Grønland og Føroyar

Fólk Mítt gongur til grundar, tí tað hevur ikki kunnskap!”  >Hoseas 4:6<

 

 

Vit hava upplivað tað undrunarverda, at Donald Trumpfyrrverandi forseti í USA, sendi eina umbøn til donsku stjórnina, meðan hann sat sum forseti, um at sleppa at keypa Grønland. Núverandi statsministarin í Danmark, Mette Frederiksen, avvísti kortini hesi umbøn forsetans, at Grønland ikki er til sølu.

Ì miðlunum avdúkaði danski statsministarin brádliga hetta sum eg havi lagt út á hesa heimasíðu, at hvørki Grønland ella Føroyar eru ein danskur ríkislutur. Hetta verður avdúkað í innleggunum ”Danska Grundlógin og Bjørgvinarsáttmálin!”

Sunnudagin tann 18. august 2019 segði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, á flogvøllinum í Nuuk: “Grønland er ikke dansk” (Grønland er ikki danskt). Hesi tíðindini fóru um allan heimin.

Hetta kom av tí, at Donald Trump, táverandi forseti í USA, vildi keypa Grønland. At USA hevur hug á Grønlandi er einki nýtt. Beint áðrenn amerikanski forsetin Abraham Lincoln var skotin í hel 1865, hevði hann áhuga fyri at keypa Grønland frá Danmark eins og Alaska frá RusslandiUSA keypti Alaska frá tí Russiska Keisararíkinum tann 9. apríl 1867, men varð fyrst innlimað sum statur nr. 49 í USA tann 3. januar 1959

Ì 1867 royndi táverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, William Seward, at keypa Grønland, Ìsland og tær Vestindisku Oyggjarnar frá Danmark, men hetta bleiv av ongum. Men so í 1917 seldi Danmark tær Vestindisku Oyggjarnar til USA fyri 25 milliónir dollars. Amerikanska keypstilboðið varð góðkent við eini fólkaatkvøðu í Danmark. Heimafólkið (lokalbefolkningen) á Vestindisku Oyggjunum vórðu ikki tikin uppá ráð.

Í 1946 royndi fyrisitingin hjá Truman forseta sambært AP enn einaferð at keypa Grønland, aftaná fyrst at hava víst áhuga í at umbýta eitt landaumráði í Alaska fyri Grønland. Hetta fór fram tá danski uttanríkisráðharrin Gustav Rasmussen á heysti 1946 kom á vitjan í USA. Prísurin fyri Grønland tá segðist at vera 100 milliónir dollars, men Danmark noktaði fyri hesum handli. Og hetta var sama árið sum danir noktaðu Føroyum at loysa frá Danmark.

Tað er tí í besta samsvari við amerikanskan uttanríkispolitik at hava áhuga fyri at keypa Grønland.

Donald Trump vitsti jú sum var, at Grønland og Føroyar eru í somu støðu mótvegis Danmark.

Donald Trump vitsti tí eisini, at Danmark uttan heimild hevur nápað sær myndugleika til at gera avtalur við onnur ríki um at broyta markið hjá Ríkjafelagsskapinum uttan góðkenning Grønlands og Føroya.

Tað er greitt, at kemur eitt mál fyri um at flyta mark, so verða samráðingarnar hildnar í loyndum.”

Tað kann tí ikki útilokast at tað í løtuni fara fram lokabrøgd handan tjøld, og at ætlanin hjá USA og Danmark er at selja Grønland og Føroyar, soleiðis at Danmark fær vinningin.

Ein skal bert vóna, at hetta kortini ikki kemur so langt, men illgrunasemið lúrir har.

Tí, at selja Grønland og Føroyar er sera lætt.”

Danska stjórnin ræður yvir uttanríkispolitikkinum, men kann ikki flyta mark uttan samtykki fólkatingsins. Í fólkatinginum eru 175 limir úr Danmark og fýra úr Grønlandi og Føroyum. Meirilutin ræður, og tí kunnu teir 175 danirnir samtykkja at selja Grønland og Føroyar uttan mun til hvat íbúgvarnir siga, serstakliga samanborið við hvat danska stjórnarskráin (danska grundlógin) hevur at siga okkum: “Kongen (læs dronningenhar med de i denne grundlov fastsatte indskrænkninger >>den højeste myndighed over alle rigets anliggender<< og udøver denne gennem ministrene.”

Eingin uttan fyri USA og Danmark kann forða einum slíkum handli.

Spurningurin er um íbúgvarnir í Grønlandi og Føroyum vilja lata sær lynda at verða seldir? Vit skulu líka minnast til, at heimafólkið (lokalbefolkningen) á Vestindisku Oyggjunum vórðu ikki tikin við uppá ráð, tá teirra oyggjaland bleiv selt yvir teirra egna høvur.

Føroyingar hava ikki enn givið sær rættiliga far um, at verður Grønland selt, so fylgja Føroyar við.”

Og tað er rætt, sum Mette Frederiksen segði í 2019. Grønland er ikki danskt.

Av tí at Grønland ikki er danskt, sigur hetta seg sjálvt, at so eru Føroyar tað heldur ikki.

Tað loysir seg at vera treiskur, tí at nú byrjar danska stjórnin so spakuliga at slaka í málinum og geva sannleikanum viðhald, og er hetta samstundis eitt framstig fyri Føroyar og Grønland.

Higartil hava ikki bert Jens Otto Krag, men allir danskir forsætisráðharrar tvíhildið um, at danska stjórnin eigur bæði Grønland og Føroyar. Gott nokk hevur Mette Frederiksen ikki enn sagt, at Danmark ikki eigur Føroyar, men tað skal nokk fara at koma.

Londini Grønland og Føroyar eru nevniliga eitt ríki fyri seg fólkarættarliga sæð við eini felags stjórnarskrá (felags grundlóg ið ikki er hin danska), sum sigur, at hetta ríki kann ikki verða sundurbýtt.

 Mette Frederiksen tí óbeinleiðis sigur, at Danmark ikki eigur Grønland, sigur hon harvið óbeinleiðis, at Danmark heldur ikki eigur Føroyar. Hon hevur ikki rætt til at lima Føroyar burtur úr ríki grønlendinganna og, ella lima Grønland burtur úr ríki føroyinganna.

Tað eru grønlendingar og føroyingar, sum saman eiga Grønland og Føroyar.”

Tað mest óhugnaliga sum í øllum hesum býr er, at eitt fólkaslag sum ikki kennir til sítt egna grundarlag og sín samleika (identitet)ei heldur arbeiðir út frá honum, gongur til grundar!”

Grønland er ikke til salg. Grønland er ikke dansk. Grønland er grønlandsk.” 

Hetta eru egnu orð statsministarans (Mette Frederiksen)! – Men vilja fólk framáhaldandi skúgva veruleikan til viks???

Kelda: Zakarias Wang

Kelduleinkja: https://jyllands-posten.dk/politik/ECE11558848/mette-frederiksen-slaar-fast-groenland-er-ikke-til-salg/

Dagførd dagfesting 01-12-2022