“Tað er á ongan hátt demokratiskt at leggja mál út til fólkið at avgera, og so gera tað øvuta av tí, sum fólk hava samtykt!“
Okkara samfelag verður ikki stýrt av teimum politikkarum sum fólkið oftast velur 4. hvørt ár. Allir politikkarar, uttan undantak, lúgva fyri fólkinum fyri at fáa fólki at velja seg ella sín flokk, men í roynd og veru tæna teir øðrum sterkari kapitalistiskum kreftum, ið virka í tí dulda aftan stongdar dyr í loyniligum losjum.
“Men lygnarar eru hesir politikkarar allir sum ein uttan undantak, heidnir eins væl og kristnir.”
Hvørja ferð tað stundar til val, so er linjan longu løgd av duldu kreftunum um hvat fyri politikkur skal rekast, langt áðrenn valið byrjar. Tað er undirordnað hvør ið sleppur til valdið, tí at tey eru longu sílaði og keypt í forvegin, og “oligarkarnir” í “loyniligu losjunum” áseta hvat fyri politikkur ið rekast skal.
Limirnir og bakfólkið í hesum loyniligu losjunum ið stýra samfelagnum, eru at finna innan hesar karmar: ”Vinnulívið, so sum Reiðaríir, Handilsvinnan, Ferðavinnan og Fiskivinnan v.m.. Eisini sokallaðar kristiligar samkomur kunnu roknast uppí hesa loyniligu losju, tvs. elsturáðini (generalstaburin) o.l.!” – Og ikki so mikið sum ein tann einasti ein av hesum losjulimunum hevur reint mjøl í posanum.
“Sjálvt prestar, profetar, evangelistar og sokallaðir elstar við meira, eru í stóran mun keyptir í posa og sekk av hesum loyndarfullu, korruptu losjulimunum og hoyra tískil við í hesa losju.“
Um onkur skuldi hildið, at hetta er ov nógv av tí góða at leggja út alment, so kann eg bert heilsa og siga, at støðan í samfelagnum er nógvar ferðir verri, enn tað sum eg beri fram á hesi heimasíðu.
Eg havi tveir spurningar at stilla hesum viðvíkjandi:
1. Hvat var tað, sum fekk fólkið at dovna, sovna ella lata eyguni aftur fyri øllum hesum?
2. Hvat skal til fyri at fáa tey at vakna aftur?
Fakta: “Politikkur kann samanlíknast við eina kappríðing, hvarí fólkið annaðhvørt spælir uppá teir reyðu hestarnar (reyða blokkin) ella uppá teir bláu hestarnar (bláa blokkin). Hvør ið vinnur er uttan týdning, tí at tað eru tey somu fólkini ið standa aftanfyri, sum bæði stýra og hava fult eftirlit og tamarhald (kontroll) við/yvir øllum hestunum.”
Fólk lumpast og snýtast til at trúgva, at tey hava samavgerð tá tey fara til val, tvs., at tey eru við til at avgera hvør politikkur skal rekast í landinum, men í roynd og veru “finst bert ein yvirskipaður bólkur sum tekur avgerðirnar, kontrollerar og stýrir krambúðina.”
“Føroyingar eru trælir í egnum landi, kúgaðir av sínum egna fólki, kúgaði av teimum sum tey velja, meðan tey sokallaðu fólkavaldu dusa sær í luksus og sællívi, men tað sansar ongantíð at hjá teimum.“
>Várt sokallaða demokrati er eitt lognbrá sum heldur fólkið í trældómi! Veljarin er lumpaður til at trúgva tí, at hann hevur samræði og samavgerðarrætt, tá hann fer á val, hóast hetta er ein lodrøtt lygn!<
Video: Einki demokrati, fyrri partur. Evnini í fyrra parti: ”Borgarauppskot, socialdemokratisk rótasúpan, veruliga stýrislag Føroya, lagnuvalið 1946, einaveldisræðið, danski einahandilin, Rúsan, fólkaatkvøður, demokrati, danska grundlógin, Kongalógin, blokkstuðulin, heimastýrislógin v.m.. (Videoupptøkan er frá 2020).
