Vegna burturbeining av grein míni í Vága portalinum tann 19-04-2023, er hendan útgávan ein væl munandi víðka útgáva í samband við ta greinina.
Sjúrður Skaale hevði eina grein í Vága portalinum (18-04-2023) undir yvirskriftini ”Stovuhundur ella Tindasvín!” Eins og tað hesi seinastu uml. 3 árini hevur verið við lygiátakinum Covid19, so kann ein avlesa tankan aftanfyri tekstin hjá Sjúrður Skaale, at innlegg hansara var ætlað sum eitt ræðuátak til føroyingar í Føroyum við tí fyri eyga, at fáa føroyingar flest til at undirgeva seg nazi-fasistiska politikkin, sum ráksnúningurin (opportunisturin) Fívilin Skaale er vorðin so glaður fyri, og ein kann bara undrast yvir hvat slag av gularót varð honum givin og av hvørjum, til at virka fyri tílíkum nazi-fasistiskum politikki? Men tað fer nærmasta komandi tíð uttan iva at avdúka fyri okkum. Tað kundi verið líkt til, at greinin hjá Sjúrður Skaale eisini er tikin av aftur Vága portalinum, eftirsum eg ikki fann hana aftur har undir ”Search.” Men eg fann so somu grein inni á In.fo.
Kelduleinkja: https://in.fo/news-detail/foeroyar-stovuhundur-ella-tindasvin
Vegna hesa grein hansara, valdi eg at gera eina viðmerking, ið fyri tað mesta snúði seg um upprunan til NATO og minst um Sjúrður sjálvan. Hendan mín viðmerking kom í Vága portalin (19-04-2023) undir yvirskriftini: ”Fívilin »stakkalin« Skaale,” men eftir fáum tímum varð greinin tikin av aftur Vága portalinum. Eg spurdi skrivliga Vága portalin um hví greinin var tikin av aftur portalinum, og svarið var, at ”klagur vóru komnar inn viðvíkjandi greinini hjá mær.” Eg spurdi so aftur um hvør ella hvørji høvdu klagað um greinina, men tað kundi eg so ikki fáa upplýst. Ei heldur fekk eg at vita hvat í greinini sum fekk líktornina at grógva fram hjá klagufólkunum.
Mítt besta boð er tó, at orsøkin var kunningin um upprunan til NATO, og hvørjir veruligu stovnararnir vóru av NATO, tvs., nakrar av teimum stovnarakreftunum, og av hvørjum slagi hesar stovnarakreftir vóru. Hetta fekk so uttan iva nazi-fasistisku fjeppararnar (nazi-fasist-sympatisørarnar) í Føroyum upp úr lenistólinum í vreiði. Her kann so leggjast aftrat, at á mínum egna FB vanga varð eg álopin beinanvegin av tveimum monnum við ákærunum um, at eg var nazi-tilhangari hóast mítt skriv ber fult brá av at vera ímóti nazi-fasismuni og tess politikki. Eg varð enntá stemplaður sum hatursfullur tí eg avdúkaði duldu nazi-fasismuna í samfelagnum. Tíverri, ikki bara fáir, men nógvir nazi-fasist fjepparar eru at finna í sokallaða ”rotna Ríkisfelagsskapinum,” enntá á ovastu rókunum, eisini innan kirkjur og samkomur, so løgið tað enn kann ljóða, men kortini satt.
Hetta avdúkar so eisini fyri okkum, at miðlarnir í Føroyum á ongan hátt eru óheftir politiskt ella átrúnarliga, og at mistankin um, at miðlarnir og miðlapolitikkurin verður stýrdur uttan um blaðstjórnina sjálva av hægri, gardin-huldufólkakreftum ið eru dukkuførararnir av blaðstjórunum, er vorðin staðfestur nú eisini í Føroyum. Skiljimaskinan er at finna aftanfyri gardinurnar hjá nazi-fasist-gardinpimparunum, behind closed doors.
Men í greinini hjá Sjúrður Skaale er, fyri hann og felagar, einasta bjarging og frelsa her í lívinum, lúshundurin og nazi-svínhundurin og frúu-nazihundurin hjá USA, ið sjálvsagt er NATO. Hann vil hava at føroyingar skulu vera frúu- og taskuhundar hjá danska statsministaranum, Nato og USA. Hesir hundar goyggja nógv tá teir liggja trygt í taskuni hjá húsfrúnni full av biddarapengum.
SS vil hava, at føroyingar skulu bera seg at sum hansara stovuhundur. Føroyingar skulu liggja víðopnir og slanga sær, meðan onnur fóðra teir, og ressast føroyingar eitt sindur, kemur onkur við einum kjøtbeini av flatlondum og kelar føroyingunum undir búkinum lokkandi við onkrum góðgæti, og so halda føroyingar áfram at slanga sær samstundis sum nazi-fasist-tindarnir eykast alsamt á tindasvínbakinum.
Kanska Sjúrður Skaale dyrgir eftir einum Nato-skrivistovu-posti, hvør veit? Tað er kortini til at undrast yvir, at sokallaðir føroyingar sjálvir innbjóða fíggindan inn um egnu gátt. Hesin framferðarháttur kallast á donskum máli fyri ”det glade vanvid!” Og kemur tílíkur politikkur ikki eisini inn undir kategoriina “Landasvik!”?
