Eitt mugu fólk gera sær greitt og tað er, at øll kríggj eru løgd til rættis (planløgd) í longri tíð, áðrenn ein fer í kríggj. Sum oftast fleiri ár áðrenn. Ì veruleikanum gongur tað soleiðis fyri seg í USA, at fyrst verður tilætlaða kríggið lagt til rættis, og síðani skal leitast eftir eini umbering (bryggjast ein lygn saman) fyri at sleppa at fara í kríggj. Og tað var júst tað, ið USA gjørdi í 2001. Tá kom til sjóndar tað, sum USA hevði lagt til rættis fleiri ár framman undan.
Sí videoinnslag frá 37:00 og fáar minuttir fram. Mælt verður til at síggja alt video-innslagið sum tað er, tí at tað inniheldur nógv gott tilfar, sum fólk als ikki hoyra nakað um frá dagsins miðlum, hvørs álitisprosent av innihaldinum liggur á sera høgum støði.
Mong dømir eru um áðurnevndu fyribrigdir ið sermerkja USA , og her er eitt av teimum. Krígsálopið á Belgrade, Kosovo/Serbia í 1999, framt av Natolondunum írokna USA og CIA, var eisini grunda á eina lodrætta lygn eins og álopini á Libya, Kuwait, Irak og Afghanistan v.fl. var tað. Men hetta er bert ein hervilig sjúka, ið USA tíverri líður so sterkt av. Danmark var eisini við í hesum kríggi. Videoinnslagið niðanfyri greiðir frá hvussu svikið í Belgrade fór fram. Eitt krígsálop ið byrjaði við eini lygn, sum vanligt er fyri USA og felagar at gera.
Sí video-innslag frá 2:22:00 og fáar minuttir fram! Mælt verður til at síggja alt video-innslagið sum tað er, tí at tað inniheldur nógv gott tilfar, sum fólk als ikki hoyra nakað um frá dagsins miðlum, hvørs álitisprosent í innslagnum liggur á sera høgum støði.
The Big Nations War!
Eftir at hendan ætlanin er liðug hjá USA (7 landa listin, – Sí langtíðarlistin undir ”Bølmennamentan 05, Listin”), fer USA í holt við tað sum teir sjálvir kalla fyri ”The Big Nations War!” Hetta er ein framtíðarætlan hjá USA, hvørs kríggj ætlandi skulu útspælast á europeiskari jørð fyri at spara egna fólk sum longst í egnum landi og til at skapa arbeiði innan vápnaídnaðin. Og tá koma atomvápnini at takast í brúk. Londini her er talan um, eru uttan iva Rusland (kanska India og Pakistan eisini), USA, Kina og ES.
Her skal ein hava í huga, at fyri tær veruligu stýrandi kreftirnar í USA, er tað hamrandi líka mikið hvør vinnur, tapir ella doyr í einum tílíkum kríggi. Kreftirnar aftan fyri hugsa bert hendan eina tankan, at verður kríggj, so verður eisini eftirspurningur av vápnum ein sjálvfylgja. Tí at ”War is good for buisness!” Og hetta er tað einasta sum tað gongur út uppá hjá hesum murubrekaðu (psykopatisku) menniskjum, tvs., pengar, stjórnarskifti og makt.
Ein flogberi tænir bert einum eittans endamáli, og tað er, at so ber til at føra kríggj langt burtur frá eins egna heimlandi, tvs. ”álopskríggj!” Àlopskríggj hava verið ólóglig líka síðani seinna heimsbardaga av tí at vesturheimurin hevur samtykt hetta. Av tí sama finst Trygdarráðið í FN/ST, men hvarí Natolondini heili 13 ferðir síðani 50’unum onga virðing hava havt fyri hesum ráði og hava kortini útint álopskríggj + øll tey álopskríggini USA hevur framt av sínum egnu eintingum, ólógliga! Sambært FN/ST sáttmálaskjalinum (charter), er valdsnýtsla bert lóglig um hetta hendir í sjálvverju vegna álop ella um trygdarráðið í FN/ST metir, at ein verulig hóttan er til staðar ímóti friðinum. Men tað má vera borðbart, tvs. full vissa fyri, at hóttanin er álítandi og verulig.
Kanska kríggið í Ukraina er upptaktin til áðurnevnda ”The Big Nations War”, eg sigi ikki at tað er tað sum er í gongd nú (2022), men ting og sakir eru sum benda á, at so kundi verið. Vónandi taki eg feil kortini. Men fakta er, at USA leingi hevur ligið og lúrt eftir hesum møguleikanum. Hartil skal ein minnast til, at USA leggur einki í tað vanlukkuliga í slíkum kríggjum, tí USA tilrættisleggur tingini soleiðis, at tílík kríggj skulu ganga fyri seg á øðrum meginlondum (kontinentum), so at teirra egna kontinent sleppur undan minimalum skaðafylgjum og deyðsføllum.
The Big Nations War! Her verður umrøtt tað sum skjótt fer at gerast veruleiki. Eisini verður umrøtt eitt sindur um áðurnevnda ”7 landa listan” í hesum innlegginum.
Umberingin fyri at fremja álopskríggj má ongantíð vera grunda á lygnir, nakað sum USA hevur fyri vana at gera! Men alt hetta sær USA stórt uppá og fer í álopskríggj hóast alt, altíð grunda á heimabryggjaðar lygnir.
Og hvør er so orsøkin til, at USA uppførir seg soleiðis? Jú, tað er peningagirnd, maktgirnd/valdgreði. USA vil fyri alt í verðini hava harradømið yvir allari verðini, og mátin USA førir hetta út í lívið er fylgjandi:
1. Fyrst at skapa eina umbering fyri at sleppa í kríggj við eitt land (9/11 er eitt tað feskasta dømið um hetta, tí at USA og vesturheimurin eru framvegis í kríggj við uppspunnin yvirgangsfólk ”fiktivar terroristar” 21 ár eftir hendingina).
2. Leypa á landið og niðurbróta undirstøðukervið (infrastrukturen).
3. Fremja stjórnarskifti í landinum ið er USA vinarligt.
4. Endurreising og uppbygging aftur av sundurknústa landinum. Men hendan endurreisingin og uppbyggingin av nýggja samfelagnum, verður gjøgnumførd eftir vesturlendskum mynstri og við vesturlendskum førleikum og teknikki, eftir vesturlendskum aðalkrøvum og við vesturlendskum atfeingi við USA sjálvandi á odda. À henda háttin skapar hesin framferðarháttur eina æviga pengamaskinu fyri USA og Vesturheimin og sum ongantíð fær ein enda, men tey neyðars offur koma neyvan fyri seg aftur.
Gloymast má heldur ikki hvat USA segði áðrenn 9/11: ”We are going to take out ……. and finishing off …!”
USA kann samanlíknast við ein svakan hund ið hevur fingið ”Rabies!”
Ì skrivandi stund liggur Ukraina á breddanum (2022), men samstundis liggur USA eisini og gnaddar seg uppat Taiwan og Tahiti í eini roynd at skapa ófrið og kríggj.
USA kann bara ikki lata vera, tí eins og narkomanurin er bundin av rúsevnum, á sama hátt er USA bundið av kríggi og fananskapi.
Dagførd dagfesting 01-12-2022