Bølmennamentan 04 – Tornini

Tey trý tornini! – WTC 1, WTC 2 og WTC 7

Felagsnevnarin fyri hesi 3 tornini er tann, at tá tey byrja at rapa, so økist ferðin av niðurrapingini, tvs., at fallið veksur í ferð (akselererar).” Sum at seta seg inn í ein bil. Jú meir tú traðkar á speedaran, jú meiri ferð fær bilurin. Og tað er m.a. júst her, at frágreiðingin hjá konspiratiónistunum ikki hongur saman. Tey vita einki um náttúrðulógir, náttúrðukreftir og sunna fornuft at siga.

Eg skal líka nema við nøkur fá ting her og sum avdúkar ein part av miðlalygnunum um hendingina. Sagt hevur verið í miðlunum, at ógvusligi hitin frá brennandi flogførunum ið harvið settu eld á nøkur kontórir á nøkrum fáum hæddum, fekk stálkonstruktiónina at smelta alla staðni í bygningunum. Fyri at hetta kundi havt latið seg gjørt, so máttu øll berandi punktini í stálkonstruktiónini smelta samstundis. WTC 7 sum var umleið 200 m høgt, fall “í fríum falli” niður á sína egnu botnvídd (grundfladu) uppá einans 6,4 sekundir. Og minnast skal á, at eingin flúgvari rendi á hetta tornið og neyvan á hini heldur.

Frítt fall í hesum førinum vil siga, at ovasta hæddin fall niður sum um einki var undir henni. Brennandi spurningurin má tí vera um, hvussu eingin flúgvari kundi fáa hetta at henda? (Bygningurin WTC 7 hevði 87 hæddir/etagur). 

Vanliga náttúrðulógin virkar á tann háttin, at trýst elvir til móttrýst, og at eitt móttrýst bremsar ferðini á einum trýsti.” Tá vit nú eru inni á tí lodrætta umráðnum vegna WTC tornini, so skuldi eitt trýst úr erva (sum jú er, at tyngdikraftin id togar í) bremsa ovastu etaguni so líðandi, jú longur niður ímóti jørðini hon kom orsaka av øllum massanum, sum skuldi havt hópa seg upp ávegis niður ímóti jørðini. Men nei, tvørturímóti, so vaks ferðin, longur niður ovasta hæddin fall (í fríum falli).

Tá vit hyggja nærri at upptøkunum av rapingunum av tornunum, so sæðst tað týðuliga hvussu tey berandi punktini á hvørjari etagu beint niðanfyri tí ovastu etaguna verða sprongdar burtur so hvørt, sum ovasta etagan ferðast niður eftir við øktari ferð. Og eingin eldur er at hóma í nærheitini av øllum hesum jú longur niður í hædd ein kemur, ið møguliga kundi havt smelta onkran bolt onkra staðni. Tað er til at undrast yvir, at fólk vissuliga kunnu fáa seg sjálvi til at trúgva, at eldur kann fáa ein bygning til at rapa so perfekt niður til jarðar á sína egnu grundfladu, uttan at volda nakran skaða á bygningar hinumegin vegin. Til tað skal tað ein sera sterk og býtt trúgv til.

Sum eisini víst verður á í hesum partinum, so ber til at samanlíkna rapingina av WTC tornunum við tær niðurrapingar av háhúsum og øðrum bygningum, sum serfrøðingar innan byggivinnuna fremja har teir eisini nýta spreingievnir til endamálið, tað, sum á fakmáli verður rópt fyri ”Controlled Demolition!” Og hetta var júst tað sum hendi við WTC tornunum. Serfrøðingar innan byggivinnuna í vesturheiminum framdu hesar niðurrapingar av WTC tornunum, bílagdir av kreftum innan amerikonsku stjórnina og tess viðleikarum. Seinni – í einum øðrum parti – skal eg eisini koma inn á hvat lá á goymslu í WTC 7 og sum uttan iva var høvuðsorsøkin til, hví eisini hetta tornið mátti rapa, uttan at nakar flúgvari rendi á tað tornið.