Video: Einki demokrati, seinni partur. Evnini í seinna parti: ”umhandla lógarinnflytingar, USA, ES, multinationalu fyritøkurnar, ferðavinnuna, handilsvinnuna, samanleggingar, bankakervið, talgildingar, losjur, oligarki, heimseinaveldi, fíggjarligan kriminalitet, hópdrápsmenn, globalisering, fosturdráp, fuglafriðing, terrorpakkar v.m..” (Videoupptøkan er frá 2020).
“Tað er á ongan hátt demokratiskt at leggja mál út til fólkið at avgera, og so gera tað øvuta av tí, sum fólk hava samtykt!“
Hetta tykist kortini at vera vanliga mannagongdin í Føroyum.
Tað hevur í longri tíð verið ein tilvitað ætlan í at avskaffa demokratiið í vesturheiminum og samstundis skúgva landanna grundlógir og rættarskipanir til viks. Yvirgangsatsøknin tann 11. september 2001 varð sett í verk fyri at gera tað møguligt at fremja hesa ólógligu verkætlan, ið tíverri sær út til at hava havt eydnuna við sær. Tí, eftir eitt fallið sokalla demokrati, kann bert koma tað, sum enn verri er. Hvat vit koma at fáa, er ilt at “analysera“, men besta boð er “eitt globalt, fascistiskt mafiadiktatur av óhoyrdum slagi!“
Danir eru í ferð við at vakna, men er tað vorðið ov seint at vakna hesum viðvíkjandi? Fyri Føroyar og Grønland kann hetta tó gera tað sama, tí at hesi umráðir hava ongantíð havt demokrati á breddanum. Kortini hava hesi evnir týdning fyri Føroyar og Grønland vegna alt hetta sum fer fram í DK/ES.
Demokrati, soleiðis sum vit kenna tað á okkara døgum, er lítið mætari enn tað stýri, sum ein uppøst mannamúgva fær í lag og doyin á, hvønn tað gongur út yvir. Tað er eitt manipulerendi, egoistiskt og drepandi vápn, hvørki meir ella minni!
Og so er tað líkamikið hvør ella hvørji tey eru, sum praktisera tílíkt!
¤ ¤ ¤ ¤ ¤ ¤ ¤ ¤ ¤
Demokratiið!
Hugburdurin um grundleggjandi hugsanina um, hvat demokratiið er fyri ein stødd, samsvarar ikki vid lýsingina av demokratiinum, eins og dagsins stjórnarleidarar lýsa sama evnid á okkara døgum!
“Av tí at okkara stýrisformur gevur teimum mongu maktina og ikki teimum fáu, verður hesin stýrisformur kallaður fyri demokrati!” – “Perikles“
Líkt er til, at hesin hugburður er vendur á høvdið, men verður kallaður fyri “demokrati” allíkavæl!
Hugleiðingar um demokrati
Aristokrati
Einki demokrati í Føroyum!
Føroyar, eins og Danmark, hava ikki eina demokratiska stýrisskipan, og grundgevingin er tann, at valskipanin vit hava ber við sær, at bert tey, sum hava pengar, kunnu verða vald inn á ting.
Hetta er eingin nýggj eygleiðing.
Ein tann maður, sum hevur hugsað djúpast um hetta, er grikski heimspekingurin Aristoteles, sum livdi í 4. øld fyri Krist. Hann granskaði hvussu lond vóru stýrd, og tað lá væl fyri, tí tá vóru í Grikkalandi 57 ríki, sum hvørt hevði sína egnu stjórnarskipan. Hann gav hesum skipanum nøvn, og tey brúka vit framvegis á okkara døgum.
Tvær av hesum skipanum eru viðkomandi í sokallaða Ríkisfelagsskapinum.
