”Fólk Mítt gongur til grundar, tí tað hevur ikki kunnskap ………” (Hos. 4:6).
Eitt fólk uttan kunnleika um sonnu stø₫una í sokalla₫a Ríkisfelagsskapinum.
Í 1849 var₫ nakað, sum líktist fólkaræði í danska kongsríkinum, men tað varð broytt í 1855, tá ið kongurin aftur fekk politiska valdið við at lei₫a fremsta setrið í Ríkisráðnum, har allar týðandi avgerðir ver₫a tiknar, tað er tí ikki á Fólkatingi, har allar týðandi avgerðir ver₫a tiknar. Í 1849 hevði kongurin bert hernaðarligt vald í danska kongsríkinum.
Ráðharrarnir (ministararnir) kunnu bara rætta hond sína upp í Ríkisráðnum og bíða eftir at verða spurdir. Teir hava einki vald í sjálvum sær uttan bert kongsins (ikki fólksins) delegera (umbo₫a) vald. Einhvør rá₫harri (ministari) tænir tí altí₫ monarkinum og ongantí₫ fólkinum. Sama ger seg galdandi fyri sokalla₫u føroysku fólkatingslimunum.
Landsstýri₫ er fyri so vítt einans at rokna fyri ein danskur ministari, i₫ eisini er ein tænari hjá monarkinum/einaræ₫isharranum.
Tá monarkurin hevur oddasessin í Ríkisráðnum (Grundl. §17) og útinnir vald sítt gjøgnum sínar ráðharrar/ministarar (§12), og omaná tað heila kann monarkurin ikki revsast líkamiki₫ hvørji brotsverk monarkurin útinnir/setir í verk (§13), so hevur monarkurin ALT valdið og ikki bert partvíst, ei heldur skert vald, i₫ ávirkar monarksins einaræ₫is vald av týdningi. Tvs., at í versta førinum kunnu ráharrarnir (ministararnir) revsast fyri brotsverkini hjá monarkinum. Men hetta ver₫ur billa fólkinum inn, at ta₫ er eitt demokratiskt fólkavalt fólkastýri₫ i₫ talan er um, – hvussu tápulig kunnu fólk ikki vera at slúka tílíkum lygnum rátt?
Allar týðandi avgerðir verða tiknar í Ríkisrá₫num av monarkinum, áðrenn tær koma í fólkatingi₫ til vi₫ger₫ar fyri sjónarskyld, so tað sær út til, at fólkið hevur nakað at siga. Tað gevur regentinum ósjónligt fullvald aftanfyri gardinurnar, so sjálvandi skrivar monarkurin undir uppá ting og sakir, sum monarkurin sjálvur EINSAMALLUR hevur avgjørt frammanundan, og sum fólkatingi₫ frammanundan hevur fingi₫ bo₫ um frá monarkinum í Ríkisrá₫num at ver₫a gó₫tiki₫ av einum meiriluta í fólkatinginum. Restin er bert ein sjónleikur fyri gallaríinum.
Um ráðharrarnir/ministararnir ikki kunnu finna ein máta at lýða monarkinum, halda teir ikki §12 í stýrisskipanarlógini, og tá kunnu teir møta §32 undir punkti. 2. ella, um monarkurin velur at ver₫a meiri grovur í síni avger₫, §16. Antin koyrir monarkurin teir úr starvi ella ákærir hann teir.
Gevið gætur, at §32 stk. 2. varð gjørt eftir páskakreppuna soleiðis, at tað ikki hendi aftur.
Tað eru nógvir politikarar, sum hava sagt sannleikan (bara ikki í Føroyum), at kongurin/monarkurin bestemmar og ikki forsætisráðharrin, men tað er sum um fólkið ikki vil hoyra tað. Her eru nøkur fá dømi:
Søren Pind (hóast svikaligur í sínum verki) skrivaði sannleikan, tá hann skrivaði, at ráðharrarnir/ministararnir eru tænarar hjá monarkinum, ikki fólksins tænarar.
Helle Thorning Schmidt segði sannleikan í røðu síni til nú fráfarnu drotningina, at hon (fráfarna drotningin) hevur, við síni vitandi leiðslu (med sin kyndige ledelse), staðið á odda fyri 8 forsætisráðharrum og nógv fleiri stjórnum og ráðharrum/ministarum.
Morten Messerschmidt segði sannleikan, tá hann segði, at ráðharrarnir/ministararnir, uttan iva, eru tænarar hjá monarkinum (ikki fólkinum).
Jacob Ellemann-Jensen segði sannleikan, tá hann segði, at forsætisrá₫harrin, Mette Frederiksen, er eitt slag av miðalstjóra (mellemleder), og monarkurin teirra stjóri (Min chef er hendes majestæt, dronningen/monarken/regenten). Hann var eisini kallaður inn sjúkur, tað var drotningin ikki sørt glað fyri. Altso, tá saman um kemur, so er monarkurin stjórin í donsku stjórnini og ikki forsætisráðharrin!
Morten Dahlin: tá tú fært møguleikan at traðka inn í “hennara hátign DROTNINGA STJÓRN“, sigur tú JA. V.ø.o., so er danska stjórnin = stjórnin hjá monarkinum – ikki fólksins stjórn og tískil ikki talan um eitt demokratiskt fólkavalt fólkaræ₫i! Harvi₫ ei heldur í Føroyum ella Grønlandi!
OG MONARKURIN ER IKKI FÓLKAVALDUR!
Avrunding:
Billa hevur altí₫ veri₫ fólkinum inn, at stýrishátturin í sokalla₫a Ríkisfelagsskapinum kemur inn undir heiti₫ ”demokratiskt fólkavalt fólkaræ₫i.” Hetta er sjálvsagt ein lodrøtt lygn.