Ella hava føroyingar púra gloymt nazistisku týningina av milliónum av jødum undir øðrum heimsbardaga? Skulu nú somu hugmyndafrøðingar vera bjargingin fyri Føroyar? Og hvussu nógvar milliónir menniskjur hava USA og NATO ikki slakta síðani NATO varð stovna av nazi-fasistiskum kreftum?
Líka síðani NATO varð stovnað í 1949, hevur NATO verið úti í 13 ólógligum kríggjum, einans grunda á lodrættar lygnir. Tey londini, sum fingu toyggið vóru:
Iran 1953
Guatemala 1954
Egyptaland 1956
Kuba 1961
Vietnam 1964
Nikaragua 1981
Serbia 1999
Afghanistan 2001
Irak 2003
Libya 2011
Syria 2011
Ukraina 2014
Yemen 2015
Øll hesi álop frá nazi-fasista-herinum vóru øll grundað á lodrættar lygnir. Men kortini síggja nógvir føroyingar upp til hetta rovdjórið, írokna hægri kreftir innan sokallaðar kirkjur og samkomur. Har er eingin ið kennir sær hógv ella afturhald í nøkrum tílíkum viðurskiftum, men tað steðgar ikki her við hesum 13 ólógligu yvirgangskríggjunum hjá NATO.
Har finst ein annar nazi-fasistaklubbur ið er enn verri enn NATO, men hvar NATO er sjálvur frúuhundurin hjá viðkomandi. Her er sjálvsagt talan um USA ið hevur ein enn longri ólógligan yvirgangskrígslista síðani annar heimsbardagi hasaði av. Tann listin eg leggi fram her, telur 33 ólóglig álopskríggj sum USA hevur sett í gongd einans grunda á heimabryggjaðar lygnir. Ein sokallaður frímúraralisti uppá 33 ólóglig yvirgangskríggj sett í gongd av hópdrápssamfelagnum USA, sum eisini nógvir føroyingar og sokalla kristin síggja upp til, uttan at bara ein dropi av skomm er at hóma í slíkum kreftum, fullkomiliga siðspilt. Talan er um fulla undirtøku av fólkadrápum av ósekum sálum, ið ikki vitstu av nøkrum, men hildu seg búgva trygg inntil USA tveitti sínar bumbur yvir bleytu óvitandi virðini. Hesin ólógligi bumbu- og krígslistin hjá USA sær soleiðis út:
Korea og Kina 1950-1953 (Koreakríggið)
Guatemala 1954
Indonesia 1958
Kuba 1959-1961
Guatemala 1960
Congo 1964
Laos 1964-1973
Vietnam 1961-1973
Cambodia 1969-1970
Guatemala 1967-1969
Grenada 1983
Libanon 1983, 1984 (Bumbumál bæði í Libya og Syria)
Libya 1986
El Salvador 1980’ini
Nicaragua 1980’ini
Iran 1987
Panama 1989
Iraq 1991 (Persiska golfkríggið)
Kuwait 1991
Somalia 1993
Bosnia 1994, 1995
Sudan 1998
Afghanistan 1998
Yugoslavia 1999
Yemen 2002
Iraq 1991-2003 (USA/UK eftir skipaðum leisti)
Iraq 2003-2015
Afghanistan 2001-2015
Pakistan 2007-2015
Somalia 2007-2008, 2011
Yemen 2009, 2011
Libya 2011, 2015
Syria 2014-2015
Her skal viðmerkjast, at áðurnevndu lond í 33 landa listanum umboða umleið ein triðing av øllum fólkatalinum á jørðini. Og sum áður nevnt, so tosa vit einans um yvirgangsverk frá USA og NATO eftir at annar veraldarbardagi var av. Eitt tíðarskeið uppá 78 ár. (1945-2023).
Ein lítil viðmerking um Laos/Vietnam kríggið:
Lítla landið Laos er tað mest bumbaða landið nakarantíð. Ì árunum 1964-1973, hesi ár hvarí USA alment hernaðarliga var heft at krígnum í Vietnam, vóru bumbur tveittar yvir ymisk støð í Laos heili 580.344 ferðir (ikki bert ein bumba fyri hvørja ferð). Hetta varð til 8 bumbur um minuttin, uttan íhald, døgnið runt í 9 ár. Til samanberingar kann upplýsast, at í 2016 tveitti USA ikki minni enn 26.171 bumbur runt um á klótuni (svarandi til 3 bumbur um tíman í eitt heilt ár) hvørs orsøk skuldi vera, at her ella har rann ein svakur yvirgangskroppur (terroristur) runt, ið mátti týnast. Alt samalt heilaspuni frá USA fyri at sleppa í kríggj.
