“Ì Fólkarættinum fyrnast ella avoldast rættarkrøv ikki!“
Føroyar hava ikki verndarskyldu ella skattskyldu til danska statin, tí Føroyar eru ikki innlimaðar í Danmark. Orsøkin er tann, at Føroya stjórnarskrá (Føroya grundlóg) ikki er tann, sum danir fingu sær 5. juni 1849, men er tann, sum Føroyar sjálvar samtyktu 14. august 1661.
Hin versti fíggindi eitt land hevur, er ”SANNLEIKIN!”
Av tí at Føroyar ikki hava verndarskyldu ella skattskyldu til danska statin, er hetta tí eitt av mongu teknum sum avdúka, at Føroyar ikki eru ein partur av Danmark.
Føroyar hava ikki verndarskyldu ella skattskyldu til danska statin, tí Føroyar eru ikki innlimaðar í Danmark. Orsøkin er tann, at Føroya stjórnarskrá (Føroya grundlóg) ikki er tann, sum danir fingu sær 5. juni 1849, men er tann, sum Føroyar sjálvar samtyktu 14. august 1661. Av tí at Føroyar ikki hava verndarskyldu ella skattskyldu til danska statin, er hetta tí eitt av mongu teknum sum avdúka, at Føroyar ikki eru ein partur av Danmark.
Danska Grundlógin, Forrit
Danska stjórnarskráin (danska grundlógin) er “ikki” galdandi sum stjórnarskrá (grundlóg) fyri Føroyar, – hon er einans til pynt ella eisini bert til óneyðuga ífyllu! – Til at halda fólk fyri tað turru rukku og spott!
Flest allir Føroya Løgmenn upp gjøgnum tíðirnar, líka frá tí fyrsta og upp til dagin í dag, hava billað Føroya fólki inn, 100% stuðlaðir av sínum undirsáttum, at danska stjórnarskráin (danska grundlógin) er galdandi sum stjórnarskrá (grundlóg) fyri Føroyar. Sjálvandi er slíkur boðskapur frá løgmanssetrinum lítið eftirfarandi.
Og sambandskreftirnar siga, at felags stjórnarskráin (Danmarks Riges Grundlov), gevur føroyingum full ríkisrættindi. Men henda grein avdúkar, at hetta hugflogið ”felags stjórnarskrá (grundlóg),” er bert nakað ið danir kalla fyri ”løgn og latin!”
Ein rættleiðing kann tilskilast her og sum er, at Grønland og Føroyar hava eina felags stjórnarskrá (grundlóg), meðan Danmark hevur sína egnu (nú nationalu) grundlóg.
Tad ger tað ikki betur, at ávís løgtingsfólk og landsstýrisfólk vid síðuna av sínum politiska virksemi, eisini eru høvuðsprestar/høvuðstalarar og elstar o.l. í sokallaðum kristnum umhvørvi fyri ikki at tala um, tá sokallaði kristin teltmøtir og hallarmøtir floyma yvir landið. Eisini verða fyrrverandi politikkarar brúktir til at stýra føroysku “kristnisamkomunum“ í Føroyum og uttanlanda við. Tað sigur seg sjálvt, at tá tað fellur teimum so lætt at siga ósatt á tingsins røðarapalli vid einum smíli á varrunum, hvussu lætt kann tað ikki tá falla slíkum fyri brósti at siga ósatt fyri fólkinum, tá slíkir skulu boða evangeliið fyri fólkinum?
Tað er líka sum um, at ein hoyrir røddina frá veljaraskaranum: “Gev okkum Barabbas leysan!?“ (Hann gongur leysur enn kortini!) – Vit vilja hoyra ósannindir frá talarapultunum kring landið: “burtur við sannleikanum!?“ -Tykist fólksins ynski at vera!?
Hetta, sum eg sigi her, sigi eg av egnum royndum hvar eg havi havt við slíkar persónar at gera. Slíkir persónar kunnu lættliga keypast fyri lítið og lætt, og blunka ikki við at fortelja eina lygn afturfyri og harvið feia sannleikan av borðinum eins og var tað skarn!