Onnur er tann demokratiska.
Hetta er ein skipan, har hvør borgari hevur eins nógv vald. Av tí at tey flestu fólk eru fátæk, gevur henda skipan valdið til tey fátæku. Hesi verða á grikskum kallaði demos, og haðani stavar hetta orðið.
Hin skipanin er tann aristokratiska.
Aristo á grikskum merkir tey bestu, og hesi eru tey ríkastu. Henda skipan gevur sostatt teimum ríku valdið í landinum.
Men tað kann jú hugsast, at stjórnarskipanin sigur eitt, meðan veruleikin er ein annar. Hvussu kunnu vit so finna fram til, hvør skipan er galdandi í einum landi?
Tað, Aristoteles her leggur dent á, er, at svarið er at finna í skattalóggávuni. Tann sum hevur valdið í einum landi, hevur vald til at gera lógir, eisini skattalógir. Eingin ger eina skattalóg, sum ásetur, at hann sjálvur skal gjalda skatt um so er, at hann á nakran hátt kann leggja skattabyrðuna á onnur. Kanna vit tí, hvussu skattabyrðan er løgd á borgararnar, kunnu vit síggja um talan er um eitt demokrati ella aristokrati.
>Í demokratiskum londum verður skattabyrðan løgd á tey ríku, meðan fólk flest ikki gjalda skatt. Í aristokratiskum londum er tað øvut. Har eru tað tey fátæku, sum gjalda skatt, meðan tey ríku sleppa undan.<
Hvat hevði Aristoteles so at siga um val?
“Har segði hann, at nýttu vit val fyri at finna fram til, hvør ið skuldi stýra landinum, so var ikki talan um demokrati.” Hetta var av tí, at høvdu vit val, so keyptu tey ríku atkvøðurnar frá vanliga fólkinum, demos, soleiðis at tey valdu vóru at finna millum tey ríku og tí gjørdu skattalógir sum sleptu teimum ríku undan skattabyrðunum og løgdu tær á vanliga fólkið.
Men onkur skal stýra. Hvussu helt Aristoteles at vit kundu finna fram til landsins stýrarar uttan at velja teir?
Tað hann vísti á, var at tey lond, sum høvdu demokrati, og tí ikki høvdu val, løgdu hetta undir Guðs dóm, tí tey nýttu lutakast til at gera av, hvør ið skuldi koma inn á ting. Hetta var eitt nú gjørt í Aten, og tann skipanin varð brúkt í fleiri hundrað ár. (Fyrstu ápostlarnir í bíbliuni, nýttu eisini henda háttin tá teir skuldu seta ein nýggjan mann inn í ápostlaembæti ístaðin fyri Judas, hann ið sveik Jesus): “So kastaðu teir lut teirra millum, og luturin fall á Mattias; hann varð tá roknaður saman við hinum ellivu ápostlunum.” – (Àps. 1:16 – 26)
Men tey lond, sum nú siga seg vera demokratisk, hava vrakað grundgevingarnar sum Aristoteles førdi fram ímóti valum, og uttan at fara í smálutir mugu vit viðganga, at tá vit hyggja eftir skattalóggávuni, so er mangt í okkara skipan, sum bendir á, at skipanin meir líkist einari aristokratiskari skipan enn einari demokratiskari!
Ì Føroyum, Grønlandi og Danmark er skipanin ein blandingur av mongum ymiskum tingum, harímillum “aristokratiskari,” men sum áður nevnt, eisini ein blandingur av “einaveldi, diktatur, totaliterismu” o.s.frv..
Málsetningurin hjá politisku skipanini er alla tíðina at stremba eftir, “at hava tamarhald og kontroll á fólkinum í øllum lutum!“
Sí eisini evnið: “Falska demokratið” undir heitinum “Føroyar.“
Kelda: “Zakarias Wang“
Dagførd dagfesting 01-12-2022