Leinkja 01: https://www.insider.com/laos-unexploded-bombs-village-xiengkhouang-vietnam-war-photos-2022-4
Leinkja 02: https://www.nationalgeographic.com/magazine/article/laos-recovery-unexploded-ordnance-vietnam-war
Men nú, tá Rusland varð tvungið av USA og NATO inn í Ukraina, nú var fanin leysur beinanvegin, og meginparturin av Vesturheiminum og onnur við fordømdu Putin og Rusland uttan at blunka við, og uttan at kenna til orsøkina hví Rusland valdi at fara inn í Ukraina, men tá USA og NATO myrdu frá hond í áðurnevndu londum, uml. 46 krígsálop í tali, so nú hoyrdist einki kis frá vesturheimsins íbúgvum, eingin fordøming, nei, nú vóru USA og NATO heimsins einglar við snjóhvítum veingjum við tilnavninum ”ein heiløg samgonga,” og øll hini av fúlasta ónda slagi. Alt hetta sum lagt verður fram her skal ikki skiljast soleiðis heldur, at Rusland eingin lík hevur í sínum skápi og einki blóð á sínum hondum. Men skal ein døma í slíkum viðurskiftum, so má ein fyrst kenna til orsøkina, sum t.d. í krígnum í Ukraina, hvat tað var sum elvdi til, at Rusland valdi at gera innrás í Ukraina, og tað hevur víst seg, at tað var USA sum syrgdi fyri, at Rusland hevði einki annað val enn at gera innrás í Ukraina. Men í dag vita vit við vissu, at øll áðurnevndu krígsálop hjá USA og NATO vóru grundað á lodrættar lygnir og einki petti annað, og hvørs lygnir vóru ”cover up” atgerðir til tess at ræna landanna náttúrutilfeingi hjá teimum álopnu londunum, tvs., at USA og NATO framdu tilvitaðar ránsmannaherferðir undir eiti av at berjast ímóti yvirgangi, innflyta og verja demokratiið, men stutta av tí langa er, at øll hesi árini síðani annar heimsbardagi hasaði av, vóru tað USA og NATO sum í roynd og veru vóru heimsins yvirgangskroppar (terroristar). Teir allar grovastu!
Tað er at undrast yvir hvussu fólk fáa sovið um náttina fyri hesum stinkandi hyklaríinum, ið Vesturheimurin er serkønur í at varðveita sum teir dýrabarastu gimsteinar at pynta seg við sum pannuprýði.
Vesturheimurin fekk trýst Rusland til at sameina seg við m.a. Kina, og nú hevur Rusland saman við Kina, Brasilia, India og Suður Afrika upprætta teirra egna gjaldoyra (valuta) BRICS, alt meðan dollarin er helst á veg í søguna. Rættiliga háa russar og kinverjar Vesturheimin fyri teirra býttleika og flenna í kíki, tí at íbúgvarnir í Vesturheiminum eru so sálarliga sjúkir eftirhondini og mugu søkja lækna og sálarfrøðing, tí teir kunnu ikki finna útav longur hvat slag av kyni tey eru. Djúpt sakk Vesturheimurin í sínum egna lorti, sum rætt var, afturfyri teirra egna gleðiliga djevulskap tey framdu ímóti øðrum uttan grund, nakað sum tey nú verða dømd fyri av Gudi, skapara himins og jarðar. Sagt verður jú, at sjálvgjørt er vælgjørt.
Annars var boðskapurin frá Sjúrða eisini tann, at føroyingar áttu at prísa seg lukkuligar yvir at hava NATO, nazi-fasistafamiljuna, sum verjuskjøldur fyri Føroyar. Og Tobbi er nú eisini farin uppí hetta nazi-fasistakórið tá hann syngur sangin ”provokatiónin ið kom eystaneftir!” Tá meinar hann sjálvsagt við Rusland, sum bjargaði Føroyar tá nazi-fasistamóðurland teirra Danmark boykottaði Føroyar í makrelstríðnum. Sálin í hesum sokallaðu føroyingunum, ið órættiliga eru sloppin til róðrið, er deyðasjúk. Kann hetta fólkaslagið søkka djúpari enn tað sama? Hálova nazi-fasismuna ið slaktaði umleið 6 milliónir jødar og hvarí eisini nógvir sigoynarar máttu bøta við lívinum?
Sannleikin er tann, at um tað eydnast hjá nazi-fasistiska Vesturheiminum at fáa øði í russisku bjørnina, so skal ein nógv størri kraft til at verja Føroyar, tí tá strekkja ikki musklarnir til at verja Føroyar, hvørki frá NATO ella USA, sum longu nú skinklar í skræðuni alt meðan russiska bjørnin gerst sterkari og sterkari sum dagarnir líða. Annars er sannroyndin í málinum, at Rusland er als eingin hóttan fyri Føroyar, tvørturímóti. Veruliga hóttanin fyri Føroyar eru júst tær kreftir í Føroyum sum hálova hesar nazi-fasistisku kreftirnar, sum jú USA og NATO av sonnum eru. Sæð frá einum øðrum vinkli av, so kann Rusland gerast ein hóttan fyri Føroyar av teirri einfaldu orsøk, at Føroyar hava valt síðu við at bjóða NATO og USA vælkomnum innum sína gátt, og tað kann sjálvsagt fáa sera álvarsamar fylgjur fyri Føroyar.