“Tad finnast eisini nógvar rættarsakir í føroyska samfelagnum undir donsku rættarskipanini sum prógva til fulnar, at “Anders And“ hevur størri makt yvir føroyska fólkinum, enn hvat danska stjórnarskráin (danska grundlógin) hevur í Føroyum!“
Líka mikið, eg ætli mær ikki at halda eina bíbilska fjallaprædiku um hetta evnið, men koma vid haldgóðum grundgevingum um áðurnevndu framsøgn vegna donsku grundlógina.
Danska Grundlógin
Evropasamstarvið! – Fólkaatkvødan tann 2. oktobur 1972!
2. oktobur 1972 var ein fólkaatkvøða í Danmark har støða skuldi takast til, hvørt hetta ríkið skuldi ganga undir sáttmálan um limaskap í evropeiska búskaparliga samstarvinum, tað, sum í dag verður kallað fyri ES (EU) – Evropasamveldið (den europæiske union). Kært barn har mange navne, også de ukære.
Her var talan um, at Danmark skuldi lata frá sær nakað av tí fullveldi, sum Danmark annars hevði framman undan. Àðurnevnda partvísa frálating av Danmarkar fullveldi, skuldi latast til stovnar sum vóru felags fyri øll limalondini soleiðis, at avgerðir, sum frammanundan skuldu takast av donskum stovnum, nú skuldu kunna takast av hesum felags stovnum.
Grein 20 í donsku stjórnarskránni (§ 20. stk. 1 og 2 i Danmarks Riges Grundlov, lov nr. 169 af 5. juni 1953)!
§ 20, 1. petti: Heimildir, sum sambært hesi stjórnarskrá eru hjá ríkismyndugleikunum, kunnu við lóg í nærri ásettum vavi latast millumtjóða myndugleikum, sum eru settir á stovn við sínámillum sáttmála við onnur ríki fyri at fremja altjóða rættarskipan og samstarv.
À donskum ljóðar teksturin soleiðis:
§ 20 Stk. 1. Beføjelser, som efter denne grundlov tilkommer rigets myndigheder, kan ved lov i nærmere bestemt omfang overlades til mellemfolkelige myndigheder, der er oprettet ved gensidig overenskomst med andre stater til fremme af mellemfolkelig retsorden og samarbejde.
§ 20, 2. petti: Til samtyktar av lógaruppskoti um hetta, krevst ein meiriluti uppá 5/6 (fimm sættapartar) av limum fólkatingsins. Fæst ein slíkur meiriluti ikki, men tó tann meiriluti, sum neyðugur er fyri at fáa vanlig lógaruppskot samtykt, og heldur stjórnin fast vid uppskotið, verður tað lagt fyri fólkatingsveljararnar til góðkenningar ella fellingar eftir teim reglum, sum ásettar eru í grein 42 um fólkaatkvøður.”
À donskum ljóðar teksturin soleiðis:
§ 20 Stk. 2. Til vedtagelse af lovforslag herom kræves et flertal på fem sjettedele af folketingets medlemmer. Opnås et sådant flertal ikke, men dog det til vedtagelse af almindlige lovforslag nødvendige flertal, og opretholder regeringen forslaget, forelægges det folketingsvælgerne til godkendelse eller forkastelse efter de for folkeafstemninger i § 42 fastsatte regler.
Um onkur ikki skuldi verðið upplýstur um støðuna, so er tað soleiðis statt, at í fólkatinginum eru 179 limir, og av teimum eru tveir úr Grønlandi og tveir úr Føroyum. Hesir síðstu fýra nevndu telja við, tá talan er um 5/6 (fimm sættapartarnar), og tí skulu í minsta lagi 150 fólkatingslimir greiða atkvødu fyri einum slíkum uppskoti.
