Enn eitt dømi um vinskapin millum terroristar
Blóðpeningur
Tað mátti smakka stak illa í munninum nú at vera ”ein trúfastur, royalur og fólkakirkjuligur synagoguvandrari!” At vera royalur og fólkakirkjuligur í dag, er at vera samhugaður við yvirgangsfólk (terroristar)! – Tað finst eingin umbering longur til at blíva við at síggja upp til danska kongshúsið. Ì dag má tað koma inn undir ”kriminellur hugsunarháttur og tað sum verri er!”
Sambært donsku grundlógini, so verður fólkakirkjan stuðla av hesum konservativu, avlagaðu (perverteraðu) leiðandi kreftunum innan muslimska/islamistiska heimin, um nú fólk duga at leggja 2 + 2 saman. Danska grundlógin sigur: ”Den evangelisk-lutherske kirke er den danske folkekirke og understøttes som sådan af staten.” (§4)
Fólk mugu skilja hetta, at peningurin danski staturin og danska kongshúsið í felag forvinna í statskassan vegna hesar handilsavtalur við m.a. saudi arabisku terroristarnar, verða m.a. brúktir til at stuðla fólkakirkjuni og tess tænastufólkum, prestum v.m.. Sjálvt ”Mærsk” (sum hevur ført manga vápnalastina til m.a. Irak og Afghanistan) hevur eisini latið mangan ein blóðigan pening til føroyska samfelagið. Ongantíð áður hava grundirnar verið størri til at umvenda seg og trúgva á evangeliið innan fólkakirkjunnar karmar og samkomur annars, enn tað sama. (Opinbering Jóhannesar kap. 18 og vers 4). Annars er tað sera upplýsandi at lesa alt kapittul 18 hvarí ein kann lesa um keypmenn (handilsmenn) jarðarinnar og hvør veruliga stendur aftanfyri allar hesar óhugnaligu brotsgerðir og hvørjar handilsvørur talan er um.
Hetta er tann amerikanski forsetastólurin sum so mong kristin í Føroyum síggja upp til, tíverri, og sum Billy Graham var ein stórur tilhangari av. Ì hesum innslagi, (sjón fyri søgn), kunnu vit hoyra og síggja fyrrverandi forsetan Barak Hussein Obama siga hesi avdúkandi orð: “You cannot sit back and wait for a savior” og “we don’t need a Messiah!” – “Tú kann ikki sessast við halgan stein og bíða eftir einum Frelsara” og “vit hava ikki brúk fyri einum Messias!” – kortini forsvara mong fólk, írokna kristin fólk, hendan hópdrápsstólin! – Og so er tað júst líka mikið hvør situr í honum (forsetahópdrápsstólinum í USA). Eitt endayvirlit kemur eisini at prógva hetta!
Sjón fyri søgn!
Dagførd dagseting 01-12-2022