Nakrar Niðurstøður
Aftaná alla hesa rúgvuna ið framløgd er, kann tað tykjast trupult líkasum at runda av við tí heila, men skal royna sum frægast.
Fyrst skal sigast, at orkan við at stápla hesa heimasíðu upp á føtur, hevur ikki verið løgd á stavsetingina og teknsetingar, hóast hetta er á hampuligari góðari leið eftir mínum tykki, men meiri á innihaldið, at tað skuldi vera so ríkt, djúptstingandi og fevna so breitt sum gjørligt.
Høvuðsdenturin innan hetta evnið er sjálvandi lagdur á ”yvirgangsatsøknina tann 11. september 2001.” Men onnur viðkomandi evnir eru knýtt uppí, ið hava tilknýtið til heildina.
Saman um tikið kann upplýsast, at eingin almenn frágreiðing fyriliggur enn, um hví WTC tornini rapaðu. Tær almennu frágreiðingarnar sum eru um evnið, fevna bert um fram hartil, hvarí flogførini skulu eitast at renna á tornini og tey spreingjast, og ting og sakir byrja at brenna eitt sindur, men eingin frágreiðing fyriliggur um, hvørjar orsøkirnar vóru til, at tornini rapaðu.
Hinvegin skínur tað so sjónligt ígjøgnum, hví hendan yvirgangsatsøknin varð framd, og skulu nøkur próvtekin takast fram aftur her í endaspurtinum, írokna tí mest vandamiklastu orsøkina. Raðfestingin er tilvildarlig.
1. Tryggingarsvik. WTC varð tryggja ímóti yvirgangsatsøknum fyri 3,5 milliardir US Dollar (t.e. 25,6 MIA DKK). Eigarin (Larry Silverstein) fekk umleið 4,55 milliardir US Dollar inn á sína konto (t.e. 33,3 MIA DKK).
2. Ì WTC 7 torninum lógu skrivstovur uppi á 12. og 13. hædd. Hesar skrivstovur tilhoyrdu SEC (Securitas and Exchange Commission). Uppgávan hjá SEC var at uppklára allar tær innkomnu sakir viðvíkjandi korruptión, sviki og svindli v.m. innan amerikanska vinnulívið.
Um tað mundi tá yvirgangsatsøknirnar vórðu framdar, lógu ikki minni enn 3000 – 4000 sakir uppi á 12. og 13. hædd á WTC 7 til viðgerðar fyri at uppklárast. Ein kann ikki siga annað enn, at hendan yvirgangsatsøknin kom líka sum í tøkum tíma fyri mangar fyritøkur og einkultpersónar í USA.
3. Hendan atsøknin opnaði fyri møguleikunum hjá USA til at leypa á eitthvørt land teimum tørvaði, alt eftir hvørji politisk áhugamál vóru á skránni. Teimum nýttist eftir hetta bara at uppfinna eina lygn um ein terrorist sum skuldi eitast fyri at krógva seg í tí og tí landinum, sum USA hevði hug til at leypa á eftir tørvi. Og hendan møguleikan hevur USA gjørt sær dælt av upp til fleiri ferðir.
4. Bert umleið 2 mánaðir eftir yvirgangsatsøknina tann 11. september 2001, lá tann danski terrorlógarpakkin (terrorpakke 1) klárur til at takast í brúk í Danmark. (Hetta syrgdi táverandi socialdemokratiska stjórnin fyri við Frank Jensen á odda). Tað vísti seg tá, at hetta umsetingarverkið hjá teimum var fult av feilum av teirri orsøk, at tey skundaðu sær so nógv, fyri at Danmark skuldi verða fyrsta landið í Europa sum setti hetta misfostri av einum lógloysispakka í gildi. Eftirsíðani eru feilirnir rættaðir, men tað broytti so einki uppá lógloysisinnihaldið í terrorpakkanum.
Serkønir persónar sum hava kannað hetta lógarverk siga, at eitt tílíkt lógarverk tekur fleiri ár at smíða og seta saman, men hóast hetta, lá hesin lógarpakkin klárur til at takast í brúk sama dagin, sum yvirgangsatsøknin fór fram.
Bara hetta er ein avdúking í sær sjálvum, at USA sjálvt stóð aftanfyri yvirgangsatsøknina ”with a little help from their friends!”