Harnæst stendur í donsku stjórnarskránni (donsku grundlógini), at er meiriluti fyri uppskotinum í fólkatinginum, men ikki nóg stórur meiriluti til, at hann røkkur 5/6 (fimm sættapartar = minst 150 atkvøður fyri), so kann málið verða avgjørt við, at tað fer til atkvøðugreiðslu millum fólkatingsveljararnar. Reglurnar um, hvørt uppskotið er samtykt ella fallið, standa í grein 42 og 5. petti í stjórnarskránni (donsku grundlógini), og tær siga:
§ 42 Stk. 5. “À fólkaatkvøðuni verður atkvøtt fyri ella ímóti uppskotinum. Fyri at uppskotið skall falla, krevst, at ein meiriluti av teimum fólkatingsveljarunum, sum taka lut í atkvøðugreidsluni, tó í minsta lagi 30% av teimum, sum atkvøðurætt hava, hava greitt atkvøðu ímóti uppskotinum.”
À donskum ljóðar teksturin soleiðis:
§ 42 Stk. 5. Ved folkeafstemningen stemmes for og imod lovforslaget. Til lovforslagets bortfald kræves, at et flertal af de i afstemningen deltagende folketingsvælgere, dog mindst 30 procent af samtlige stemmeberettigede, har stemt mod lovforslaget.
Uppskotið um, at Danmark skuldi fara uppí hettar samstarv, fekk meiriluta í fólkatinginum fyri sær, men hesin meiriluti var ikki 5/6 (fimm sættapartar) av limum fólkatingsins. Av tí at danska stjórnin helt fast vid uppskotið, fór tað til fólkaatkvøðu millum FÓLKATINGSVELJARARNAR!
Tað er ein orsøk til hví eg leggi áherðslu á orðið: Fólkatingsveljararnar – nir o.s.frv., tí at tá eru vit inni á grammatikkinum hvarí tað IKKI ER líka mikið, um eitt orð er skriva í bundnum formi ella óbundnum formi.
Er orðið skrivað í bundnum formi so sum: Fólkatingsveljararnir ella fólkatingsveljararnar, so merkir tað stutt og greitt, at sakin skal leggjast fyri allar teir borgarar, sum danska stjórnarskráin (danska grundlógin) er galdandi fyri, og fyri ein ordans skyld, so skal her nevnast, at tann allar fyrsti setningurin í sjálvari donsku stjórnarskránni (donsku grundlógini) sigur: “Hendan stjórnarskrá er galdandi FYRI ALLAR PARTAR av Danmarkar Ríki.“
À donskum ljódar paragraffsetningurin soleiðis:
§ 1 stk 1 Denne grundlov gælder FOR ALLE DELE af Danmarks Rige.” Harvið má niðurstøðan tess vegna verða tann, at danska stjórnarskráin (danska grundlógin) harvið IKKI ER galdandi fyri teir partar av ríkinum, sum ligga uttanfyri ríkisins mørk (grundlógarinnar umráðið), ikki so? Eru fólk før fyri at fylgja logikkinum her?
Føroyingarnir hildnir uttanfyri!
Men tá henda fólkaatkvøða fór fram 2. oktobur 1972, vóru tað nakrir fólkatingsveljarar sum ikki sluppu at atkvøða, og tad vóru teir fólkatingsveljararnir, sum búðu í Føroyum.
Tað er bert ein onnur grein í donsku stjórnarskránni (den danske grundlov), sum nevnir orðið: “FólkatingsveljararNAR.” Tað er grein 88 sum sigur, at uppskot um broyting av sjálvari stjórnarskránni (donsku grundlógini) skal leggjast fyri FólkatingsveljararNAR til góðkenningar ella fellingar!
Vísandi til hesa áseting í grein 88 í donsku stjórnarskránni (donsku grundlógini), vórðu føroysku fólkatingsveljararnir í 1920, 1939 og í 1953 bidnir um at taka støðu til, hvørt tey uppskot , sum gjørd vóru í Danmark til nýggjar stjórnarskráir (grundlógir), skuldu koma í gildi.
Men í 1972, tá hettar málið (Danmark skuldi lata nakad av sínum fullveldi frá sær), tá hetta málið somuleiðis skuldi leggjast fyri fólkatingsveljararNAR, so nú vórðu føroyingar hildnir uttanfyri. Men teir fólkatingsveljarar sum búðu í Grønlandi, sluppu hinvegin at vera við. ( Sum danir plaga at taka til: Har man kendt til magen?).