Størsta hóttanin fyri Føroyar er júst USA og NATO, ikki bert hernaðarliga, men eisini fíggjarliga.
Ì tí greinini sum Vp.fo fyrst koyrdi í sín portal, men eftirsíðani fáar tímar seinni tók hana av aftur portalinum, tí at duldar kreftir høvdu innsent klagur um greinina ið mær var nokta at fáa at vita, hvør ella hvørji tey vóru sum innsendu klagurnar, tá legði eg nøkur fakta fram í greinini ið var um upprunan til NATO. Hendan lýsingin var skriva á donskum máli, men í hesum innlegginum havi eg gjørt mær ómak við at lýsa somu viðurskiftir á føroyskum máli. Annars er at siga um hendingina viðvíkjandi strikanini av míni grein í Vágaportalinum ið avdúkar, at har sita kreftir aftanfyri gardinurnar og stýra miðlaflutninginum í Føroyum, men ikki tí, sama skili og mannagongdin er stórt sæð hin sama í Danmark og ES/EU londunum við, somuleiðis í USA.
Ein kann stilla spurningin, hvat hevði hent um eg innsendi onkra klagu um onkra grein mær ikki líkaði í VP, hevði VP so strika ta greinina? Sjálvandi ikki tað. Hetta boðar bert frá, at miðlarnir verða stýrdir av duldum kreftum uttan um sjálva blaðstjórnina. Hendan skrønan um, at miðlarnir eru óheftir politiskt og átrúnarliga, er heilavask sum alt annað miðlafjas.
Nøkur søgulig fakta um NATO
Hesi søguligu fakta eru sjálvsagt bert eitt lítið brot av allari heildini, men nóg mikið til at avdúka nazi-fasistiska innara svínhundin í samfelagnum.
NATO varð stovnað í 1949 sum ein samgonga av eini høgravongs-antikommunistiskari stjórnarskipan, og ein má gera sær hetta heilt greitt beinanvegin, at ein av teimum stovnandi limunum av NATO var tað fasistiska einræði í Portugal, men lýsingin um NATO, sum vit so mangan verða heilavaskaði við, at NATO er ein samgonga ið varð til fyri at verja demokratiið, er bæði láturlig og vitleys, ein lodrøtt lygn.
Ein av stovnandi limunum í NATO var í roynd og veru eitt eyðkent fasistiskt einræði, ið hevur sín uppruna í tí eyðkendu europeisku fasismuni í 1930’unum, og er her tá talan um portugisiska fasistiska einræðið, ið annars hevði hjálond (koloniir) í Afrika, har Portugal framdi harðrend oyðingarkríggj, eins og søgan hevur prógvað fyri okkum, at hetta er júst tað sama sum USA og NATO hava framt síðani annar heimsbardagi endaði, tvs., útint harðrend oyðingarkríggj í áðurnevndu londum. Duga fólk als ikki at skilja samanberingina og samanrenningina av hesum einaræðisandanum við sínum óhugnaligu, ræðuligu, oyðandi og drepandi fylgjum? Og hetta er tað sum politiskar kreftir og aðrar kreftir við í Føroyum vilja hava at verja Føroyar, men ímóti hvørjum? Vit fara víðari við NATO-tekstinum.
Um vit venda aftur til sjálva stovnanina av NATO í byrjanini av tí kalda krígnum, so var talan um eina samgongu av eini høgravongs-antikommunistiskari stjórnarskipan, og sjálvandi síggja vit næstan beinanvegin leiklutin hjá NATO við at stuðla nazistum og fasistum sum til dømis í ”hermálsligu atgerðini Gladio” (”Operation Gladio”).
Tað, sum fólk í USA støðugt meira fáa kunnleika um, men hinvegin er nærum ókent í Canada og Vestureuropa, er ”atgerðin Paperclip” (”Operation Paperclip”). Hesa atgerð eru fleiri fjølmiðlar eftirhondini vorðnir varugir við innan fjølmiðlaheimin, tó ikki í sokallaða kongaríkinum Danmark. Ein journalistur, Annie Jacobsen, skrivaði eina bók um ”Operation Paperclip.” Hendan bók varð ummælt eitt sindur í fjølmiðlunum ymsa staðir. Her er talan um CIA atgerðina hvarí stjórnin í USA gav hýru til nógvar fyrrverandi týskar, nazistiskar vísindamenn og verkfrøðingar, og skal her líka strikast undir, at áðurnevndu nazistar stovnaðu m.a. NASA, rúmdarverkætlanina í USA. Hesir nazistar eru fólk ið hjálptu Pentagon og DARPA við at fremja gransking, ið at byrja við bar navnið ARPA og seinni broyttist til navnið DARPA, ið er veruliga høvuðs granskingarmiðstøðin hjá Pentagon. Mong av hesum fólkum vóru nazistar, og vóru fluttir til USA av CIA. Av eintingum innlimaði CIA partar av tí nazistisku njósnaraskipanini, nærri tilskilað Reinhard Gellen, ið var ein av týdningarmiklastu nazi-njósnarunum. Reinhard Gellen yvirvakaði nazi-njósnarauppgávur á eysturvígvøllinum (østfronten), og undir øðrum heimsbardaga var Reinhard Gellen tann hægsti nazi-njósnarin ið hevði eftirlit við njósnara- og fregnartænastu-virkseminum ímóti Sovjetsamveldinum, sum gjørdi hann munadyggan til at verða tann týdningarmiklasti nazi-njósnarin.
