar eru ikki innlimaðar í Danmark. Orsøkin er tann, at Føroya grundlóg ikki er tann, sum danir fingu sær 5. juni 1849, men er tann, sum Føroyar sjálvar samtyktu 14. august 1661.

Ì Fólkarættinum fyrnast ella avoldast rættarkrøv ikki!”

Av tí at Føroyar ikki hava verndarskyldu ella skattskyldu til danska statin, er hetta tí eitt av mongu teknum sum avdúka, at Føroyar ikki eru ein partur av Danmark.

Heimsstøða Føroya

Ja, tað er ein sera góður spurningur, men sum so fá spyrja um ella spyrja inn til. Tílíkt lærir tú ikki í fólkaskúlanum. Nei, tú lærir einki tílíkt í nøkrum skúla í danska kongaríkinumTað er tætt við at vera bannlýst at varpa ljós á hendan sannleikan.

Føroysku miðlarnir nevna ikki hesi viðurskiftir við einum tí einasta orði. Politikkararnir nevna ei heldur hesi viðurskiftir við einum tí einasta orði. Tað einasta teir duga at siga, er: “Ríkisfelagsskapurin, Blokkstuðulin og danska grundlógin!” Alt annað er villfremmant fyri hesi fólkasløg, ella eisini dylja teir hetta fyri fólkinum við vilja av eini hvørji orsøk.

Sjálvt “Fróðskaparsetur Føroya” vassar í einum runudíki og kennir ikki dunnuhylin hann sjálvur svimur í.

Hvør er so Føroya støða í hesi løgnu verð?

Innleiðandi umfar!

Fyri at skilja hetta, er neyðugt at fara aftur í tíðina. Hetta er ikki fyri at reka søguligar rannsóknir, men av teirri orsøk, at Ì Fólkarættinum fyrnast ella avoldast rættarkrøv ikki!”

Hetta kunnu vit t.d. síggja í tí dómi, sum var feldur í trætuni millum Danmark og Noreg um Eysturgrønland ár 1933 í Haag. Tá var ført fram, hvat ið hent var í ár 1261, tá Grønland gjørdist partur av Noregi, og kom hetta at hava týdning fyri dómin. Men avgerðandi fyri úrslitið, sum gjørdist, at Noreg ikki hevði rætt til Eysturgrønland, var tað, sum hendi í ár 1819, tá norska stórtingið sjálvt gekk undir treytirnar í “kielerfriðinum” frá ár 1814, og harvið slepti øllum krøvum uppá danska-norska ríkið.

Tað nyttaði einki hjá norðmonnum at føra fram í ár 1933, at hetta var hent fyri 114 árum síðani og tí mátti vera farið úr gildi.

Fyri at finna fram til, hvat ið hent er í farnu tíðum, noyðast stjórnmálafrøðingar at nýta tey úrslit, sum søgugranskarar leggja fram. Men spurningarnir, sum hesir granskarar seta til tað farna, eru ymiskir.

Burtur úr tí mikla tilfeingi, sum søgugranskarar leggja fram, pilka stjórnmálafrøðingar nakrar fáar hendingar, sum eftir teirra tykki hava beinleiðis týdning fyri støðuna í dag.

Tað hevur ikki nakað serligt at siga fyri núverandi støðu Føroya, um Grímur Kamban var fyrsti maður, sum festi búgv í Føroyum ár 825 e. Kr., ella tað var sankta Brandan úr Ìrlandi, sum doyði ár 478 e. Kr., ella onkur heilt annar, sum búði í Lopra ella í Tjørnuvík ár 1100 e. Kr..

Men tað hevur týdning, at tey, sum búðu í Føroyum tíðliga í miðøld, viðurkendu norska kongin sum sín kong. Tá gjørdust Føroyar partur av norska ríkinum, og sum nevnt, so var norska ríkið tá í 1261 vaksið við Grønlandi, og aftur í 1262 við Íslandi.

Tað var kanska ikki heilt uttan týdning fyri hendan vøkstur hjá norska ríkinum vestureftir, at norska kongsættin um hetta mundi var ættað úr Føroyum.

Tað hevur eisini týdning, at teir norðurtýsku býirnir, sum vóru saman í Hansafelagnum, tátíðar stórveldi, í ár 1376 fingu danir at leypa tann um, sum næstur var at arva donsku trúnuna, og í staðin velja tann 6 ára gamla Oluf, sonur norska kongin Hákun VI, til danskan kong. Tá Hákun doyði í ár 1380, gjørdist Oluf kongur í Noregi.