Eitt er greitt, og tað er, at tað eru bert tveir møguleikar her. Annaðhvørt var tað rætt, at føroyingar búsitandi í Føroyum greiddu atkvøðu í 1920, 1939 og í 1953, tá atkvøtt var um donsku stjórnarskránna (donsku grundlógina). Var tað rætt tá, so var tad blóðskeivt, at føroyingar búsitandi í Føroyum ikki greiddu atkvødu í 1972. (Aftur ein ábending um, at danska stjórnarskráin (danska grundlógin) als ikki er galdandi sum stjórnarskrá (grundlóg) fyri Føroyar).
MEN, var tað hinvegin rætt, at føroyingar búsitandi í Føroyum IKKI vóru við í atkvøðugreiðsluni í 1972 um at fara uppí ES, so hevur tað í hvussu so er IKKI verið sambært grein 88 í donsku stjórnarskránni (donsku grundlógini), at føroyingar búsitandi í Føroyum í 1920, 1939 og í 1953 greiddu atkvøðu um, hvørt danska stjórnarskráin (danska grundlógin) skuldi broytast.
Hetta føðir ein avdúkandi spurning ið uttan iva má seta grá hár í høvdi á politikkarunum: ”Verða føroyingar búsitandi í Føroyum roknaðir fyri at vera veljarar til tað danska fólkatingið?” – Verður svara ja, so verður Ríkisfelagsskapurin stýrdur av brotslingum (kriminellum persónum), men er svarið nei, so er støðan tann sum hetta innleggið avdúkar, at danska stjórnarskráin (danska grundlógin) ikki er galdandi sum stjórnarskrá (grundlóg) fyri Føroyar, men tá avdúka so føroysku politikkarnir seg sum serkønir lygnarar, men sum fólkið kortini velur inn á ting!
Hvør dugir at siga, nær Føroyar eru vorðnar ein partur av Danmarkar Ríki?
Men tann sum sigur, at Føroyar eru ein partur av Danmarkar Ríki, má so eisini duga at svara tí næsta spurninginum: “Nær eru Føroyar vorðnar ein partur av hesum danska ríki, og hvussu fór tann leikur fram?“ Danska forsætisráðið er ikki ført fyri at svara hesum spurningi ella eisini er sannleikin ov ótespiligur (óbehagiligur) fyri tey, og vilja hesi helst ikki svara uppá ein slíkan nærgangandi spurning.
Eitt mugu fólk tó gera sær greitt, og tað er, at hvørja ferð landaumráðir skifta ánarar ella tá broytingar verða gjørdar innan ognarviðurskiftir, so verða pappírir og skjøl upprættaði ið hava rættargildi fyri viðkomandi ánarfólk! Men nú vit tosa um hesi viðurskiftir vegna Føroyar, tá er tabulokið lagt á, og eingin veit nakað sum helst um málið at siga og hartil skjalprógva pástandirnar. Enn hevur eingin sæð slík pappírir ella rættarskjøl ið prógva, nær og hvussu Føroyar broyttu ríkisstøðu (frá at vera norskur ríkispartur og til at verða umskapaðar til danskan ríkispart) – og vorðin ein samantengdur (integreret) partur av Danmarkar Ríki. Sakin er tann, at hetta hevur ongantíð hent! Føroyar eru IKKI ein samrunnin partur av Danmarkar Ríki, hvørki á tí juridiska, ríkisrættarliga ella fólkarættarliga tapetinum!
At Føroyar saman við Grønlandi mynda tað restríkið av Noregsríki, ið er grundað á Bjørgvinarsáttmálan frá ár 1450 og sum framvegis er galdandi, kann lesast um aðrastaðni á hesi heimasíðu! Persónliga havi eg eitt avrit av tí sáttmálaskjali, ið Grønland og Føroyar framvegis eru ein partur av! Hetta avrit kann síggjast aðra staðir á hesi heimasíðu!
