Vandamikil pátrúgv

Fávitska er einans eydnusæl inntil spurningurin, ið tú lat sum um tú ikki sá ella ikki vildi vita av, brádliga stingur seg upp og bítur eitt petti av dyntlinum hjá tær.”

Besti hátturin at klikkja eyðmýkjandi niður á fólk, er at raka tey har tað ger mest ilt.

Heilsu teirra, børn teirra, teirra fenað, teirra rættindir og sjálvsavgerðarrætt v.m..”

Um hetta ikki eydnast við tílíkum yvirgangsatsøknum frá myndugleikunum, so skal tummilfingur-spenniskrúvan strammast enn harðari fyri at taka tað síðsta frá teimum, tvs., teirra pengapung og teirra virðileika.

Við hesum innleiðandi teksti kann ein so bjóða fólki vælkomnum innar gáttina hjá sokallaða Ríkisfelagsskapinum og tess politikki. Eitt stjórnargrundarlag av tílíkum slagi, ……. sum tað stórt sæð altíð hevur verið, tíverri!

Hvørji eru so tá hesi, sum greiða atkvøðu til ein deyðan atkvøðukassa og harvið geva sítt samtykki til at lata seg stjórna av líka so heilatómum/deyðum og hjarta-glataðum politikkarum?

Hesi biðja sjálvi um at verða dripin av teimum sum tey velja = ein sjálvmorðs ágerð!

Hvat við teimum sum ikki vildu ganga við djevlamasku og framvegis ikki gera tað? Hvat við teimum ótestaðu, óvaccineraðu, heimleysu (og tey ávegis heimleysu). Hvat við teimum sum ikki vildu hava vaccinupass, MitID (samleika prógvið) og ikki vildu skriva undir uppá hvítvaskingar-spurnarblaðið frá brotsmanna-samtakinum innan bankakervinum? Hví skulu hesi frystast úti av samfelagnum sum spidølsk, speirekast, happast, revsast og gjørd friðleys?

Hvørjar vóru teirra brotsgerðirút yvir tað, at siga sannleikan og standa við sannleikan?

Tær brotsligu hvítvaskingar sum higartil hava verið, hava bankaleiðslurnar, í flestu førum, sjálvar staðið fyri og ikki kundarnir!”

Verður næsta svika-átakið tvingsils-vaccinatión í eini hvørjari konsentratiónslegu, 15 minuttirs býir/bygdir, eta insektir frá pápabeiggja Schwab, svøltast í hel ella kanska steikjast á grillini 5G+?

Fólk flest gera bara eftir tí (stórt sæð við bindi fyri eyguni) sum tey uppfata sum myndugleikar og myndugleiki, og gera bert tað sama sum meirilutin ger. Tey eru líkasum skráløgd sjálvvirkandi (programmeraði), í trælbundnari eftirlíknan uttan at grunda stórvegis yvir, at hesin mátin at liva uppá hevur oyðileggjandi ávirkan fyri lív teirra og onnur við.

Fylgjurnar av áðurnevnda stavar frá trælkandi og lívshættisligari pátrúgv um, at stjórnir og fjølmiðlar ikki kunnu finna uppá ella vilja lumpa, svika og lúgva so drápshugaði og drápsfús, sum tey nú einaferð hava gjørt og framvegis gera yvir fyri fólkinum. Sama býtta, men vandamikla pátrúgvin ger seg galdandi yvir fyri læknum, yvirlæknum, serlæknum, heilsuverkum, heilivágsídnaðin, vaccinum, kríggjum, heilavaskandi trúgv uppá stjórnir, ókunnleiki um loyniligar stjórnarvaldsgerðir, ókunnleiki um False Flag atgerðir, lokabrøgd (manipulatiónir) v.fl..

Hendan vandamikla pátrúgvin skapar ein klassa av hægri útlærdum pensum-papageykum ið stjórna fyri autoritets-trúnni, hvítvaskar virðisleyst, vísindaligt svik (Wifi, GMO o.s.frv.) og endurskipar týningina av menniskjum, sálarliga, kropsliga, mentanarliga, samfelagsliga v.m..