“Síðani tá eru mong grundlógarbrot framd orsaka av hesum snilda listarsviki.”
Stutta av tí langa er, at vegna hesar terrorpakkar, ber tíverri til at leypa bukk um allar grundlógir innan tey umráði, sum USA hevur fult tamarhald á og eftirlit við. Men hetta broytir einki uppá tað faktum, at grundlógarbrotini eru framd og tískil eisini ”Ríkisbrotsverkini/Statsforbrydelserne.”
Stutt sagt eru fylgjurnar av hesum svikaligu terrorpakkunum hesi:
A. Rættartrygdin er burturbeind.
B. Grundlógin er skúgvað til viks/tikin av bóli/bast/avlívað.
C. Demokratiið avlívað/fingið mønustingin.
D. Fólksins Guddómgivna frælsi og rættindini til eitt sjálvstøðugt lív og sjálvsavgerðarrættur borgarans, er eisini beindur av vegnum á ólógligan hátt!
Viðmerking: ”Hetta kallast vanliga fyri eitt lógleyst samfelag/ein lógleysur Ríkisfelagsskapur!”
Nakað annað sum ein hevur lagt til merkis síðani terrorpakkarnir komu inn á banan, so er tað ikki longur nakað sum eitur, at eitt lógaruppskot skal fyrileggjast einum aðalráði e.l. til umrøðu. Nei, nú verður einans tikið støðu til, at um politiið metir, at tann og tann lógin er munagóð, so verður lógin sett í gildi. Um hon samsvarar við grundlógina ella ei, er uttan týdning.
Kravið í lógarpakkanum um, at fjarskiftadáturvirksemi (televirksomheder) skulu hava eftirlit við sms, e-mail og telefonsamrøðum hjá danskarunum, og hvørs eftirlit skal eitast at hjálpa politiinum í orrustini ímóti yvirgangsatsøknum (terror), endar kortini í mongum førum við at verða brúkt til heilt onnur endamál.
5. Tað er eyðsæð, at danska stjórnin, fyri ikki at tala um tær flestu vesturlendsku stjórnirnar, kanska allar, meta demokratisku rættindini hjá borgarunum sum eina forðing fyri orrustini ímóti yvirgangsatsøknum, heldur enn at síggja tey demokratisku rættindini sum ein reiðskapur til at fyribyrgja møguligum yvirgangsatsøknum. Terrorpakkarnir 1 og 2 sum danska stjórnin hevur lagt fram og góðtikið fyri árum síðani, er í fleiri førum eitt beinleiðis álop á rættarsamfelagsins grundvøll.
Eitt satt rættarsamfelagsins eyðkenni er, at tað er útbygt við einum eftirliti av valdsnýtslu myndugleikans. Men danska stjórnin og ES-londini annars hava koppað øllum tílíkum á høvdið, og hava handlað beint øvut hesum viðvíkjandi.
À fýra sera týdningarmiklum málum, tekur danska stjórnin burtur eftirlitsvaldið hjá dómstólunum ella í øllum førum avmergjar dómstólanna eftirlitsvald óvanliga nógv.
A. Politiið fær møguleika fyri at avlurta persónar, sum møguliga kunnu metast at hava okkurt óviðkomandi samband við persónar ið eru undir illgruna. (Uttan dómaraúrskurð/rættarúrskurð – dommerkendelse).
B. Flogfeløg kunnu áleggjast at útflýggja ferðaupplýsingar um allar ríkisins borgarar til PET. (Uttan dómaraúrskurð/rættarúrskurð – dommerkendelse).
C. Fjarskiftadáturvirksemir (televirksomheder) kunnu áleggjast at útflýggja allar upplýsingar um sínar kundar til PET (Uttan dómaraúrskurð/rættarúrskurð – dommerkendelse).
D. Danska Verju-Fregnartænastan – Forsvarets Efterretningstjeneste (FE), fær fyri fyrstu ferð í søguni loyvi og rættin til at avlurta danskar statsborgarar. (Uttan dómaraúrskurð/rættarúrskurð – dommerkendelse).
