“FAKE NEWS” hava myrt milliónir av menniskjum! Innleiðandi innslag, sum gevur eina hóming av, hvat tað veruliga er vit hava við at gera av ræðuleikum!
Krígsmaskinan!
Vesturheimurin verður stýrdur av teimum kreftum ið stýra amerikanska krígsídnaðin og heilivágsídnaðin.
So leingi sum fólkið/veljarin bara letur standa til og letur sum luft, koma hesi murubrekaðu (psykopatisku) drápsfólk, ið tjena tonsavís av pengum uppá kríggj og heilivág, framáhaldandi at hava alt valdið á heimsstigi. Tað eru einans veljararnir í teimum avvarðandi londunum ið kunnu steðga hesum galskapinum, við ikki at velja hesar lystnu, drápsfúsu, drápshugaðu og murubrekaðu (psykopatisku) fólkini, og harvið seta slík við valdið.
Hetta, at vera undir følskum merki (False Flag) í týðingini ”at fjala veruligu ætlanirnar,” tað er júst hetta ið USA og viðhaldskreftir framdu við atsøknini tann 11. septempur 2001. Og tað er í stóran mun hesum viðvíkjandi, at hetta innleggið kemur at snúgva seg um.
False Flag Operation kann uttan iva frágreiðast uppá ymiskar mátar, men her skal eg útleggja eina frágreiðing uppá hetta fyribrigdið á donskum máli:
”En False Flag Operation” er kendetegnet ved tilsyneladende at være udført af en bestemt operatør ”X”, der i virkeligheden ikke har udført den, mod offeret ”Y”. Operationen arrangeres og udføres i virkeligheden af den skjulte intrigemager ”Z”, som for egen vinding skyld, ønsker at sætte ondt blod mellem X og Y. Princippet kaldes også for “del og hersk”.
Fyrst slaktaði USA og viðhaldskreftir umleið 3.000 av sínum egnu borgarum, fyri síðani at framstilla ein óhugnaligan, hugskaptan/ímyndaðan/uppspunnan fígginda, sum als einki hevði við sjálva hendingina ”9/11” at gera. Til hetta brúkti USA allar teir stóru miðlarnar í vestureuropa til at spræna allar sínar propagandisku lygnir út til allar borgararnar í heiminum.
Tey allarflestu hoppaðu uppá hesar fatalu myrðandi lygnir. Framvegis í dag, (góð 21 ár seinni – 2022), trúgva fólk uppá hesar óhugnaligu lygnir.
Men alt hetta setti USA í verk fyri harvið at kunna sleppa at fara í kríggj. Eitt kríggj, sum amerikonsku veljararnir ongantíð høvdu givið sítt samtykki til annars, men á henda djevulska háttin grunda á lygn, kundi amerikanska stjórnin fáa sítt samtykki frá veljaranum.
Tað mest undrunarverda í hesum er, at fólk flest halda enn í dag, at har rapaðu einans 2 torn, men har rapaði altso eitt triðja torn, tó uttan at nakað flogfar rendi á hetta tornið. ”WTC 7.”
Annars skal viðmerkjast her beinanvegin, at hetta er langt frá fyrstu ferð at USA fremur slíkar “False Flag” atgerðir (operatiónir). Tær finnast í rúgvuvís, og nakrar av hesum verða tiknar fram seinni í hesi framløgu undir evninum “Bølmennamentan!”.
Dagførd dagfesting 01-12-2022