Tí er ringt at koma til annað úrslit, enn at danska forsætisráðið og tann danska fyrisitingin eru av somu áskoðan sum komið er fram til í hesi framløgu: “at Føroyar IKKI eru ein partur av Danmarkar ríki, og at danska stjórnarskráin (danska grundlógin) IKKI er galdandi stjórnarskrá (galdandi grundlóg) í Føroyum.
Tá hetta er støðan, er einki til hindurs fyri, at fólkaatkvøðan í 1972 (og tær av sama slag, sum aftaná hava verið – 1992, 1993, 1998 o.s.frv.) var/vóru fyri allar fólkatingsveljararnar UTTAN TEIR, sum búdu í Føroyum ella Grønlandi.
Sjálvandi høvdu donsku myndugleikarnir grundgevingar fyri, at fólkaatkvøða ikki skuldi vera í Føroyum í 1972. Tað, sum donsku myndugleikarnir søgdu, var, at grein 20 (§ 20) í donsku stjórnarskránni (donsku grundlógini) vísti til grein 42 (§ 42), sum er um fólkaatkvøður. Ì hesi grein stendur í 8. petti (Stk 8): Nærri reglur um fólkaatkvøður, herundir í hvønn mun fólkaatkvøða SKAL FARA FRAM í Føroyum og í Grønlandi, verða ásettar vid lóg. – À donskum ljóðar § 42 og stk 8 soleiðis: “Nærmere regler om folkeafstemning, herunder i hvilket omfang folkeafstemning SKAL FINDE STED på Færøerne og i Grønland fastsættes ved lov.“
Her skulu vit eisini bíta merki í, at tað stendur í lógartekstinum skriva um, í hvønn mun fólkaatkvøða SKAL FARA FRAM. Har stendur ikki “í hvønn mun fólkaatkvøðan IKKI SKAL FARA FRAM“ Grundlógarins § 20 hevur avgjørt at hon skal fara fram, og § 42 stk 8 sigur so bert víðari um, hvussu leikur SKAL fara víðari fram viðvíkjandi hesi fólkaatkvøðu vegna Føroyar og Grønland. – § 20 hevur avgerðarrættin og sigur, at hon SKAL FARA FRAM innan fyri tað umráðið, sum grundlógin er galdandi fyri. Engin undantøk verða nevnd við einum bókstavi! § 42 stk 8 sigur beint fram, at ásetast skal við lóg, hvussu fólkaatkvøður skulu fara fram í Føroyum og Grønlandi, – men har stendur ikki skriva, hvussu tær IKKI SKULU FARA FRAM ella at Føroyar gott kunnu sleppa frá um tey ikki tíma hetta!?
Tað er greitt, at fólkaatkvøða eftir grein 42 kann vera um eina lóg, sum einki hevur við Føroyar at gera. So var t.d. við fólkaatkvøðuni um jarðarlóggávuna tann 25. juni 1963, sum ikki var í Føroyum ella Grønlandi, tí Føroyar og Grønland hava eina heilt aðra jarðarlóggávu enn Danmark. Tí er greitt, at tað eftir grein 42 ber til at gera tílík undantøk.
Men tann 2. oktobur 1972 nýttu donsku myndugleikarnir hesa grundlógaráseting sum eina undantaksreglu til at áseta, at summir fólkatingsveljarar skuldu missa sín atkvøðurætt, hóast tað stóð í grein 20 í donsku grundlógini, at teir høvdu henda rætt.
Altso, sum áður umrøtt í hesi grein, so vóru fólkatingsveljararnir sum búðu í Føroyum hildnir uttanfyri, meðan fólkatingsveljararnir sum búðu í Grønlandi sluppu hinvegin at vera við. At Grønland nakað seinni valdi at fara úr aftur ES, er so ein onnur søga. Tann, sum ikki tykir slíka mannagongd vera sera løgna, kemur helst ongantíð at halda nakað sum helst vera løgið á hesari fold.
At tílíkur framferðarháttur er eitt groft brot á donsku stjórnarskránna (donsku grundlógina), er tí eingin ivi um at so er – uttan so, at danska stjórnarskráin als ikki er galdandi sum stjórnarskrá Føroya (grundlóg fyri Føroyar). Tað er í øllum førum øll tekin fyri tí, at hon ikki er. Spurningurin er bert tí, um fólk bara vilja lata standa til og látast sum einki, nakað sum tíverri er eitt serføroyskt eyðkenni!? Eisini kann ein undrast yvir hví føroysku politikkararnir allíkavæl hálova hesi grundlóg sum galdandi í Føroyum, hóast hon ikki er tað kortini?