At vera sín egin bøðil og fyri onnur, uttan at vita av tí, – tað er uttan iva tað mest vitleysa eitt menniskja kann koma út fyri í sínum lívi. Hesi menniskjur eru per definitión, vegna fylgjurnar av teirra handlingum og atburði, sum oftast vandamikil fyri onnur – óansæð um tey meina hetta kensluliga fordømandi rætt ella ei, tí at í síðsta endanum stendur sannleikin eftir. ”Hentur býttlingur” er ikki bert ein mannminkandi og vanærislig máliska, men samstundis satt á ein lýsandi og uttanveltaðan (neutralan) hátt, líka so leingi sum hetta er í samsvar við sannleikan.

Fávitska er ikki eydnusæla!”

Fávitska er máttloysi (impotensa)!”

Fávitska er ein sjúka (meiri at kalla sálarlig sjúka)!”

Jesus Kristus vitnaði sjálvur um hesa fávitsku har Hann sigur, at fávitska er av tí illa/ónda sum kemur innanfrá og sum er eitt av fleiri tingum ið ger eitt menniskja óreint (sjúkt, sálarliga)! (Mark. 7 : 14-23).

Fávitska er einans eydnusæl inntil spurningurin, ið tú lat sum um tú ikki sá ella ikki vildi vita av, brádliga stingur seg upp og bítur eitt petti av dyntlinum hjá tær.”

Onkursvegna má tað kennast eydnusælt at vandra í tílíkari fávitsku (ignoransu) sum ein tápuligur trælur, at ein kann fáa seg sjálvan til at trúgva uppá myndugleikar (autoritetir), læknar, yvirlæknar, serlæknar, heilsuverkum, heilivágsídnaðinum, tablett- og vaccinuframleiðarum v.m..

At billa sær sjálvum inn, at ein livir í einum demokratiskum samfelagi og hevur ávirkan á tann politikkin ið førdur verður í landinum við at fara á val, tá val er. At billa sær sjálvum inn, at mannarættindini verða yvirhildin í samfelagnum, at einki fátækradømi finst, og at peningur er nakað gott og ongantíð verður brúktur til at manipulera, svika, trælbinda og drepa við.

Àh, hvat má tílík fávitska ikki kennast bæði frígerandi og eydnusæl fyri slík!?

Hvussu mong ting her í lívinum kann ein mannasál bara vera hamrandi líkasæl yvir fyri? Sum t.d. menniskjuni, dýrini, náttúrðuni, jørðini. Einans neyðugt at leggja dent (fokusera) á seg sjálvan, eg, eg, eg og so eitt lítið vet meg sjálvan aftrat…….

Tað mest avskeplaða í øllum hesum er, at sokalla hjartagóð menniskjur kunnu uppføra seg so ræðuligt uttan at fata tað, at tað tey gera, eru ræðuligar gerðir, nei, tvørturímóti; í sjálvfatan eru teirra óndu gerðir ”siðiligt” og ”rættvorðið!”

Borgarligt ólýdni er ikki samfelagsins trupulleiki á okkara døgum. Trupulleikin á okkara døgum er borgarligt lýdni.”

Størsti trupulleikin á okkara døgum er, at fólk um allan heimin hava aktað boðunum frá samfelagsins- og heimsins leiðarum, og vegna hetta sokallaða tápuliga borgarliga lýdni yvirfyri sokallaðu yvirvøldunum, eru 100 tals milliónir vorðin myrd og dripin runt knøttin. Hvat høvdu tey (ofrini) gjørt hesum fávitskutu, at tey máttu bøta við lívi sínum vegna vandamiklu pátrúgv teirra fákunnugu?

Eisini er samfelagsins trupulleikin tann, at fólk um allan heimin eru lýðin yvirfyri (ðtaka) fátækradømi, svongd, býttheit/fávitsku, kríggj og ræðuleika.