Upprunin til kongsveldið!

Ì landnámstíð settust fólk (festu búgví Føroyum, og tey høvdu einki ríkisvald yvir sær. Men allarhelst í 11. øld eru tey, sum búðu í Føroyum, komin undir norskan kong.

“Altjóðarrættarliga vóru Føroyar ein partur av Noregs ríki, og Føroya lagna var tann, sum Noreg fekk.”

Ì ár 1376 fekk Noregs drotning Margreta sett ígjøgnum, at 6 ára gamli sonur hennara, Òlavur Hákunsson, var valdur til Danmarkar kong. Tá maður MargretuHákun VI, doyði í ár 1380, var Òlavur í ár 1381 tikin til kong í NoregiHervið vóru Noreg og Danmark í kongssambandi.

Bjørgvinarsáttmálin – Bergentraktatin!

Ì ár 1450 fekk tann úrvaldi erkibiskupurin í Niðarósa*, Marcellus skálholtsbiskupur, bæði kong og norsku og donsku ríkisráðini til at samtykkja ein samríkjasáttmála millum ríkini Noreg og Danmark. “Hesin sáttmálin varð gjørdur í Bjørgvin (Bergentann 29. august ár 1450, og hann ásetur, at ríkini bæði skulu vera saman í alla ævi. Tey skulu hava sama kong og vera saman í uttanríkispolitikkiRíkini skulu vera á jøvnum føti, og skulu stýra sínum egnu innanlandsviðurskiftum og ikki leggja seg út í innanhýsismál í hinum ríkinum.”

*(Niðarósa – Nidaros er søguliga navnið fyri býin Tróndheim í Noregi, og sum eisini er navnið á tí katólska bispadøminum ið var Noregs erkabiskupsdømið fyri ár 1537, og tað lutherska biskupsdømið í “Trøndelag” síðani ár 1537).

Tær flestu nærri ásetingarnar í bjørgvinarsáttmálanum (bergentraktaten) vóru ongantíð virdar, men høvuðsásetingin umat Danmark og Noreg skuldu vera saman á jøvnum føtivar tað støðið, sum samvinnan millum hesi bæði ríki kom at byggja á í øldunum sum komu. Sáttmálin var heldur ikki gloymdur, tí í ár 1529 fingu ríkisráðini gjørt avrit av honum, og var sáttmálin prentaður í Danmarkar søgu, sum Huitfeldt skrivaði í 1590 árunum, og sum var endurprentað í ár 1652. Seinni søgumenn hava eisini viðgjørt henda sáttmála, og hava teir lagt stóran dent á týdningin av honum.

Ì ár 1536 ásetti danska ríkisráðið, at kongsríkið Noreg skuldi leggjast niður og stýrast sum ein danskur landslutur. Hetta bleiv kortini ongantíð gjøgnumført, men um so hevði verið gjørt, so hevði sáttmálin frá ár 1450 verið burturdottin. Tað hevur verið nógv orðaskifti um henda spurning, men tá Noreg og Danmark í ár 1932 møttust í tí fasta Millumtjóðarættargangsdómstólinum í Haag, vildu donsku umboðini ikki føra fram, at Noregs ríki var avtikið í ár 1536. Hetta søguliga ivamál má tí sigast at vera endaliga avgreitt, og er tað í besta samsvari við tað, sum danskir rættarlærdir førdu fram serliga í 18. Øld.

Hitt uppáhaldið, at Noregs ríki var avtikið í ár 1536, sum serliga norskir søgumenn hava ført fram í 19. og 20. øld, má tí haldast at vera ein søgulig mýta. Hinvegin er tað rætt, at Noreg um hetta mundi fyri tað mesta var stýrt úr Keypmannahavn, men tað var ikki stórt øðrvísi í so máta enn undir stýrinum hjá Marcellusi í fyrstu árunum eftir, at 1450-sáttmálin var settur í gildi.

Við tí broyting av stýrislagnum, sum fór fram í 1660 árunum, tá kongur fekk ígjøgnum nýggja stjórnarskrá (einavaldsarvalógina) bæði í Noreg og í Danmark, fingu Noreg og Danmark fullkomiliga somu støðu stjórnarskráarliga. Einavaldsarvalógin var samtykt sum stjórnarskrá bæði í Danmark og í Noreg, og sjálvt til Ìslands og Føroya komu herskip við einum eintaki av tí norsku einavaldsarvalógini (ikki tí donsku) til íbúgvarnar í Ìslandi og Føroyum at skriva undir.

