Covid19 lygnin

Tríggjar staðfestingar av lygnini Covid19

Tað hevur víst seg og vorðið prógvað, at fake virusssjúkan Covid19 ikki er til. Kortini brutu myndugleikarnir lógirnar døgndrift við at halda fast um eitt lock down ið var grundað á eina lygn. Grundgevingin og vísindaliga grundarlagið fyri at fremja eitt lock down í marts 2020 var og er framvegis ikki til staðar, og sjálvsagt kunnu myndugleikarnir ikki leggja eitt tað einasta vísindaligt prógv fram fyri teirra grundgevingar. Lygn er einki prógv. Ein úttalandi lygn frá myndugleikunum gjøgnum miðlarnar, er ikki nakað prógv, men framvegis ein lygn. Eitt brotsverk, ið eigur at fáa harðastu revsing, tí at hendan Covid19 lygnin hevur oyðilagt mangt eitt mannalív og hartil dripið fleiri, írokna børn.

Fyrst er at siga, at Sars-Cov-2 ið sigst vera orsøkin til sokallaðu sjúkuna Covid19 sum eingin bleiv sjúkur av, ongantíð er isolera, reinsað og uppmált eftir bókini (Koch’s postulatir), og sum merkir tað sama sum, at eingin nýgg Coronavirus harvið er vísindaliga vorðin staðfest at hava sæð dagsins ljós. Alt vit hava fingið at vita um hesi viðurskiftir frá myndugleikunum gjøgnum miðlarnar, hava verið og eru kolasvartar lygnir framvegis.

Ein ting aftrat sum er týdningarmikið at nevna í sambandi við “fake” Covid19 sum er, at eingin klinisk sjúkugreining (klinisk diagnosa) er gjørd vegna Covid19 av teirri simplu orsøk, at tað ber ikki til at gera eina kliniska diagnosu av eini sjúku sum ikki er til.

Sannleikin er bara hesin, at sokallaða vaccinan, ið ikki er ein vaccina, men eitt arvafrøðiligt eksperiment, varð ikki framleidd fyri at basa nakrari sjúku, men hinvegin varð lygnin um Covid19 framleidd við tí fyri eyga, at ræða fólk til at luttaka í hesum arvafrøðiliga eksperimentinum og pressa fólk til at taka sproytuna, hvørs sproyta longu hevur tikið mong av døgum og hartil skatt mong ið vóru frísk frammanundan. 

Bara spell at fólk flest ikki tora ella vilja síggja hendan sannleikan í eyguni.

Her skulu leggjast fram trý dømir um, at Covid19, boðað av myndugleikunum sjálvum gjøgnum miðlarnar, er ein tilvitað villleiðandi lygn.

Prógv 1

Hóast illgruna frá fyrsta degi av, at alt hetta við Covid19 var ein lodrøtt lygn, so kom fyrsta avdúkingin í tíðarskeiðinum 10. august 2020 – 10. september 2020. Ein dani sendi eina umbøn inn til statsapparatið Statens Serum Institut har hann bað um skjalainnlit (agtindsigt) í Covid19 viðurskiftini og grundgav m.a. um hví hann ynskti hetta við orðunum:da det må antages, at der må foreligge uomtvisteligt bevis til grund for de tiltag (lock down) der er blevet påført det danske samfund.” – Sama ger seg galdandi fyri Føroyar sjálvsagt.

Maðurin fær klárt og greitt aftursvar:

AFGØRELSE:

Statens Serum Instituttet kan oplyse, at vi nu har fortaget en journalsøgning efter dokumentation der har overbevist Statens Serum Institut om den reelle eksistens af SARS-CoV-2, den påståede årsag til COVID19 og desuden har vi på anden vis forsøgt, at lokalisere relevante dokumenter.

Og avgerandi dómurin í málinum er:

Statens Serum Institut kan konstatere, at vi ikke er i besiddelse af de ønskede dokumenter. Statens Serum Institut kan derfor ikke imødekomme din anmodning om aktindsigt, jf. offentlighedslovens § 7, stk. 1, modsætningsvist.

Til tey sum hava ilt við at síggja sannleikan í eyguni og ilt við at fata skriftliga talumátan hjá statinum, so skal eg útleggja tað her og skera hetta út í papp fyri fólki.

