Eitt sindur um Libya og Muammar Gadaffi
Libya var eitt tað mest framkomna, siðmentaða og nýmótaða landið í Afrika við sera góðum sosialum umstøðum. Eftir at USA, NATO og viðhaldslond gjørdu sína innrás har, er Libya vorðið ein stórur ruðuleiki (eitt kaos), hvarí brotsmannalið (bandar) stýra tí mesta har. Soleiðis gongur tað hvørja ferð, tá vit í vesturheiminum ”sokallaðu” góðu kristnu londini vilja innføra eitt sokalla demokrati í øðrum londum. Tí hvørja ferð letur Vesturheimurin eftir seg eina rúgvu av ruðuleikum (kaos), neyð og vesaldóm, helviti og deyð, – fyri ikki at tosa um skararnar av flóttafólkum.
Hetta er fýrurin sum USA og Vesturheimurin lýstu at vera nógv verri enn Hitler. Sjálvandi var meginparturin lygn og so hevði maðurin eisini profetiskar gávur.
Hvør er nú hvat eftirhondini? Ì byrjanini av hesi upptøku, kann ein síggja hvat Gadaffi veruliga gjørdi og royndi at gera fyri sítt fólk, men tad dámdi USA, Danmark og Vesturheimurin einki, og tí mátti landið knúsast av USA og Vesturheiminum.
Gadaffi verri enn Hitler?
Og hetta var fýrurin sum segðist vera verri enn Hitler. Hann legði enntá uppskot inn fyri tingið (yvirhúsið) um at avtaka deyðastraffina í landinum, men tað uppskotið hansara varð niðurstemma. Men fylgjandi var støðan í Libya áðrenn Vesturheimurin legði alt í grús hjá teimum.
1. Hevði onga skuld til Internationala valutafondin ”IMF”, Verðinsbankan ella nakran sum helst!
2. Fría heilsurøkt.
3. Frían streym.
4. Fría útbúgving.
5. Rentufrí lán.
6. Nýgift fingu 330.000,-kr. til at seta sær føtur undir egið borð. (skuldi ikki gjaldast aftur).
7. Mammur fingu 33.000,-kr. fyri hvørt barnið tær føddu inn í hesa verð.
8. Borgarin í landinum fekk ein ávísan procentpart av oljuinntøkuni í landinum, sum varð flutt beinleiðis inn á konto borgarans.
9. Bensinprísurin var 94 oyru pr. liturin.
10. Ríkisstjórnin betalti 50% av bilkostnaðinum. (Tvs., at tá ein keypti sær ein bil, so betalti stjórnin helvtina).
11. Arbeiðsleys fingu miðallønina frá undanfarna arbeiðinum sum arbeiðsloysisstuðul.
12). Àðrenn statsleiðarin í landinum kom til valdið, vóru einans umleið 25% av borgarunum sum dugdu at lesa og skriva. Ì dag duga umleið 83% av borgarunum væl at lesa og skriva.
13. Fólk, sum ynsktu at gerast bøndaslig, jarðbrúkarar, landmenn o.l., fingu jørð, hús, útgerð til at dríva landbrúk, fenaða, – alt frítt (gratis).
14. Studentar fingu miðallønina fyri tað arbeiði, sum tey stóðu í læru til.
15. At hava eitt heim, var ein menniskjarættur.
Hvør mundi orsøkin vera til, at vesturheimurin (USA) vildi hava mannin beindan av vegnum? Vóru tað slíkar orsøkir so sum “at hann ikki vildi laga seg eftir fíggjarmonopolinum hjá USA, men at hann hinvegin var undangongumaður fyri einum afrikonskum valuta- og bankakervi?” Eitt tílíkt væleydna projekt frá hansara hond, vildi havt kollvelt tann globala amerikanska peningadominansin í heiminum. Hartil kom eisini “Great Man River” projektið hjá honum sum kundi tilføra vatn til oyðimarkarland fyri at dýrka grønmeti og frukt v.m.. Tí mátti maðurin beinast av vegnum. Tað kostaði væl omanfyri 30.000 ósekum menniskjum lívið og hartil eina rúgvu av flóttafólkum, fyri at vesturheimurin við USA á odda kundu innføra sítt demokrati í Libya. Ì dag er Libya eitt harðrent anarki sum einamest er stýrt og kontrollera av brotsmannaliðum. Men hetta vatnprojektið fekk vesturheimurin eitrað við sokallaða ”depleted uranium,” og hetta vatnið verður harvið ónýtiligt næstu 1000 árini ella so. Danmark stóð fyri 15% av bumbingini av Libya. Men hetta er so mátin ið Vesturheimurin innførir sítt demokrati uppá í øðrum londum.
Ì løtuni (2022) er tað Putin, sum av USA skal stemplast sum ein, ið er verri enn Hitler var.
Gadaffi varð myrdur í 2011. USA og Vesturheimurin írokna Danmark bumbaðu alt til, stjólu umleið 150 tons av gulli og 500 milliardir dollarar frá Gadaffi sum hann hevði spart upp, og eitraðu drekkivatnið í Libyen undir eiti av at bjarga vanliga borgaranum frá einum óndum diktatori, sum jú var ein lodrøtt lygn. Danmark stóð fyri 15% av bumbutogtunum í Libyen. Ì videoupptøkuni ”Fake News hevur myrt milliónir” (Bølmennamentan 02) kann ein fáa nakað meiri av informatión um hvat gekk fyri seg í Libyen.
Tí er hetta greitt fyri okkum í dag, at hvat tað so enn er ið USA og Vesturheimurin innførir til eysturheimin, so er tað í øllum førum ikki demokrati, tí at innføring av sonnum demokratii kann á ongan hátt skapa milliónaskarar av flóttafólkum, neyð, vesaldóm og deyð v.m..
Gadaffi ávaraði harðliga um at leypa á Libya og lovaði ilt, og nógv bendir á at hann fekk rætt í tí hann hótti við!
Dagførd dagfesting 01-12-2022