Taka vit fyrst WTC 1 og WTC 2, so kann ein klárt og greitt síggja spreingingarnar á hæddunum beint niðanfyri har rapingin fer fram. Tvs., at spreingiløðingar eru lagdar á teimum berandi punktunum í stálkonstruktiónini og verða sprongdar burtur so hvørt sum bygningarnir rapa. Hertil siga serfrøðingar innan hesa byggivinnugrein, at tað tekur fleiri mánaðir at tilrættisleggja eina tílíka ”Controlled Demolition” í hasi støddini og hartil fleiri 100 tons av spreingievnum til endamálið. Tvs., at fleiri plattar av spreingievnum hava verið koyrdir við truckum inn í hesar 3 bygningar, og helst hevur tað staðið t.d.  ”teldur, skannarar og printarar” ella líknandi á innbjálvingini (emballaguni), tá spreingievnini hava verið smuglað inn í bygningarnar.

Eisini kann ein klárt og greitt síggja, at har brennir ikki so frætt sum ein svávulpinnur nakrastaðni niðanfyri har sum rapingin gongur fyri seg, og tí má spyrjast inn til, um hvussu stálkonstruktiónirnar kundu smelta har sum eingin eldur var yvirhøvur nærhendis??? Um ein bara tímir at hyggja, so sær ein beinanvegin, at har er ikki ein gongd neyðugt at ringja eftir einum brandbili, tí at har er eingin eldur at sløkkja. Tað sindur av eldi sum er har, er at finna omanfyri rapingina. Niðanfyri er eingin eldur nakrastaðni. Hvussu kann stál smelta av ongum eldi uttan so, at spreingiserfrøðingar innan byggivinnuna hava havt ein fingur við í spælinum?

Niðurskræðingin av WTC 1 – The North Tower (World Trade Center 1). À hesi upptøku síggjast týðuligar spreingingar á etagu fyri og aðrari eftir meðan tornið rapar. Tílíkt kann bert lata seg gera av fakfólkum og ikki av einum persóni við eini primussi í vinstru hond og eini Nokia mobil í høgru hond, stýrandi frá eini holu í Afghanistan.

Niður skræðingin av WTC 2 – The South Tower (World Trade Center 2). Eisini á hesi upptøku síggjast týðuligar spreingingar, etagu fyri og aðra eftir meðan tornið rapar. Tað, sum fer fram við teimum trimum tornunum, er tað, sum á fakmáli kallast fyri “Controlled Demolition.” Tvs., niðurskræðing av háhúsum ið tamarhald er á, útført av fakfólkum.

Tornið WTC 7, sum eingin flúgvari rendi á (WTC 7 = World Trade Center, bygningur nr. 7) – Tað fall til jarðar sum eftir eini lineal. WTC 7 datt niður í einum fríum falli tvs., at bygningurin hevði 47 hæddir, og at tann ovasta hæddin fall niður sum um einki var undir ovastu hæddini. Tað, ið veruliga fór fram við WTC 7, var tað ið á fakmáli verður rópt fyri ”Controlled Demolition.” (niðurskræðing av háhúsum undir eftirliti, útført av fakfólkum).

Her fáa vit eina hóming av robusta bygningsstrukturinum av World Trade Center. Her fáa vit eisini eina hóming av hvussu kreftirnar ígjøgnum miðlarnar hava fóðra fólk við lygnum viðv. niðurskræðingini av tornunum. Tey hava gjørt sær sjálvum fyri skommum og tað sum verri er.

Hesin tekstur hoyrir til videoinnslagið beint niðanfyri tekstin.

Ein má minnast til, at í øllum hesum evninum ”bølmennir og einglar,” gongur tað heilt nógv út uppá at sannføra fólk um, at álopið á WTC var ein sólaklár ”False Flag Operation!” Hvørki Al Qaeda ella Osama Bin Laden høvdu neyvan nakað sum helst við sjálva  hendingina at gera. Hóast hetta kann OBL roknast fyri ein terroristur, tí at hann var jú ein leigusveinur hjá CIA. Og CIA er ein avgjørdur terrorbólkur. Teir 19sokallaðu” flogrænarnir høvdu heldur einki við sjálva hendingina at gera, men vóru bert brúktir sum syndabukkar uttan sjálvir at vera beinleiðis virkandi leikarar (aktivir aktørar)” á leikpallinum.

