Um tú berjist fyri sakini, so kann tú tapa, men um tú ikki berjist fyri sakini, so hevur tú longu tapt!
Video: Her tosar vísindamaðurin “Niels Harrit” um WTC 7 sum rapaði, uttan at nakar flúgvari rendi á tað tornið. Tað er ongantíð í heimssøguni hent fyrr, at bygningar av slíkum slagi eru niðurrapaðir orsaka av eldi, hvørki áðrenn 9/11 ella aftaná. Kortini rapaðu 3 háhús ein og sama dag orsaka av eldi, sigst.
Video: Ì hesum videoinnslagi kunnu vit møta tveimum serkønum monnum. Ein vísindamaður og ein tíðindamaður deila út av síni servitan innan hvør sítt virkisumráði. Ì hesum videoinnslagi, fær ein holla vitan um ting og sakir sum fólk áttu at havt fingið fyri langari tíð síðani. Tað fer at kennast sera súrt tá fólk fara at finna útav ein dag, at bæði miðlar og politikkarar hava logið fólk um háls og herðar, slík sum tey valdu inn á ting og litu á stóran part av lívi sínum.
Sannroyndin er uttan iva grælingafjaðrar (fupp).
Video: Hetta er ein sera upplýsandi kjaksending um WTC 7 og yvirgangsatsøknina annars. Tað er at undrast yvir hví miðlarnir hava víst hesi hending so lítlan ans, men sum samstundis hevur endavent okkara samfelag til tað nógv verra, fyri ikki at tosa um drepandi kollveltingina runt allan knøttin.
Nakrar tankavekjandi sannroyndir (fakta)
World Trade Center varð m.a. tryggjað ímóti yvirgangsatsøknum fyri 3,5 milliardir US-dollar (t.e. 25,6 MIA DKK). – Sera tankavekjandi!
Av tí at eigarin av WTC, Larry Silverstein, gjørdi vart við seg, at tá talan var um tvey flogfør sum rendu á WTC, so var eisini talan um tvær yvirgangsatsøknir, og tí kravdi hann tryggingarfelagi eftir 2 x 3,5 = 7 milliardir US-dollar (t.e. 51,2 MIA DKK) í endurgjaldskravi. Rættargangssak spurdist sum vanligt er burturúr slíkum kravi, men hann fekk ikki sítt krav ígjøgnum. Kortini rakti hann jackpot og fekk bæði í posa og sekk, heili 4,55 milliardir US-dollar (t.e. 33,3 MIA DKK).
Nakað annað tankavekjandi er eisini at bíta merki í her.
Sum áður nevnt, so kunnu bert serkøn fólk fáa slík háhús at rapa soleiðis, sum tey nú einaferð gjørdu. At raka grundøkið í eini niðurtøku sum eitt háhús stendur á, krevur serkønan dugnaskap og sum bert nøkur fá tandur av fyritøkum um allan heimin eru før fyri at taka eina slíka uppgávu uppá seg og samstundis eydnast harí.
Nakað, sum sanniliga eisini er vert at bíta merkið í er, at í WTC 7 lógu skrivstovur uppi á 12. og 13. hædd. Hesar skrivstovur tilhoyrdu SEC (Securitas and Exchange Commission). Uppgávan hjá SEC var at taka sær av øllum formum fyri korruptión, sviki og svindli innan amerikanska vinnulívið.
Um tað mundi, tá yvirgangsatsøknirnar vórðu framdar, lógu ikki minni enn 3000 – 4000 sakir uppi á 12. og 13. hædd á WTC 7 til viðgerðar fyri at uppklárast. Ein hevur mest sum tann tankan, at hendan yvirgangsatsøknin kom í tøkum tíma fyri mangar fyritøkur og einkultpersónar í USA.
Video: Eisini her greiðir “Niels Harrit” vísindamaður hegnisliga frá, hvussu almennu frágreiðingarnar ikki hanga saman við tað náttúrliga og vísindaliga. Her er nógv ymiskt áhugavert at bíta merki í. M.a. vísir hetta videoinnslagi fleiri tilburðir upp gjøgnum søguna hvar eldur hevur verið í háhúsum runt kring knøttin, men ikki so mikið sum eitt av hesum rapaðu vegna eldsbrunan í bygningunum. Tey stóðu øll uttan stórvegis trupulleikar.
Ein hollendingur, serkønur í niðurtøkum av háhúsum og eisini hartil alheims viðurkendur (ekspertur) innan sítt virkisfelt, var í samrøðu við miðlarnar um niðurrapingini av WTC-tornunum. Hann var ikki í iva um, at her var talan um tað, sum á hansara fakmáli verður rópt fyri ”Controlled Demolition.” Hann sigur enntá beint fram, at hetta er útint av einum holdi av serkønum fólki.
Serkøni hollendingurin doyði umleið 2 ár eftir sína samrøðu við miðlarnar. À veg heim úr kirkju, rendi hann á eitt træ við bili sínum, koyrandi eftir einum beinum vegi. Kanningar av óhappinum vístu eingi bremsispor tá hann koyrdi av vegnum og rendi á træið. Trýst varð lagt á politiið um at kanna bilin hjá honum, men har spurdist einki burturúr. Sakin myrkaløgd. Hartil kom fram, at ambulansin brúkti óvanliga langa tíð um at koma sær fram til vanlukkustaðið. Hetta kemur eisini fram í video innslagnum beint omanfyri.