Viðmerking: Her verður sagt, at SSI hava gjørt “en journalsøgning” og haraftrat “på anden vis forsøgt, at lokalisere relevante dokumenter.” Tvs. at tað kann ikki skiljast sum annað enn, at SSI hevur leitað á øllum fakligum heimasíðum og har afturat søkt um svar frá øllum relevantum stovnum, sum arbeiða við at prógva tilveruna (eksistensin) av Covid19. Og tá teir einki finna nú umleið 6 mánaðir eftir, at tað SKULDI verið prógvað, so finst skjalprógvið (dokumentatiónin) ikki sum kundi tala fyri, at SARS-CoV-2 er til og sum sigst vera orsøkin til sokallaðu sjúkuna Covid19.

Orsøkin er ikki tann, at tey høvdu prógvini, men seinni mistu tey burtur, nei, orsøkin er tann, at tad er ongantíð vísindaliga vorðið prógvað, at Sars-Cov-2 nakrantíð hevur verið til. Covid19 var ein lodrøtt lygn frá fyrsta degi av, og er tað framvegis. 

Og tilveran (eksistensurin) av hesum skjalprógvi (dokumentatión) var ein fortreyt fyri, at myndugleikarnir í marts 2020 kundu rættvísgera og seta í verk eitt LOCKDOWN.

Hervið er lokabragdið (fuppnummarið) skotið í kav. Men brotsmannaliðið sum situr við ræðið og sum fólkið velur, stuðlar hesum brotsverkum og brotsfólkum kortini, uttan at hugsa um ræðuligu fylgjurnar av hesum yvirgangsatsøknum ímóti sakleysum menniskjum.

Sí próvskjal niðanvert.

Keldulink til prógv 1: Afgørelse_Alex Holmstedt_SAG_20-08162 (1)

Prógv 2

Næsta avdúkingin kom á prent ein mánaða áðrenn tann danska, men varð fyrst kend í Danmark eftir tí donsku avdúkingina. Hendan avdúkingin var at finna hjá CDC í USA. CDC stendur fyriCenters for Disease Control and prevention”. (Centre for sygdomsbekæmpelse og beskyttelse, Miðstøðir fyri sjúkdómsfyribyrging og verju).

Og hetta er ein sera høgur stovnur í USA og sum senatið rættar seg eftir og tekur avgerðir út frá teimum upplýsingum CDC liggur inni við, og hevur CDC m.a. hesar uppgávur um hendi:

Centers for Disease Control and Prevention (CDC) er et nationalt folkesundhedsinstitut i USA. Det er et amerikansk føderalt agentur under Department of Health and Human Services, og har hovedkontor i Atlanta, Georgia.

Dets hovedmål er at beskytte folkesundheden og sikkerheden gennem kontrol og forebyggelse af sygdom, tilskadekomst og handicap i USA og internationalt. CDC fokuserer national opmærksomhed på udvikling og anvendelse af sygdomsbekæmpelse og forebyggelse.

Det fokuserer især sin opmærksomhed på infektionssygdomme, fødevarebårne patogener, miljømæssig sundhed, sikkerhed og sundhed på arbejdspladsen, sundhedsfremme, forebyggelse af skader og uddannelsesmæssige aktiviteter designet til at forbedre de amerikanske borgers sundhed.

CDC udfører også forskning og giver information om ikke-infektiøse sygdomme, såsom fedme og diabetes, og er stiftende medlem af International Association of National Public Health Institutes.

Altso, hetta eru ikki amatørar sum koma við slíkum upplýsingum, og eru tí hesar avdúkingar 100% eftirfarandi hóast myndugleikarnir nokta at síggja hesi tingini í eyguni, men sum danir plaga at taka til, so er ”katten sluppet ud af sækken.

Ì niðanfyri vísta sjónbandainnleggi verður avdúkað hvørjar niðurstøður CDC er komið til viðvíkjandi Covid19. Og her skal tað framleggjast á trimum málum, tvs. á enskum, donskum og føroyskum í nevndu røð, um hvør niðurskurður teirra gjørdist aftaná drúgvar kanningar.

1. Since no quantified virus isolates of the 2019-nCoV are currently available!

2. Da der I øjeblikket ikke er nogen kvantificerede virusisolater af 2019-nCoV tilgængelige.

3. Eftirsum tað í løtuni ikki er nakað uppmált virusisolat av 2019-nCoV tøkt.

Orðsins týdningar hava alt at siga á tí upprunamáli tað verður brúkt. Týdningurin av orðinum ”quantified” merkir, at tað er ”ein ting ella ein eind sum ber til at mála upp ella máta upp”. Og so rokni eg við at fólk duga at skilja, at tá so orðið ”no” stendur frammanfyri, so merkir hetta, at eingin nýggj virus er funnin sum ber til at mála/máta upp?

You get the point?