Her skal eisini gerast vart við tann ræðuliga og óhugnaliga veruleika, at hesir nazistisku vísindamenn skuldu havt verið stillaðir fram fyri einum krígsrættardómstóli eftir krígslok av øðrum heimsbardaga fyri teirra grovu brotsverk ímóti mannaættini, fyri ikki at gloyma jødatýningina, men USA fekk syrgt fyri hesum soleiðis, at hesir nazista vísindamenn og verkfrøðingar gingu fríir av hesum krígsrættardómstóli. Ì staðin fyri hjálptu hesir nazistar USA fram til tað ódjór USA er í dag, tvs., ein lystmyrðandi manndrápsmaskina. Og frúuhundurin hjá USA, NATO, er ikki eitt hakk frægari enn tað sama, men tað løgna er, at tær leiðandi kreftirnar í Føroyum vilja helst hava hesar manndrápsmaskinur sum verndareinglar, – hvussu kom hettar í lag? Hvørji rúsevnir eru tær leiðandi kreftir í Føroyum ógrøðandi bundin av?
Allir hesir tólbúnaðir so sum “ARPA, DARPA, NASA, CIA v.fl. eru fullkomiliga stovnað av nazistiskum vísindafólkum, sum USA hjálpti at sleppa undan at verða stillaði fram fyri einum krígsrættardómstóli. Talið av týskum nazi-vísindamonnum og verkfrøðingum er mett til at vera umleið 1600 av sama bergi brotin.
Eftir at Reinhard Gellen var fingin til vega av CIA eftir krígslok av øðrum heimsbardaga, hjálpti hann CIA við at gjøgnumføra hernaðarligar atgerðir ímóti Sovjetsamveldinum í eystanveldinum soleiðis, at hesar hernaðarligu atgerðirnar hjá CIA ímóti kommunismuni vórðu, bókstaviliga tala, riknar av áðurnevnda nazistiska njósnaranum, ið yvirvakaði hesar atgerðir ímóti Sovjetsamveldinum. Harumframt var Reinhard Gellen við til at skapa fregnar- og njósnara felagsskapin BD í Vesturtýsklandi, ið framvegis er til sum fregnartænastutólið hjá sameinda týska lýðveldinum, so at hendan týska fregnartænastuskipanin í dag, BD, varð stovnað av tí hægsta nazi-njósnaranum ið tænti CIA, og sum áður nevnt er tað komið fram, at hettar eru fruktirnar av, tí eitt sindur kendu, atgerðini ”Operation Paperclip,” men væl minni kend er atgerðin ”Operation Gladio,” ið varð sett í gongd av CIA og eftirsíðani yvirvaka av NATO.
Nakað av týdningarmiklari søgu um Adolf Heusinger
Adolf Heusinger var ein av teimum mest týdningarmiklastu nazistisku generalunum, og eftirsíðani varð hann hægsti generalurin ið yvirvakaði og hevði eftirlit við kapitalistiska herin í Vesturtýsklandi, og hann hevði eisini eftirlit við hervaldsnevndini (militærkomitéini) hjá NATO, so at Adolf Heusinger er harvið ein av týdningarmiklastu, grundleggjandi fyristøðufólkunum í at skapa NATO sum eitt hernaðarligt krígstól. Adolf Heusinger var ein týðandi nazistiskur, hernaðarligur yvirmaður (offiserur), og hann var samstundis ein partur av einari størri fyriskipan. NATO yvirvakaði eina fyriskipan ið hevði til uppgávu at fíggja fasistar og fyrrverandi nazi-svíkjarar (nazi-kollaboratørar) í øllum Europa, ikki bert í Vestureuropa, men enntá í Miðeuropa og fór eisini inn í Eystureuropa, og tað var hendan atgerðin ið fekk navnið ”Operation Gladio.” Sum nevnt, so er hendan atgerðin best kend sum ”Operation Gladio,” men hetta var í roynd og veru italska navnið á atgerðini. ”Operation Gladio” var kend undir øðrum nøvnum í øðrum londum, men er upprunaliga kend sum ”Operation Gladio,” tí at flestu upplýsingarnir um hesa atgerð koma frá italienska netinum, og ofta vóru hesar atgerðir kallaðar fyri ”stay behind-net-atgerðir.” Fleiri lond vóru fløkt uppí hesar ”stay behind net-atgerðir,” bæði í Vestureuropa og í Miðeuropa. Hvørt av teimum íblandaðu londunum høvdu síni egnu nøvn fyri hesum atgerðum. Atgerðir vórðu m.a. framdar í Belgien, Fraklandi, Eysturríki, Danmark, Týsklandi og Spanien, men hóast Spanien ikki alment var limur í NATO, vitstu øll sjálvandi væl av, at tann fasistiski einaræðisharrin í Spanien, Francisco Franco, samstarvaðist við NATO og sum enn einaferð prógvar fyri okkum, at uppáhaldið um, at uppgávan hjá NATO skal vera at verja og stuðla demokratiið, er fullkomiliga vitleysur pástandur.