Eg kagaði líka í ”Årsberetningen fra Rigsombudsmanden på Færøerne 1974,” og har stóð m.a. hetta: ”Færøerne blev ikke tilsluttet EF sammen med Danmark, men at der efter forhandlinger mellem en “færøsk delegation, udenrigsministeriet og repræcentanter for EF’s kommission“ blev indsat ”en særlig bestemmelse” i den danske tiltrædelsestraktat, hvorefter bestemmelse om tilslutning først skal træffes inden udgangen af 1975.“
Til hetta er bert eitt at siga, og tað er, at hetta sum her verður kallað fyri ”en særlig bestemmelse,” er tað sama sum á føroyskum kallast fyri ”grundlógarbrot,” tvs., um nú føroysku og donsku politikkarnir tvíhalda fast um, at danska stjórnarskráin (danska grundlógin) er galdandi sum stjórnarskrá fyri Føroyar.
Síðst í 90’unum sendi eg eitt skriv til danska fólkatingið og spurdi inn til alt hetta. Eisini útvaldi eg mær eini 10 politikkarar sum eg sendi bræv til og spurdi um ymiskt hesum viðvíkjandi. Flestu aftursvar eg fekk, var tað reina uttanumtos. Eitt av tingunum eg spurdi um var, um nú t.d. Bornholm ella Ålborg kommuna eisini kundu forhandla seg til ”en særlig bestemmelse” eins og Føroyar og harvið sloppið frá at fari upp í EF? Niels Helveg Petersen sáli svaraði mær aftur, at hetta kundi á ongan hátt lata seg gera av tí at §20 í donsku stjórnarskránni (donsku grundlógini) forðaði fyri hesum, tí at sakin skuldi leggjast fram fyri fólkatingsveljararnar innanfyri alt tað umráðið, ið danska stjórnarskráin (danska grundlógin) var galdandi fyri, og fyri meirilutaavgerðini máttu tískil restin av umráðnum, ið danska stjórnarskráin (danska grundlógin) var galdandi fyri, boyggja seg fyri.
“Av tí at Føroyar ikki eru limir í ES í dag (á pappírinum), kann danska stjórnarskráin (danska grundlógin) tískil ikki vera galdandi sum grundlóg fyri Føroyar!“
Nú verður tad áhugavert at finna útav, um núverandi føroysku fólkatingslimirnir og komandi, føroysku núverandi politikkararnir og komandi, tess veljarar og komandi veljarar framvegis vilja halda hondina yvir slíkum óregliligum politiskum virksemi!? – At tílíkur framferðarháttur er lusk/svik á høgum stigi, er eingin ivi um. Men flest øll tykjast einans at hytta sínum egna skinni og eru annars líka glað við, hvat er rætt og hvat er skeivt hesum viðvíkjandi!
Hetta var so ein vinkul av mongum um hvussu alt bendir meir og meir á tann vegin, at boðskapurin frá politikkarunum um hvør Føroya støða er í heiminum, bæði “juridiskt”, “ríkisrættarliga” og ”fólkarættarliga sæð,“ tann boðskapurin er stórt sæð grundaður á lygn, tvs., á tann háttin hann verður útintur (praktiseraður) nú á døgum!
Harvið er nógv av tí, sum børnini læra í skúlunum runt um landið um Føroya søgu, ja, nógv av hesum er eisini lygn tey fáa við sær út í lívið. Og tað er ein vanlukkuligur skaði ið verður ringur at rætta uppá aftur, tíverri.
