Bølmennamentan 01 – Forrit

Tá bølmennir skína sum einglar!

Beistið hevur ikki broytt seg til tað betra! “Og tóat tey kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað.” (Róm. 1:32).

Tey dugdu at síggja longu tá hvussu tingini veruliga hanga saman. Fólkið í dag sær einki.

Vesturheimurin verður m.a. stýrdur av teimum kreftum ið stýra krígsídnaðinum og heilivágsídnaðinum.

Stutta av tí langa er fylgjandi:

Tað hevur einki kríggj ella størri samanbrestur farið fram á hesi fold síðani annað verðinskríggj, ið ikki er kveikt ella framkallað av heimsins størstu krígsmakt, sum sjálvsagt er USA.

Og vegna hesa krígsmakt, verður tá serliga sipað til meginklikuna í CIA, nakrar ovurhonds ríkar oljufamiljur og so amerikanski vápnaídnaðurin og heilivágsídnaðurin v.m., sum hava funnið saman í eini stórari, kraftfullari og sera vandamiklari fløkju.

Og tá so hesin sami forbronglaði bólkurin av eini fløkju samstundis eigur teir stóru miðlarnar í vesturheiminum, og sum annars áttu at havt sagt okkum sannleikan um 11. september 2001, so er tað jú ein sjálvfylgja, hví vit ikki hava fingið sannleikan at vita um hesi ting og sakir.

Tey sonnu yvirgangsfólkini hava funnið rætta mátan at villleiða allan heimin við.

Hetta evnið stingur sera djúpt, og mong eru tey sum ikki duga at fata óndskapin í hesi hending, hvussu væl lygnirnar eru smíðaðar og settar saman av statum við góðari hjálp frá miðlunum.

Tey eru eisini mong sum nokta tað sjónska í málinum. Tað einasta fólk hava at siga um hesa yvirgangsatsøkn (terrorhandling) í USA viðv. World Trade Center (WTC) til at verja lygnina, tá onnur koma við eini meiri skilagóðari frágreiðing um hendingina, erkonspiratiónsteori.” Og eg kann ikki annað enn geva teimum rætt í hesum, at teirra egnu frágreiðingar eru av sonnum konspiratiónsteoriir. Tí tey siga bara hetta eina orðið ”konspiratiónsteori.” Men eingin nærri og neyvari frágreiðing fylgir við teirra ákærum ið kann knýtast til vísdóm, vit, kunnskap og skil!

Eingin ivi skal vera her, at vit hava ikki longur við konspiratiónsteoriir at gera, men hinvegin kann ein av sonnum kalla alt í hesum innlegginum fyri ”KONSPIRATIÒNSFAKTA!” Tí at meginparturin vegna hesa brotsgerð er avdúkaður eftirhondini og veruligu brotsfólkini hava givið til kennar, at stórt sæð alt var lygn sum miðlarnir søgdu fyri fólkinum, men tað fær tíverri ongar avleiðingar fyri brotsfólkini. Stóru miðlarnir í vesturheiminum vóru og eru framvegis stýrdir og kontrolleraðir av teimum veruligu brotsfólkunum.

Men ein samansvørjing (konspiratión) var hendingin 9/11 ímóti tær, mær og øllum heimsíbúgvunum annars. Og hetta eru veruligar samansvørjingar ið eftirhondini eru vorðnar almannakunnigar, kanska ikki í fullum máli, men eingin ivi er longur um, hvør veruligi bøðilin var! Alt hetta og meira til, skal leggjast á bert á hesi heimasíðu við teirri vón um, at fólk til endans fara at vakna við kaldan dreym.

Ein góður lærusetningur er hesin: “Lær teg at trúgva tí sum tú sjálv/ur sær, men ikki tað, sum aðrar kreftir vilja hava teg at síggja og trúgva og billa tær inn!” (Fyrst og fremst teir statsautoriseraðu miðlarnir, men aðrir miðlar eru eisini í lummanum hjá veruligu brotsfólkunum). – Og fyri alt í verðini og Guds skyld, lærið tykkum at hugsa sjálvi og kempa eitt sindur fyri at rokna ting og sakir út sjálvi eisini?

Ein kann ikki altíð læsa seg fastan í, at alt skal skjalprógvast. Sunn fornuft og logikkur er hvørki skeivt ella órættvíst at brúka í slíkum førum. Sum t.d., at tvey flogfør av aluminium kunnu á ongan hátt fáa so stórar bygningar at rapa, hvørs beinagrindir (konstruktiónir) vóru bygdar av sverum stáli? Tí er tað ein spyr fólk fyri at fáa tey at vakna: ”Tveir flúgvarar og trý torn, hvussu gamal eru tygum? 5, 6 ella 7 ár?” Altso, ein má spyrja seg sjálvan um, hvussu tað 3. tornið kundi rapa (umleið 7 tímar seinni enn hini bæði) og sum stóð eini 100 metur burtur frá hinum báðum og uttan at nakar flúgvari rendi á hetta torniðhvørs botnvídd (grundflada) var til støddar sum ein fótbóltsvøllur?

Eitt annað ein kann bíta merkið í er, at aftaná har sagt verður, at flogførini hava rent á tey tvey tornini og gjørt hol á bygningarnar, so kann ein síggja á upptøkum, at har standa fólk á lívi og hyggja út, veittra um hjálp, og líka sum panikksligin leita eftir einum fluktvegi. Men tað ironiska í hesum er, at uppáhaldni frá tvørlyntum um, at tornini rapaðu vegna ógvusliga hitan frá eldinum í bygningunum, sum var minimalur og fevndi bert um fáar hæddir (etagur) í erva, kann ikki vera sannur, tí at so kundu fólk ikki vera á lívi, vinkandi og rópandi um hjálp í einum so ógvusligum hita sum kundi fáa stál at smelta í WTC 1 og WTC 2 næstan samstundis. Sjálvt smábørn duga at síggja, at tílíkt ikki kann lata seg gera.

Men eg komi at fara sera djúpt, vítt og breitt innan hetta evnið við øllum teimum keldum eg klári at finna fram. Og her eru mong óhugnalig ting og sakir at vísa á og sum miðlarnir fyri langari tíð síðani áttu at havt kunnað fólkinum um.

Hvussu djúpt eg komi at kava í øllum hesum lúsutu og luskutu viðurskiftum, kann bert tíðin fara at avdúka fyri okkum, men sera djúpt stingur rotinskapurin, tíverri.

Almenni fráboðaði tíðindaflutningurin um yvirgangsatsøknina á World Trade Center kann á ongan hátt vera sannur. Ì dag kann ein bert finna ein sannleika í øllum hesum ruðuleika og ræðuleika, og tað er, at alt hetta hendi veruliga í USA. Restin er heilaspuni. Rætta orðið at nýta um hendingina 9/11 er, at hetta var tað ið kalla verður fyri ein ”FFO” (False Flag Operation)!

Dagførd dagfesting 01-12-2022