NATO er eitt reiðskapstól fyri amerikanskari nazi-fasistiskari imperialismu, ið hevur bæði stuðla og fíggja nazistar og fasistar í tíggjuáraskeiðir!
NATO er ikki ein verjupakt, uttan bara og blekta ein álopsmakt og enn rættari, ein yvirgangsbólkur (ein terror-organisatión).
NATO er ikki bert ein sokalla hernaðarlig samgonga, men er eisini ein búskaparlig samgonga.
Nøkur fakta um ”Operation Gladio!” Evnið fevnir bæði vítt og breitt og stingur eisini sera djúpt. Av tí sama ber ikki til at fáa allar staklutir við, men í hesi video ber til at seta seg eitt sindur inn í tingini og hvussu ræðulig og ónd hesi viðurskiftir eru samansett. Lesarin má tí gera sínar egnu kanningar um ein vil hava meir at vita um hetta evni enn hvat hetta sjónbandsinnleggið avdúkar.
Hvat er málið hjá NATO?
NATO er bara og blekta til fyri at tæna sum eitt týðandi amboð fyri amerikanskari nazi-fasistiskari imperialismu.
”NATO varð skapt serliga fyri at savna (integrera) Vestureuropa hernaðarliga og búskaparliga saman við Norðuramerika í eina eind og undir somu stjórn í hesi – handan Atlantshavið (transatlantisku) – amerikonsku, nazi-fasistisku og imperialistisku samgongu.”
Ì fyrsta og øðrum heimsbardaga upplivdi heimurin tvey gjøgnumheil (massiv) oyðileggjandi kríggj, sum fyrst og fremst gingu fyri seg í Europa, framt av teimum europeisku hjálandaveldunum.
Hugskotið um eina – handan Atlantshavið (transatlantiska) – amerikanska, nazi-fasistiska og imperialistiska samgongu millum Norðuramerika og Vestureuropa, er søguliga sæð heilt nýtt. Men NATO er eitt av lyklatólinum ið syrgir fyri, at Europa er undirgivið og undirlagt tí amerikonsku, nazi-fasistisku imperialismuni, ið ikki bert syrgir fyri, at Europa er hernaðarligt bundið av amerikonsku hernaðarmegini, men sum eisini er USA undirgivið búskaparliga, og hetta kundi ikki havt víst seg meiri greitt enn sum vit sóu viðvíkjandi staðgongukrígnum (proxy kríggið) hjá USA og NATO í Ukraina ímóti Ruslandi, hvarí stórir partar av Europa eru sterkt bundin av russiskari orku, hvar vit eisini hava upplivað útistongsul (boykot) av russiskari olju og gassi, nakað sum ikki bert fer at elva til ein gjøgnumheilan (massivan) innanhýsis trupulleika við himmalhøgum orkuprísum ið føra við sær, at vanlig arbeiðandi menniskjur noyðast at gjalda 3-5 ferðir ella meir fyri teirra orkunýtslu. Hetta merkir eisini, at boykottandi londini eisini verða rakt á egnan búskap ið harvið rakar teirra egna kapitalistklassa.
Hesar áðurnevndu atgerðir koma tískil at skapa eina álvarsama kreppu, tí at tær mest týðandi týsku fyritøkurnar og fronsku ídnaðarkreftirnar koma at gerast fullkomiliga ókappingarfør, eftirsum at tær nú koma at fáa munandi hægri rakstrarfíggjan orsaka av áðurnevndu atgerðum, og fyri eyðvaldið (kapitalismuna) er hetta sjálvandi altíð ein drúgvur túrur niður í kolkjallarin har roynt verður at avmarka allar útreiðslur, sum eisini ber við sær, at trygdin hjá arbeiðarafjøldini verður avmarkað, avmarking av lønunum og avmarking av orkuútreiðslunum. Hetta fær so tær fíggjarligu avleiðingar fyri Europa, ið ikki bert lagar seg eftir tí amerikonsku nazi-fasistisku imperialismuni, men enntá ofrar seg á tí amerikanska nazi-fasistiska altarinum, og meiningin sigst vera tann, at NATO skal vera hin ”sokallaða” verjusamgongan.
Men NATO hevur altíð , í roynd og veru í síni søgu, verið ein stríðshuga, atsøkjandi og áleypandi samgonga. Sum tann hernaðarligi og fíggjarligi armurin hjá tí amerikonsku nazi-fasistisku imperialismuni og eisini sum eitt sermerkt beinleiðis hernaðarligt amboð, hevur NATO verið brúkt ímóti sosialismuni runt um í heiminum.
Aðrir týðandi nazistiskir yvirmenn so sum generalar, stápsstjórar v.m. ið vóru viðstovnarar av NATO:
À myndunum omanfyri síggjast fyrrverandi drápsmenn ið fingu ta vanærisligu æru at stovna NATO, m.a. við tí fyri eyga frá byrjan av, at gera enda á Sovjetsamveldinum/Rusland, kommunismuni og sosialismuni.