Til tey áhugaðu kann vísast til, hvat danska grundlógin hevur at siga: ”Boligen er ukrænkelig. Husundersøgelser, beslaglæggelse og undersøgelse af breve og andre papirer samt brud på post-, telegraf- og telefonhemmeligheden må, hvor ingen lov hjemler en særegen undtagelse, alene ske efter en retskendelse (dommerkendelse).” (§ 72)
Fyrr kallaðist tílíkt fyri ”Ríkisbrotsverk/Statsforbrydelse”. Og hví verður tikið soleiðis til? Jú, tí at har finst ein reglugerð/lógaráseting um hvussu fyrihaldast skal, tá ein grundlógarbroyting skal fremjast, og ljóðar hon soleiðis á donskum:
Stutta útgávan:
”En ændring af grundloven kræver, at Folketinget først vedtager forslaget til den nye grundlov. Så skal der udskrives valg til Folketinget. Efter valget skal det nye folketing også vedtage grundlovsforslaget, som ikke må være ændret i forhold til det oprindelige forslag. Til sidst skal der afholdes en folkeafstemning.”
Longra útgávan: § 88
”Vedtager Folketinget et forslag til en ny grundlovsbestemmelse, og regeringen vil fremme sagen, udskrives nyvalg til Folketinget. Vedtages forslaget i uændret skikkelse af det efter valget følgende Folketing, bliver det inden et halvt år efter den endelige vedtagelse at forelægge folketingsvælgerne til godkendelse eller forkastelse ved direkte afstemning. De nærmere regler for denne afstemning fastsættes ved lov. Har et flertal af de i afstemningen deltagende og mindst 40 procent af samtlige stemmeberettigede afgivet deres stemme for Folketingets beslutning, og stadfæstes denne af kongen, er den grundlov.”
Kommentar:
”Her står reglerne for, hvordan man ændrer grundloven. Grundloven er den lov, som det er sværest at ændre. Der er en omfattende procedure, som SKAL overholdes. Først skal Folketinget vedtage grundlovsændringen. Dernæst kan regeringen udskrive valg, hvis den vil “fremme sagen.”
Efter valget skal Folketinget igen vedtage grundlovsændringen. Og forslaget skal formuleres præcis ligesom før.
Endelig skal grundlovsændringen sendes ud til folkeafstemning. Her gælder nogle ganske særlige regler, som betyder, at det kan være svært i praksis at komme igennem med en ændring. Det er nemlig ikke nok, at der er et flertal for grundlovsændringen. Flertallet skal udgøre mindst 40 procent af alle de borgere, som er berettigede til at stemme. Det betyder faktisk, at alle stemmeberettigede tæller med, også selv om de ikke stemmer eller stemmer blankt. Hvis mange bliver hjemme på sofaen i stedet for at stemme, kan det blive svært at få vedtaget en grundlovsændring. Folkeafstemningen skal finde sted senest et halvt år efter, at grundlovsforslaget er blevet vedtaget af Folketinget. Hvis et flertal og mindst 40 procent af de stemmeberettigede stemmer for grundlovsændringen, gælder den, når dronningen har skrevet under.”
Niðurstøða: ”Einki av hesum er hent síðani 11. september 2001 fyri at fremja eina slíka kravda grundlógarbroyting sum skuldi til, fyri at tað kundi vera lógligt at innføra hesar lógarpakkar í ríkinum, og tí er innføringin av terrorpakkunum ólóglig.”
Ein kundi víst á fleiri grundlógarbrot sum framd eru seinastu umleið 50 árini, men skal bert í hesi niðurstøðu vísa til §72 í donsku grundlógini, sum uttan iva verður brotin hvønn dagin, uttan at tað fær fylgjur fyri lógbrótararnar.
“Harvið verður Ríkisfelagsskapurin tessvegna stýrdur undir eftirliti av einum kriminellum brotsmannaliði.”
Annars er at leggja aftrat, at so langt eg dugi at síggja fyri tíðina, so myrdi USA/Pentagon/CIA umleið 3000 menniskjur av sínum egnu borgarum við hjálp frá Saudi Arabia, fregnartænastunum í vesturheiminum m.a. CIA, MI5, MI6, Mossad og øðrum fregnartænastum, sum enn ikki eru komnar undan kavi hvørjar aðrar eisini hava verið innblandaðar. Men av tí at Poul Nyrup Rasmussen fekk boðini um hvat fór at henda, áðrenn tað hendi, er uttan iva ein ábending um, at PET eisini hevur havt sín leiklut harí, og má tí roknast við, at flest allar fregnartænastur í Vesturheiminum hava havt sín leiklut harí.