Danska grundlógin sjálv avdúkar fyri okkum hvat slag av stýrisskipan altí₫ hevur veri₫ talan um. Danska grundlógin avdúkar hettar fyri okkum: ”Regeringsformen er indskrænket-monarkisk. Kongemagten nedarves til mænd og kvinder efter de i tronfølgeloven af 27. marts 1953 fastsatte regler.” (§2).
Her skal ein serliga bíta merki í tekstin sum avdúkar, at ”KONGALIGA VALDIĐ ER ARVAĐ AV MONNUM OG KVINNUM” eftir ávisum reglum, sum eru ásettar í lógini um trónuskifti frá 27. mars 1953.” (§2). Hetta merkir, at bara fólk innanfyri royalu familjuna kunnu arva hetta stjórnarvald.
Og ver₫ur stjórnarvaldi₫ yvirlati₫ gjøgnum ein familjuarv, hvussu kunnu politikkarar tá fáa seg til at trúgva tí og billa sær sjálvum og fólkinum inn, at talan er um eitt demokratiskt fólkavalt fólkaræ₫i???
Hvørjum skúla hava tit gingi₫ á?
Og grava vit eitt sindur djúpari, so avdúkar Mr. Messerschmidt, at §12 skal samanlesast vi₫ §3 í donsku grundlógini. Og hvat sigur so §12?, jú: ”Kongen har med de i denne grundlov fastsatte indskrænkninger den højeste myndighed over alle rigets anliggender og udøver den gennem ministrene.”
Hetta er klár tala, so ta₫ ber ikki til at fara skeivur í málinum: ”Kongurin/monarkurin hevur hægsta myndugleika yvir øllum ríkismálum og útinnir tað gjøgnum ráðharrarnar/ministararnar!”
Og hvat sigur so §3 í donsku grundlógini? Jú: ”……. Den udøvende magt er hos kongen. …….” Tvs., at ”ta₫ útinnandi valdið liggur hjá konginum/monarkinum.” Eisini yvir øllum ríkismálum í Føroyum og Grønlandi.
ALTSO, ÚTINNANDI VALDIĐ LIGGUR HJÁ KONGINUM/MONARKINUM OG HARVIĐ IKKI HJÁ FÓLKINUM!
Hetta merkir so aftur ta₫, at í sokalla₫a Ríkisfelagsskapinum er als ikki talan um naka₫ demokratiskt fólkavalt fólkaræ₫i, nei hetta er bert ein illusión, eitt fata morgana sum politisku kreftirnar síggja fyri sær í eini oy₫imørk, rúsa₫ir vi₫ onkrum sjónhvørvis evnum.
Eg dugdi at lesa á₫renn eg byrja₫i í 1. flokki. Sum ta₫ sær út fyri mær, so duga fólk flest ikki enn at lesa vi₫ øllum sínum nýmoderna₫um lærustovnum. Tey gerast býttari og býttari fyri hvønn dag sum fer.
Danska grundlógin skal ikki tulkast, men lesast og skiljast júst so sum ta₫ har stendur skriva₫. Persónliga skíti eg sjálvur á donsku grundlógina eftirsum at ein onnur grundlóg er galdandi í mínum hjarta, og hon er alt anna₫ enn donsk! Annars er at upplýsa, at eingin av teimum sum svørja halgan ei₫ um at yvirhalda donsku grundlógina, hava yvirhildi₫ hana á nakran hátt. Tey bróta hana dag og dagliga.
Eg upplýsi hetta bara fyri tykkum sum eru heilavaska₫i til at trúgva lygnini, at stýrishátturin í sokalla₫a Ríkisfelagsskapinum sigst vera eitt demokratiskt fólkavalt fólkaræ₫i, men so er ikki og hevur ongantí₫ veri₫ ta₫, og fer neyvan nakrantí₫ at ver₫a ta₫!
Ta₫ er ikki forsætisrá₫harrin sum situr í førarasætinum í donsku stjórnini, men harafturímóti er ta₫ monarkurin sum jú eisini er limur í donsku stjórnini, sum sjálvur er førarin av skútuni.
Tá minkavirksemi í DK var₫ avlíva₫ uttan lógarheimild og forsætisrá₫harrin úttala₫i seg um, at bo₫ini komu frá hægri myndugleikum, var₫ dúgliga spurt av mi₫lunum um hvør myndugleiki sum gav bo₫ini um at avlíva minkarnar í DK. Forsætisrá₫harrin royndi at snúgva sær undan átro₫kandi spurninginum og tosa₫i dúgligani uttanum ta₫ heila, men nógvar mána₫ir seinni seg₫i Mette F., at avger₫in var hennara aleina. Hetta var sjálvandi lygn eftirsum hon hev₫i á₫ur nevnt, at bo₫ini komu frá hægri myndugleika. Tey lúgva fólk beint upp í eyguni vi₫ einum stórum smíli á varrunum!
Og hvør annar hægri myndugleiki kundi tá vera talan um uttan monarkurin sjálvur, sum tá var danska drotningin? Sí₫ani kann ein altí₫ kjakast um hvør áleg₫i monarkinum hesi bo₫??? WHO, WEF, ST ella Royal and Elite of Europe?
So miki₫ fyri hetta sokalla₫a falska og svikaliga demokratiska fólkavalda fólkaræ₫i. Fólksins skomm er risastór ikki at duga síggja hesi vi₫urskiftir hvussu tey veruliga hanga saman, og skommin er enn størri tá skúlar og hægri lærudeildir og tess lærarar ikki læra veruliga samanhangin í samfelagnum, men hinvegin lúgva garvilt fyri sínum næmingum uttan himpr.