Við heimild í hesi stjórnarskrá gjørdi kongur eina grundlóg, har ásett var, hvussu arvaraðið skuldi vera, og hvussu skipast skuldi fyri stýrinum.

Einavaldsarvalógin kundi eisini fatast sum ein sáttmáli millum Noreg og Danmark, har ymsar broytingar vóru gjørdar av nøkrum av teimum ásetingum, sum stóðu í 1450-sáttmálanum um arvaraðið. Hetta kundi kortini ikki forða fyri, at hvørt ríki í sínum lagi kundi broyta stjórnarskránna.

Tá í tíðini var tað einki óvanligt, at tvey ríki høvdu sama kong. Men talan var framvegis um tvey ríki. Ì Danmark var kongurin valdur, men í Noregi arvaði hann ríkið.

Tann 14. novembur ár 1665 fingu hesi bæði ríkini eina felags grundlóg, sum fekk heitið “Kongalógin!” Hon gav konginum arvarætt til ríkini og einaveldi.

Heimildina at geva hesa grundlóg fyri Danmark hevði kongur fingið, við at stættirnir har høvdu givið kongi hilniseið (t.e. at avleggja ein sterkan, halgan eið til). Hetta fór fram í oktobur ár 1660.

Tað tilsvarandi heimildina fyri Noregi (sum eftirfylgjandi eisini umfataði “Ìsland, Grønland og Føroyar“) fekk kongur tann 7. avgust ár 1661, tá umboð fyri norsku stættirnar møttust á Akershúsi og har svóru kongi arvarætt og einaveldi til.

Síðani høvdu einstaklingar og samkomur av ymsum slag í londunum báðum tikið undir við hesum hilniseiðum. Eitt skip var t.d. sent til Føroya og Ìsland fyri kongsins vegna at taka við hesum hilniseiði, so tað er einki at ivast í, at kongur hevði góða undirtøku fyri síni kongalóg.

Ein av teimum fáu avmarkingunum , sum vóru í kongsins valdi, var tann, at hann ikki kundi býta ríkini sundur, og hetta týddi ikki bert, at hann skuldi varðveita sambandið millum danska og norska ríkið, men at hann eisini skuldi ansa eftir, at markið millum bæði ríkini var varðveitt.

Niðurstøða

Kjarnan í øllum hesum, ið hevur við hetta hugtakið at gera “hvør er Føroya støða í heiminum” er, at Føroyar líka frá søgunnar morgni av hava verið ein partur av “Noregs ríki!” Ongantíð ein partur av “Danmarkar ríki!” Og eru tað framvegis ikki!

Um ein tímir at gáa eftir, so eru øll tekin eisini til staðar fyri, at so er. Her kunnu nevnast føroysk kvæðir, vísur og sangir, hvørs innihald syngur hesar sannleikar út. T.d. “Noregs menn, dansi væl í stillum. Stilli tykkum allar riddarar Noregs menn, dansi væl í stillum!” Og so hava vit strofuna: “Glaðir ríða Noregsmenn til hildarting!” Og vit hava yrkingina hjá H.A. Djurhuus “Heimferð,” sum hann yrkti í ár 1907 eftir at hava verið í Danmark í lestrarørindum. Ì hesi yrking endar hann við orðunum: “Tó nú eru mangir í Føroyum, sum minnast á gamalt grót. Havið upp flagg fyri Noreg, vit eru av norskari rót.” Vit hava søguna um Sigmund Brestirsson, ið var ein skutilsveinur (lakajur) hjá Ólavi kongi í Noregi, og føroyingar halda jú Òlavssøku á hvørjum ári og sum jú hevur sín uppruna í deyðadegi Ólavi Halga, har hann doyði í bardaganum á Stiklastøðum tann 29. juli 1030.

Einki av øllum hesum sipar til Danmarkar ríki,” yvirhøvur einki!

Ein má sigast at vera av tvørasta slagi, um ein ikki trýr á innihaldið í hesi framløgu og annars á alt tilfarið á hesi heimasíðu, ið hevur við hetta evnið at gera. Ja, ein kann tá av sonnum samanlíknast við eina á ið rennur niðan eftir.

Øll vita vit eftirhondini, at sambandskreftirnar í Føroyum altíð hava billa fólkinum inn, at Føroyar eru ein partur av Danmarkar ríki,” men hetta er ikki satt so sum avdúkað er.

Og sum ein kann lesa um aðrastaðni á hesi heimasíðu, so verður avdúka, at ikki ein gongd tann danska grundlógin er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar.

Keldur: “Føroyar á Vegamóti

Dagførd dagfesting 01-12-2022