Vit liva í eini upplýstari tíð, hvarí tað ikki ber til at lúgva fyri fólkinum longur. Tá politikkararnir tvíhalda um, at Føroyar eru ein partur av danska ríkinum og at danska stjórnarskráin (danska grundlógin) er galdandi sum stjórnarskrá (grundlóg) fyri Føroyar, so mugu prógvini eisini leggjast á borðið , – men tey koma bara ongantíð. Tílíkir pástandir eru bert “propaganda“ frá fornari tíð, tíverri! Fólkið er kanska lætt at forføra, men tá tokan lættir av, so er veruleikin ein heilt annar!
Hendan greinin vísir klárt og greitt, at politiska skipaða propagandain í Føroyum framvegis hevur góðar dagar og tíverri nógv góð ár enn at hugna sær í. Ein spurningur av mongum verður tí: “Hvussu ofta er danska stjórnarskráin (danska grundlógin) misbrúkt í Føroyum í síni livitíð?“
Tílíkir framferðarháttir koma undir “Ríkisbrotsverk!“ Tað er miðlanna skylda at fylgja tílíkum upp, avdúka og trýsta á, inntil misbrotini verða avdúkaði og fólkið fær klárheit um støðuna.
Stutt sagt, so er tað juridiska, ríkisrættarliga og fólkarættarliga grundarlagið undir føroyska samfelagnum tað reina lusk og svik, tvs., á tann háttin hann verður praktiseraður nú á døgum! – Men hvør dugir at síggja tað? — “Hin sanni grundvøllur Føroya, hvørs juridiska, ríkisrættarliga og fólkarættarliga støða av sonnum hvílir á, verður krógvaður fyri fólkinum!“
Henda framløga avdúkar klárt og greitt, at annaðhvørt er grovt grundlógarbrot framt í samband við avgerð Danmarkar at fara uppí ES, ella so er danska stjórnarskráin (danska grundlógin) als ikki galdandi sum stjórnarskrá (grundlóg) fyri Føroyar! Og er danska stjórnarskráin (danska grundlógin) ikki galdandi sum stjórnarskrá (grundlóg) fyri Føroyar, so liggja Føroyar tískil uttanfyri tað umráðið, ið danska stjórnarskráin (danska grundlógin) er galdandi fyri. Tí má spyrjast um, hvat hava so tveir føroyingar at gera í danska fólkatinginum?
Tað mest løgna og ikki minst ólógliga í øllum hesum er, at tey tvey føroysku umboðini ið trína inn um gáttina í danska fólkatinginum, fyrst mugu svørja hildniseið tvs. trúskapareiðin um at halda (viðurkenna) donsku stjórnarskránna (donsku grundlógina), sum kortini ikki er galdandi sum stjórnarskrá (grundlóg) fyri Føroyar. Ì flest øllum øðrum londum hevði tílíkt givið harðastu revsing, men einki hendir í hesum uppblásta ríkisfelagsskapinum.
“At tilsíðisseta eina grundlógaráseting, er einki minni enn ein brotsgerð, eitt ríkisbrotsverk! – Og tískil eisini ein kriminell handling.“
Endaliga niðurstøðan er tí, at Ríkisfelagsskapurin verður stýrdur og kontrolleraður av ”kriminellum elementum!” Trupulleikin er, at har finst eingin myndugleiki til at taka sær av slíkum ”kriminellum kreftum,” og tískil hava hesar kreftir fingið ”frípass,” tvs. frítt spæl til at týggja sær sum teimum lystir, ólógliga!
“Tað er meira skil í fullum fólki, enn tað er í teim stýrandi kreftunum!“
Til seinast má spurningurin stillast og sum kanska kundi fingið fólk at vakna: ”Tá nú danska stjórnarskráin (danska grundlógin) (eftir øllum at døma) ikki er galdandi sum stjórnarskrá (grundlóg) fyri Føroyar sum prógva er í hesum innleggi, hvussu kann Danmark tá hava valdsrættin yvir Føroyum kortini?“
Føroyski, politiski pallurin kann samanlíknast við ein ”rossahandil fyri afturlatnum og læstum hurðum!”
Keldur: “Føroyar á Vegamóti,” “Danmarks Riges Grundlov, lov nr 169 af 5. juni 1953,” og ”Årsberetningen fra Rigsombudsmanden på Færøerne 1974,”!
Dagførd dagfesting 01-12-2022