Ì ávísum støðum kann tað sjálvsagt ikki útilokast, at nøkur fólk hava ikki sæð nakran annan møguleika enn at leypa ella hoppa út úr bygninginum. Tað varð sagt, at umleið 200 av ofrunum valdu at taka hesa óhugnaligu avgerð sum ein útveg úr teirra ómøguligu støðu.

Hinvegin má ein duga at skilja, at um falski pástandurin um, at hitin var so ógvusligur í tornunum, at hetta fekk umsíðir tornini til at rapa, hongur ikki saman við sunna fornuft og sunnan logik, tí at so kundu fólk jú ikki vera á lívi og standa har og vinka og veittra. Tá vilja hesi, sum træta ímóti, vera við uppá, at stál smeltar fyrr enn menniskjur, tvs., at tað skal meiri hiti til at taka lívið av einum menniskja, enn til at smelta stál. Hugsa sær til, at so mong menniskjur kunnu finna uppá at trúgva slíkum møsni og tvætli? Smeltipunktið hjá stáli liggur millum 1150 gradir Celsius og 1539 gradir Celsius, alt eftir hvussu stálstoypingin er samansett. T.d. hevur stál, sum gjørt er av Kopar og Nikkel, eitt smeltipunkt á 1150 gradir Celsius. Aðrar sterkari stállegeringar finnast og hava tilsvarandi hægri smeltipunkt enn tær 1150 gradirnar. Kunnu menniskjur standa og vinka í so høgum hita? 😆  

Ein royndi at billa mær inn, at nakrir brennandi havastólar kunnu saktans fáa sverar stálbjálkar at smelta. Einaferð tá eg havi tíð, so ætli eg mær at ringja til IKEA og spyrja tey, um tey selja slíkar havastólar. 😆 

Men tað mest løgna í hesum er, at flestu stóru vesturlendsku miðlarnir diskaðu upp við líknandi vitleysum frágreiðingum um hendingina, og flest øll hoppaðu uppá allar hesar moldboara-søgurnar.

Men vegna hesa yvirgangsatsøkn, ið framd var av USA/CIA sum høvuðsaktørum við hjálp frá øðrum statum, eydnaðist tað hjá USA at ræna frælsi frá okkum øllum og fekk fólk flest at hoppa uppá allar sínar lygnir. Fólk flest trúgva hesum lygnum framvegis tann dagin í dag ð 21 ár seinni. (2022).

Vinkandi offur! – Àvarast skal um sterkar hendingar har nøkur fólk velja at leypa út úr bygninginum. – Aldursmarkið fyri at hyggja eftir hesum innslagi, er 18 ár.  Ì hesi upptøku kann ein klárt og greitt síggja, at tað bert er í tí ovasta partinum av bygninginum, at nógvur roykur er at síggja og næstan eingin eldur. Men hvussu kundi allur bygningurin rapa uttan at eldur var í restini og tað heilt niður ígjøgnum?

Niðanfyri síggjast 3 video innsløg við “Controlled Demolitions” hvørs líkskapur er so at siga 100% við WTC hendingina í fleiri førum. Her er tískil ikki talan um “muslimskan terror” í vanligari fatan, men terror frá einum heilt øðrum kanti av! Vit tosa nevniliga um eitt” Inside job!” – ”A False Flag Operation!”

Controlled Demolitions” innan byggiídnaðin, 1. Dømi:

Controlled demolitions” innan byggiídnaðin, 2. dømi: Ì hesum innslagi finnast eisini niðurskræðingar sum líkjast akkurát teimum á WTC 7.

Controlled Demolitions” innan byggiídnaðin, 3. dømi: Eisini her finnast fleiri niðurskræðingar sum líkjast akkurát niðurskræðingunum av WTC 7. Eisini verða nøvnini á eksplosivu byggifyritøkunum upplistaðar í endanum av innslagnum, og spurningurin er, um ikki ein av hesum fekk uppgávuna til WTC 7?

Haldi tað er passandi at avrunda hendan táttin við eini lýsandijoke” um hvussu býtt fólk kunnu vera og ikki eru før fyri at leggja 2 + 2 saman? Please make your own math??? 😀 

Dagførd dagfesting 01-12-2022