Hetta segði “Larry Silverstein” um WTC 7 beint áðrenn bygningurin rapaði.
“I remember getting a call from the fire department commander, telling me that they were not sure they were gonna be able to contain the fire, and I said, ‘We’ve had such terrible loss of life, maybe the smartest thing to do is “pull it.” “And they made that decision to pull and we watched the building collapse.”
Larry Silverstein, eigarin av World Trade Center.
Aðrastaðni undir evninum ”Bølmennamentan”, kann ein síggja og hoyra fyrrverandi danska, socialdemokratiska statsministaran ”Poul Nyrup Rasmussen” fortala seg soleiðis, at hann viðgongur at hava móttikið eina telefonuppringing umleið 10 minuttir áðrenn tað fyrsta tornið “WTC 1” rapaði, at tað fór at rapa. Hvør ringdi til ”PNR?” Ein má eisini spyrja inn til um, hvørji eru ella vóru ”TEY?” Silverstein sigur jú: ”And THEY made that decision to pull …“
Longra video innslagið niðanfyri avdúkar hvat tað merkir á fakmáli: “Make the pull, pull it o.s.frv.!”
Pull it! Boðini eru sólaklár um, at bygningurin skuldi rívast niður. Hetta var altso einki terrorálop uttanífrá, men eitt samskipa terror- og niðurrapingarprojekt innanífrá, framt av kreftum í USA og serfrøðingarbólkum úr Vesturheiminum.
Hvat frøðiheitið (terminologiin): ”PULL IT” merkir innan byggivinnuna! Her kunnu vit hoyra Larry Silverstein stutt greiða frá tí, sum eg longu havi nevnt í hesi grein. Her verður eisini avdúkað, at spyrjarin fær tað einfalda svarið, at ”pull it” merkir stutt og greitt, at bygningurin skal rívast niður. – Pull the building down, verður sagt.
Dagførd dagfesting 01-12-2022