Tað, sum tykist vera meiri sannlíkt viðvíkjandi flogførunum
Tað fyriliggur ein heilt annar møguleiki um hvat fór fram tann 11. september 2001 í New York og sum eg persónliga trúgvi mest uppá, men tað broytir einki uppá orsøkinar til, hví hesar yvirgangsatsøknir vóru framdar og hvørs høvuðsorsøkir vóru hesar:
1. At seta gongd á ætlanina hjá ”Deep State” um at yvirtaka harradømið yvir allari foldini (Globaliseringin).
2. At skapa eina føði- og klekimaskinu fyri tann vesturlendska krígsídnaðin (Serstakliga tann amerikanska krígsídnaðin).
3. At fáa kontrol yvir orkukeldunum í heiminum, matvøruframleiðsluni og peningakonto fólksins, tvs. total kontrol yvir alt og øllum.
4. Við terrorpakkunum at niðurbróta grundlógirnar í vesturlendsku londunum, niðurbróta undirstøðukervi, føra flóttafólk inn í vesturheimin (flóttafólkini verða brúkt sum krígsvápn) og niðurbróta familjulívið, niðurbróta kristnu trúnna, niðurbróta nationalitetin hjá fólki, niðurbróta samleikan hjá fólki (identitetin), at seta fólkasløg upp móti hvørjum øðrum, at ræna frælsi frá alt og øllum o.m.a., v.ø.o., at niðurbróta alt sum forðar fyri at røkka globaliserandi visiónini hjá USA og viðhaldskreftum.
At arbeiða fram móti hesum, at øll fólk skulu hava somu meining, hugsan, áskoðan, fatan og uppfatan um øll lívsins viðurskiftir. Um tad er rætt ella skeivt, er líkamikið.
Men tað sum eftir øllum at døma hendi var hetta, at als eingin flúgvari rendi á Torn 1 og Torn 2. Ei heldur var talan um nakran flúgvara sum rendi á Pentagon. Tær søgur sum gingu vóru, at hesi flogfør høvdu verið á veingjum sínum í amerikanska loftrúminum í umleið 1½ tíma uttan at nakar skuldi varnast nakað mistonkiligt. Men so vánaligt arbeiðir flogferðsluyvirlitið ikki.
Støðan er tann, at um eitt flogfar brýtur frá síni upprunaligu flogætlan, hvørs ætlan flogferðslumyndugleikarnir skulu hava í hondini áðrenn eitt flogfar sleppur á flog, so verður roynt at seta seg í samband við flogfarið beinanvegin og spyrja inn til hvat meiningin er við broyttu kósini. Svarar flogfarið ikki, verða tveir F-16 ella F-18 e.l. sendir avstað at leggja seg undir hvør sína lið á flogfarinum har roynt verður at fáa samband við flogfarið. Eydnast hetta ikki, verður flogfarið niðurskotið við mann og mús.
Men orsøkin til at hetta ongantíð hendi var, at har vóru ongantíð nøkur flogfør inni í myndini. Alt var ein ”Hollywood sjónleikur fyri opnum skermi!” (Burtursæð frá deyðsføllunum, sjálvandi).
Tvs., at ”statsautoriseraðu miðlarnir og sjónvarpsrásirnar” vóru brúktar til hesar væleydnaðu villleiðandi, propagandatiltøk til at snýta allan heimin við. Hesar kreftir vita jú, hvussu lættur og nemmur veljarin er at snýta og lumpa, – tað kemst ikki uttanum, tíverri!
Mong av teimum sum vóru spurd á gøtuni, vóru plantaði har av duldum kreftum og høvdu vakthundar hjá sær sum t.d. ”Secret Service”. Alt hetta var ein fyriskipaður, pallsettur sjónleikur fyri opnum skermi.
Tornini rapaðu eftir professionella mynstrinum sum kallast fyri ”Controlled Demolition!” (Sí aðrastaðni á hesi heimasíðu um hetta evnið).
Niðanfyri kunnu vit síggja í tveimum innsløgum hvussu lætt tað er hjá sjónvarpsrásum, við rætta teknikkinum, at snýta og villleiða fólk fyri opnum skermi.
Einki flogfar at síggja.
Video: Mong dømir eru at finna, at talan var ikki um nakað flogfar. WTC 7 rapaði, uttan at nakað flogfar rakti hetta tornið, og hendingin við Pentagon avdúkaði tað sama, tvs., einki flogfar innblandað í ta hendingina heldur.
Eingi flogfør frá einum djúpari vinkli.
Video: Við rætta teknikkinum, sum jú er tøkur hjá teimum flestu í dag, ber væl til at reingja veruleikan fyri fólki, sum brúka nógv av síni tíð framman fyri einum skermi og nýta hann sum upplýsingar, leiðbeiningar og kunningarkeldu. Men hesin skermur er ein sera villleiðandi kelda eisini, um ein ikki er vakin.
Dagførd dagseting 01-12-2022