Billa varð fólki inn, at NATO skuldi vera ein kelda til frið, støðufesti, knæseting og verju av demokratii. Men hendan lýsingin av NATO hevur víst seg at vera lodrættar lygnir sum áður lýst í hesi grein.
Vesturheimsins sokallaði frælslynti borgarastættur er í veruleikanum ein dáraður, heilavaskaður og sansaleysur hópur.
Hvussu búnaðist yrkisleiðin hjá teimum hægstu yvirmonnunum (offiserunum) frá tí Triðja Ríkinum eftir at tað fall? Og mest umvarðandi, hvar og hvussu búnaðist hendan yrkisleið teirra?
Adolf Heusinger ið longu er umrøddur í hesi grein:
Verkaformaður fyri herleiðsluna fyri hermegini hjá Wermacht.
Formaður fyri hernaðarráðinum í NATO, 1961-1964.
Wermacht stendur fyri: “Allar vápnaðar hermegir í einum landi ella ríki (serstakliga við atliti til tað týska ríkið frá 1921-1945).
Hans Speidel:
Stápsstjóri (Stabschef) fyri Herdeild B við Rommel.
Hægstráðandi yvir NATO í Miðeuropa, 1957-1963.
Johann Steinhof:
Framúrskarandi jagaraflogskipari á eysturvígvøllinum (østfronten)
Formaður fyri hervaldsnevndini hjá NATO, 1971-1974.
Johann von Kleimanseg:
Herleiðslu-yvirmaður hjá yvirherstjórnini í Wermacht.
Hægstráðandi yvir NATO í Miðeuropa, 1967-1968.
Ernst Ferber:
Umsjónar- og eftirlitsmaður hjá heryvirleiðsluni í Wermacht.
Hægstráðandi yvir NATO í Miðeuropa, 1973-1975.
Karl Schnell:
Herleiðslu-yvirmaður yvir stríðsvogna-herdeildini í Wermacht.
Hægstráðandi yvir NATO í Miðeuropa, 1975-1977.
Franz-Josef Schulze:
Yvirmaður í Luftwaffe, móttók Riddarakrossin.
Hægstráðandi yvir NATO í Miðeuropa, 1977-1979.
Ferdinand von Saenger und Etterlin:
Hjálpar-heryvirmaður (Adjudant) hjá yvir-herleiðsluni í Wermacht.
Hægstráðandi yvir NATO í Miðeuropa, 1979-1983.
Brennandi spurningurin er so, um fólk framvegis ikki duga at síggja hvat Nazi-Wermacht og NATO hava til felags? Duga fólk framvegis ikki at samanbera áðurnevnda lista og uppdaga felagsnevnaran hjá Nazi-Wermacht og NATO???
Eins og tað var á døgum Hitlers, so er tað eisini vorðið til á okkara døgum í øllum vesturheims londunum írokna Danmark, Grønland og Føroyar, tvs, at øll londini hava bert eina einfloksskipan, og allir andstøðuflokkarnir eru korrumperaðir til at ýla við úlvunum, ganga í takt við nazistyvlarnar syngjandi nazi-tónan: ” Deutschland, Deutschland über alles.” Eins og Stakkalin Skaale ger alment.
Tríggir teir størstu fíggjarstuðlarnir hjá WHO eru ”Týskland, Bill Gates og USA.” Og sjálvt ES/EU er í stóran mun ein fasistiskur felagsskapur.
Yvirgangskroppurin (Terroristurin) mikli
USA er einasti sambandsríki á foldini sum er vorðið dømt fyri altjóða yvirgangsatsøknir (terrorismu). Hesin dómur varð feldur av tí altjóða dómstólinum í Haag í 1986. Einki annað land, kongsríki ella sambandsríki á foldini hevur havt ta æruna enn uttan bara USA!
Um vit vilja tað ella ei, so kunnu vit ikki koma uttan um, at ein stórur partur av heiminum (Ríkisfelagsskapurin í stóran mun undantikin) sær USA sum ein førandi yvirgangskropp (terrorist) í heiminum, og tað við stak góðum grundum. Vit mugu kenna søguna og vera vitandi um, at USA fekk sín dóm feldan av tí altjóða dómstólinum í Haag í 1986 fyri ”ólógliga valdsnýtslu” (internationala terrorismu) í Nicaragua, og eftirfylgjandi mótmælti USA fundarsamtyktini í FN/UN/ST Trygdarráðnum, sum mælti øllum statum (írokna USA) til at eftirfylgja altjóða lógum. Hetta er so bert ein av mongum líknandi tilburðum viðvíkjandi yvirgangskroppinum USA.
USA er tann mest eyðsýndi og virkandi yvirgangskroppurin (terroristurin) í heiminum, hóast aðrir yvirgangsbólkar (terrorbólkar) eisini eru at finna.