Samfelagsins trupulleiki er, at fólk eru lýðin við frákoblaðum heila, at fongslini eru fylt upp við ússaligum tjóvum o.l., og í summum førum ósekum innistongdum, meðan teir yrkisligu (professionellu) tjóvarnir og brotsfólkini stýra landi, ríki og tjóð. Hetta er størsti trupulleikin heimsins samfeløg hava í dag, írokna Ríkisfelagsskapurin, og hevur hetta verið óhugnaliga støðan í øldir stóran part av heiminum!

Fólksins fávitska (ignoransa) er høvuðsorsøkin til, at hesi óhugnaligu viðurskiftir fáa loyvi til at halda áfram, tíverri!

Meginparturin av tí harðskapi og yvirgangi menniskjur hava veitt hvørjum øðrum, stavar ikki frá vanligum brotsfólkum ella sálarligum sjúkum og teirra verkum, men stava frá ”sokallaðum” vanligum og heiðurligum borgarum (í roynd og veru psykopatar sum ganga við masku og síggja respektabul/virðilig út). …. Ein kann fara so langt og siga, at á hesi fold er tað komið so langt nú, at ”normalitetur er eitt og tað sama sum sinnissjúka!” Sinnissjúka, ørskapur og vitloysi er nú á politiskum plani vorðið reglubundið. (Normaliserað)! Partur av hesum ber eisini heitiðpolitiskt siðsemi’ (politisk korrektheit).

Dagsskráin hjá tí topp-úrvalsliðinum (toppelituni), ella rættari sagt snultarunum og sníkunum, er bersýnd……. Svikagerðir ímóti illgrunaleysu landsins íbúgvum, við einum eydnusmílandi andliti (Psykopati).

Men hitt meiniga undirfólkið ið sett eru í starv hjá sokallaðu myndugleikunum, hava als ongan varhuga av, hvør ið hevur umbiðið tónleikin ið leiktur verður, ei heldur hvat fyri slag av tónleiki donsku og føroysku myndugleikarnir eru bidnir um at spæla fyri fólkinum.

Tey flestu velja bara at passa sítt arbeiði……. Av ótta fyri at missa sítt arbeiði……. Ak ja, hesir vælsignaðu pengar, ið (næstan) EINGIN enn hevur fatað, at hesin peningur tey stríðast fyri og sum kortini ikki er teirra peningur, er virðisleysur. Hesin peningur, ið eisini gongur undir navninum FIAT peningur og sum er printaður av Statinum/Nationalbankanum, er uttan fulnað. (eingin dekningur).

Tað er syrgiligt at vera vitni til, at so mong eru hoppað uppí hendan lygivognin og m.a. hava latið seg sjálvi og børn teirra spræna inn við skaðiligum eitri. – Sjálvandi íðtrúni’ – ella?

Fyri ikki at gloyma:

Framstandandi politikkarar fara altíð at uppfinna bíligar lygnir, ákæra og brigsla tí tjóðini ið álopin verður, og fólk flest vilja altíð stilla seg nøgd við tílík samvitskudoyvandi svikabrøgd. Tey fara nágreiniliga at rannsaka hesi svikabrøgd, men nokta fyri at kanna eitthvørt mótprógv; á hendan háttin vilja tey sannføra seg sjálvi um, at kríggið er rættvíst og takka Gudi fyri uppiborna svøvnin, tey harvið kunnu njóta, aftaná hesa mannagong av snirklaða fantasimynstrinum av einum sjálvsviki.

Eftir hesum leisti verða tey flestu gjøgnumsteikt heilagrillaði, men tey flestu koma ongantíð yvir tað, og velja tí ístaðin fyri at kalla nýggju støðuna fyri ”eitt rættvorðið lív!”

Flest øll menniskjur liva eitt maskulív. Flest øll menniskjur eru onnur fólk. Teirra tankalív eru meiningar og áskoðanir hjá øðrum menniskjum. Lív teirra ein eftirgerð/herming av øðrum menniskjum. Teirra ovurhugi er ein endurgeving.

Tá tann dagurin er upprunnin hvar menniskjan hevur mist sambandið við síni egnu lívsvirðir, liva tey bert í eini verjustøðu!

https://lognbra.com/wp-content/uploads/2023/08/Drabsfaget.jpg