HEILSUVERKSSYNDROMIÐ

Deyðseingilin Heilivágsídnaðurin

Vit eru sum heild eitt álítandi fólk. Tá vit fara til læknan við ymiskum sjúkueyðkennum og oftast koma heim við ávísing til heilivág, so vænta vit, at heilivágurin er væl granskaður og tryggur at taka. Fá eru tey sum eru vitandi um, at tað at taka medisin er orsøkin til sera nógv deyðsføll um allan heimin, og í roynd og veru verður heilivágur lýstur sum triðstørsti drápsmaðurin í Danmarkbert yvirhálaður av krabbameini og hjartasjúkum.

Á hvørjum ári doyggja 3.500 danir av heilivági (2017). Ì dag, serliga síðani Covid19 prikingin fór at gera um seg, er hetta deyðstalið hækka munandi og mangar ferðir meir enn tað dupulta.

Peter Gøtzsche professari, sum til seinast var leiðari á óhefta granskingarstovninum Nordic Cochrane Center, hevur skrivað bókina “Deyðiligur heilivágur og skipað brotsverk“, har hann avdúkar, hvussu peningalig áhugamál aftur og aftur verða sett fram um lívið hjá sjúklingum.

https://www.madforlivet.com/viden-og-forskning/hvert-aar-doer-3500-danskere-af-medicin/

Peningalig áhugamál verða aftur og aftur  sett fram um lívið hjá sjúklingum.”

At heilsuverkið vil fólkinum tað besta, er ein bílig skrøna. Føroyska heilsuverkid er jú undir tí danska heilsuverkinum, sum aftur í stóran mun er undir tí amerikonsku heilsuskipanini, sum aftur er undir parlamentariska heilivágsídnaðinum, og má tískil føroyska heilsuverkið dansa eftir tí pípuni.

Bíða verður bert eftir inntil fólk gerast sjúk sum tey vanliga gera av ávísum tilætlaðum verkum.

Vit sóu hetta serliga við følsku útmeldingini um eina sokallaða deyðiliga pandemi (Covid19), ið tó ongantíð sá dagsins ljós. Alt var ein lodrøtt lygn úr enda í annan. Men øll skerjingartiltøkini, ið vóru framd í sambandi við Covid19 lygnina, vóru tilgjørd á slíkan hátt, at fólk skuldu gerast sjúk av hesum, og í versta førinum endaði tað við deyðsføllum (vaccinudeyðsføllum).

Men tá fólk so gerast sjúk, verður einki gjørt fyri at fáa í rætt lag aftur sjúkastøðuna. Heilsan verður ongantíð endurreist. Læknin útskrivar bara eina recept so sjúklingurin kann fara á apotekið at keypa sær eina eitrandi tablett ið ger sjúklingin enn sjúkari og heldur sjúklingin verðandi sjúkan. Einans sjúkueyðkennini verða viðgjørd. Orsøkin til sjálva sjúkuna verður ongantíð viðgjørd á slíkan hátt, at orsøkin til sjúkuna verður amputera burtur.

Hartil kemur, at sokallaði heilivágurin frá heilivágsídnaðinum elvir ofta til hjáárin (bivirkningar) ið ofta mugu viðgerast við nýggjum heilivági, sum aftur skapa nýggj hjáárin. Ein skrúva uttan enda, sum til síðst ger fólk bundin av heilivági restina av lívinum. Ein formur fyri narkomani ið krevur avvenjing, um sleppast skal burturúr hesi felluni, ið heilivágsídnaðurin hevur sett upp fyri at fanga fólk í teirra eiturkoppaspinni við vinningi fyri eyga, og sum heilsuverkið tíverri onkursvegna er skyldubundið til at tæna áðurnevnda brotsmanna harkaliði.

Heilsuverkið stýrir bert fólksins sjúkueyðkennum so heilsuverkið kann stýra fólksins høga blóðtrýsti, stýra fólksins kolesteroli, stýra fólksins pínu, stýra fólksins liðagiktpínu, stýra fólksins sukursjúku o.s.frv.. Verandi heilsuverk er ein snildur. Tað er ikki ein heilsuverkskipan, tað er ein sjúkustýringsskipan til frama fyri heilivágsídnaðin, men als ikki til frama fyri sjúklingin. Vit mugu hava eina kollvelting innan heilsuverkið hvarí orsøkin til einhvørja sjúku fólksins verður gjølla kanna og upplýst verður gjølla, hvør orsøkin er til hvørja einstaka sjúku, og at orsøkirnar til einhvørja sjúku verður viðgjørd heldur enn sjúkueyðkennini.

Men tíverri verða orsøkirnar til sjúkur fólksins krógvaðar í stóran mun, og orsøkin til tað er, at so hevði tað komið fram hvørjar kreftir í samfelagnum tilvita arbeiða fyri at fólk skulu gerast sjúk og haldast niðri við sjúkdómi, einans við vinningi fyri eyga.

Um orsøkin til einhvørja sjúku varð viðgjørd, so hevði samfelagsmyndin sæð heilt øðrvísi út. Ìstaðin fyri at risaupphæddir verða forvunnar við at selja eitrandi sjúkuelvandi sokallaðan heilivág, so vildi peningur ístaðin fyri verðið brúktur at finna fram til orsøkirnar til sjúkurnar og viðgjørt tær.

Tíverri er støðan tað óhugnalig, at heilivágsídnaðurin fremur ein tilvitaðan politikk sum ger fólk sjúk og hartil tyngir fólksins búskap soleiðis, at tey fíggjarliga gerast illa kroyst, samstundis sum tey verða hildin niðurbundin í teirra sjúku við gandalikørinum frá heilivágsídnaðinum, ið kongsríkisins heilsuverk blint akta og tæna, tíverri.

Tú sært tey ikki. Tey mongu deyðstølini sum útvegaði heilivágurin elvir til, umleið 200.000 um árið í USA, sum svarar til umleið 3.300 í Danmark [maj 2016]. Tað er tjúgu ferðir so nógv sum doyggja í ferðsluni. Talan er um eitt ørkymlandi høgt tal av deyðum, men prógv eru fyri tí. Kanningar í Evropa og USA vísa, at heilsuverksins ávísingarmedisin eru triðja vanligasta deyðaorsøkin, eftir hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Helvtin av teimum, sum doyggja, taka heilivágin sum ávíst, so tey doyggja orsakað av hjáárinini av heiliváginum. Í hinari helvtini av deyðsføllunum er talan um feilir, sum t.d. kann vera yvirdosis, rúsevnissamvirkan ella viðgerð við móteindikeraðum rúsevnum, so hesir sjúklingar kunnu eisini sigast at doyggja orsakað av hjáávirkanini av heiliváginum.

https://ugeskriftet.dk/debat/de-mange-usynlige-medicindodsfald

P.S.: Frí abort = týning av livandi børnum í móðurlívinum = manndráp!

Sokallaða Heilsuverkið kallar fría abort fyri HEILSURØKT!? Duga fólk flest framvegis ikki at síggja hvussu sjúk skipanin (systemið) er skrúvað saman?

https://lognbra.com/wp-content/uploads/2024/07/How-Drug-Companies-Buy-Doctors-—-Peter-Goetzsche-M.D.mp4

Í havisjúku skulu teir – við orðum, sum teir einki meina við – nýta tykkum til at fáa sær vinning. Men dómurin yvir teir stendur frá gamlari tíð ikki stillur, og undirgangur teirra svevur ikki.” (2. Pæt. 2:3).