Dómstólurin í Haag dømdi USA til at gevast við sínum yvirgangsatsóknum og at gjalda eina munandi upphædd í endurgjaldi til Nicaragua. Men USA líkt, avvísti USA dómsavgerðina í størstu vanvirðing og herdi ístaðin fyri síni krígsálop ímóti Nicaragua, samstundis sum USA mótmælti fundarsamtyktini í ST/FN/UN Trygdarráði, sum mælti øllum statum (írokna USA) til at eftirfylgja altjóða lógum. V.ø.o., so nýtti USA sín vetorætt ímóti áðurnevndu ST/FN/UN fundarsamtykt (resolutión), og vildi tískil ikki vísa virðing fyri áheitanini um at eftirfylgja ásettu altjóða lógunum um krígsførslu frá ST/FN/UN.
Spell at fólk ikki vilja innsíggja, hvat USA veruliga stendur fyri.
Yvirgangsálopini frá USA øktust munandi í samsvar við tann almenna, vanliga politikkin hjá amerikonsku stjórnini um at leypa á tey sokallaðu ”bleytu virðini” tvs., vanliga, verjuleysa borgaran, heldur enn at søkja at koma í bardaga við sjálvan herin í Nicaragua. Sigur ikki so lítið um ræðuskítin og hjartaloysingin ”USA!” Men hetta var so bert ein staklutur, hvarí Washington útinti sínar yvirgangs atgerðir í Millumamerika í 1980’unum, og sum kostaðu 200.000 menniskjum lívið og hartil løgdu 4 lond í oyði.
“Tá IRA í 1980’unum sprongdi bumbur í London, varð einki krav sett fram um at bumba USA ið var tann týdningarmiklasta keldan av fíggjarligum stuðli til IRA!”
Stjórnin í USA er eitt ódjór av versta slagi ein dugir at ímynda sær og nógv verri enn sum so. USA hevur støðugt ligið í kríggjum yvir 90% av síni livitíð – 226 ár av 247 árum – líka síðani 1776. Av øllum hesum 247 árunum hevur USA einans hildið frið í 21 ár samanlagt. Kortini síggja flest øll í Vesturheiminum upp til hetta beistið og hjartaleysa villdýrið, tíverri.
Kelduleinkja 02: https://crsreports.congress.gov/product/pdf/R/R42738
USA er ein lystmordari. Vei teimum sum síggja upp til USA!
Ein sleppur ikki undan at hugsa tankan um, hvussu mong í Føroyum eru í veruleikanum nazi-fasist-kollaboratørar? Fyrr var tað gjarna soleiðis háttað, at t.d. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vóru roknaðir fyri sosialistaflokkar/kommunistaflokkar, og sjálvt fívilin Skaale byrjaði inni hjá Tjóðveldisflokkinum og flutti síðani yvir í Javnaðarflokkin, men fívilin er nú talurør fyri nazi-fasismuna og umboðar hesar kreftir alment sum javnaðarmaður, men tað ger JF og TF sanniliga eisini nú. Hvat er hent?
Ì DK eru altíð tvær súlur, tann eina reyð (umboðandi kommunismuna/sosialismuna) og hin blá (umboðandi nazi-fasismuna), Men Danmark hevur verið limur í nazi-fasista felagskapinum NATO líka síðani byrjanina í 1949, og í 1973 fór so DK uppí fasista-organisatiónina ES. So í roynd og veru er eingin reyður vongur longur í danska kongsríkinum. Allir flokkar eru nú nasi-fasist bláir. Síðani kríggið í Ukraina byrjaði, hava blá-gulu nazi litirnir prýtt Christiansborg, og hesir somu litir hava eisini verið at sæð í Føroyum, m.a. í KVF.
Tað einasta sum nú manglar í dag er, at allir flokkar rætta høgra armin stívt fram vid við opnari hond og handbakinum vendum uppeftir rópandi: ”SIIIG H…”
Mín meting er so, at væl yvir 50% av leiðandi kreftunum í Føroyum innan allar stovnar eru nazi-fasistar. Ì TAKS eru 100% nazi-fasistar. Taka vit so kirkjur- og samkomur, so eru eisini væl omanfyri tey 50% av teimum leiðandi kreftunum har nazi-fasistar.
Hvat verður so gjørt fyri at skava útyvir hendan stinkandi hundalortin? Jú, boða verður frá, at Føroyar eru eitt demokratiskt samfelag og hartil eisini eitt Kristi samfelag. Og nazi-fasistleiðararnir syngja: ”Okur byggja á tey kristnu virðini!”
Og tey fáfongdu keypa hendan sjónleikin hvørja ferð uttan at blunka við, tíverri.
VAKNIÐ NÚ FØROYAR ÁÐRENN TAÐ VERÐUR OV SEINT!
”Ì navninum Yahavah er hjálp okkara, Hansara, sum hevur skapt himmal og jørð.” (Sálm 124:8). – Ikki í navni nazi-fasistanna.
”So gevið nú uppat at líta á menniskju, sum bert eiga lítlan lívsblástur í nøsini! Hvat er at leggja í tey!” (Es. 2:22).
Ja, gevist nú vid at seta tykkara álit á hesar nazi-fasistisku kreftirnar, at seta álit tykkara á hermegi, heldur enn at seta álit tykkara á skapara himins og jarðar!