Vónandi duga fólk skjótt at innsíggja hvussu stórt brotsverk tað er, sum bæði myndugleikar, heilsumyndugleikar, lands- og yvirlæknar, politi, politikkarar, prestar og profetar v.m. hava framt í allar hesar mánaðirnar.

Since no quantified virus isolates of the 2019-nCoV are currently available!

Eftirsum tað í løtuni ikki er nakað uppmált virusisolat av 2019-nCoV tøkt.

Da der I øjeblikket ikke er nogen kvantificerede virusisolater af 2019-nCoV tilgængelige.

Prógv 3

Sagt er jú, atvið tí, sum tveir ella tríggir vitna, skal hvør søk standa føst“.

Og við undirliggjandi sjónbandainnleggi hava vit so tríggjar ymiskar keldur samanlagt sum siga eitt og tað sama, nevniliga, at Covid19 er eitt fata morgana, eitt lognbrá. Covid19 virussin er ikki at finna, hon er ikki til. Hon er ikki sporleyst forsvunnin, nei, hon hevur ongantíð verið til.

Maðurin í sjónbandainnlegginum niðanvert í hesum innslagnum, hevur arbeitt sum advokatur í 26 ár. Eisini hann staðfestir tað sama sum er lagt fram her um, at Covid19 er eitt bluffnummar. Covid19 er ikki til.

Advokaturin undirstrikar, at sokallaða víðakenda Wuhan virussin, SARS CoV-2 ið sigst vera orsøkin til “sokallaðu sjúkuna”, Covid19, sum eingin verður sjúkur av og eingin doyr av, ongantíð er vorðin isolerað og reinsað eftir nøkrum røttum vísindaligum hátti, tvs., eftirKoch’s postulatum”. 

Tí sigur tað seg sjálvt, at tá nú eingin ”nýggj Coronavirus” er til, hví reika tá Thetis og aðrar líknandi fyritøkur í Ríkisfelagsskapinum runt og testa fólk? Hvat testa tey fyri, tá nú Covid19 ikki er til? Hvørjum leita tey eftir? (Eg stilli ikki hesar spurningar tí eg ikki veit, men fyri at fáa tykkum, sum lesa og hyggja, at vakna. Nøkur eru kortini vaknaði, men tey eru alt ov fá enn, tíverri. Men eg kenni sjálvur øll svar av týdningi til spurningarnar eg havi sett her).

Og hví koyra tey fólk í karantenu vegna eina virus sum ikki er til?

Og hvat verða sokallaðir patientar viðgjørdir fyri, tá nú Covid19 ikki er til?

Eg verið noyddur at gera gjøldur burturúr hesum fyri at fáa fólk at vakna.

Kanska tey testa forkølilsi og royna at forkoma hálsbetendilsi við Lockdown, maskutilmælum, hondspritt og karantenu v.m.? Kanska tey eisini testa IQ hjá fólki nú tey eru í sving allíkavæl? Tey kundu líka so gott brúktPisakanninginaat testa fólk við fyri virus, tí at møguleikarnir høvdu verið størri við henni at funnið virus, enn við RT-PCR testini. Ella hvussu hevði verið at roynt við eini gitnaðarkanning (graviditetstest)? Líka so ørt er hetta, at brúka RT-PCR testina sum eitt tól til at sjúkuavgerða við (stilla diagnosu við).

Dárskapurin verður so í øllum førum væl fagnaður av teimum mongu umleið 90%+.

Men sakin er bara tann, at eitt tílíkt Lockdown førir tað óhugnaliga við sær, at tey fátæku gerast enn fátækari og vandi fyri føðslutroti (underernæring) hjá børnum. 

Bara í Danmark eru yvir 50.000 fólk vorðin arbeiðsleys uppá eitt hálvt ár uttan grund, basera uppá eina djevulska lygn.

Fast takið tykkum sum stuðla tílíkum óndskapi!

Advokaturin, innslag til prógv 3. Hesin maður hevur arbeitt sum advokatur í 26 ár. Eisini hann staðfestir tað sama sum er lagt fram her um, at Covid19 er eitt bluffnummar. Covid19 er ikki til.

Koma hansara (Jesu Kristsverður eftir sterku virkan satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum og við øllum svikum órættvísinnar fyri tey, sum fortapast, aftur fyri at tey tóku ikki við kærleika til sannleikan, so tey kundu verða frelst. 

Tí sendir Gud teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini – fyri at tey skulu verða dømd, øll, sum ikki hava trúð sannleikanum, men havt tokka til órættvísina. (2. Tess. 2 : 9-12)

Dagførd dagfesting 01-12-2022