Hvør kann so orsøkin vera, at ein stórur partur av Vesturheiminum hevur verið við í hesi atsøknini tann 11. september 2001? Stutta av tí langa er ”peningagreði, valdgreði og óndskapur!”
Tað er eingin loyna, at USA hevur í áratíggir arbeitt fyri at fáa yvirræði á allari jørðini, og til tess at náa málinum, brúkar USA allar møguligar háttir til at røkka hesum málinum. Fyri at náa hesum máli, hevur USA brúk fyri samhugaði at hjálpa sær við hesum, og serliga fríggjar USA við tey londini sum eiga nógvar pengar. Serstakliga við Saudi Arabia, og sum flest øll vesturlendsku londini eisini gera (írokna Danmark og viðhang).
Eisini rænir USA onnur lond sum eiga nógvar pengar og ríkidømi annars. Libya, Afghanistan og Irak eru eitt av mongum dømum.
Ein má ongantíð gloyma, at vit hava við murubrekaðar (psykopatiskar) kreftir at gera, sum ikki virða mannalív fyri nakað sum helst. Vitnisburðurin frá “Madeleine Albright” er eitt klárt dømi um hetta. Kortini forhandla politisku kreftirnar við hesar murubrekaðu kreftirnar, írokna ríkisfelagsskapsins politikkarar (Føroyar og Grønland íroknaðar).
Eisini er tað avdúkað, at yvirgangsatsøknin í New York skuldi hjálpa amerikanska og vesturlendska vápnaídnaðinum upp á føtur aftur, eftir at hava verið í so lami eftir annan veraldarbardaga. Muslimarnir fáa skyldina fyri álopið á World Trade Center uttan at hava verið við í hesum (undantikið murubrekaða Saudi Arabiska kongshúsið og tess fylgjarum), men lygnin var nógmikið til at seta gongd á vápnaframleiðsluna í Vesturheiminum írokna USA. Fyrr var hildið at vera neyðugt við herdubbing, tí at kommunistarnir v.m. vóru tey vandamiklu. Nú eru tað so muslimarnir, og skjótt verður tað aftur Rusland og Kina v.m. sum koma at vera tey vandamiklastu í heiminum, og harvið er neyðugt við enn meiri herdubbing. Alt hetta fyri at halda lív í vápnaframleiðsluni og vápnasøluni og hartil herðingini av henni.
Kalda kríggið varð ongantíð av og livir sínar bestu dagar framvegis. Kalda kríggið var bert ein vánaligur sjónleikur, ein dukkusjónleikur ið hevði 2 endamál:
1. At ræða fólk við lygisøgum fyri at fáa tey at liva í angist og hugsa, at her má okkurt gerast við tingini, sum jú er meiningin við tí heila, at fáa fólksins uppbakking til sítt dulda endamál.
2. At halda lív í amerikanska og vesturlendska vápnaídnaðinum og fáa hann at blóma enn meir, og sum alla tíðina var tað dulda endamálið.
Kríggið ímóti yvirgangi (terror) orsaka av yvirgangsatsøknini í New York, er vorðin ein føðimaskina fyri tann globala krígsídnaðin. USA, Týskland, Frankaríki, England og Danmark eru nakrir av hesum mongu leikarunum á globala krígsídnaðarvøllinum.
Fólkið, ið velur politikkararnar inn á ting, kunnu ikki renna undan ábyrgd hesum viðvíkjandi, tí at politikkararnir sum fólkið velur, vóru við í hesum yvirgangsatsøknunum í New York, tvs. vóru við í ráðleggingunum av atsøknini. Restina syrgdu fregnartænasturnar í teimum avvarðandi londunum fyri.
Heilt neyvt at siga hvør stendur aftanfyri tílíkan óndskap, ber illa til. Partvís kann síggjast hvørji hesi eru. Ovast á rókini finna vit m.a. Council on Foreign Relations, meginklikuna í CIA, nakrar ovurhonds ríkar oljufamiljur (m.a. Saudi Arabia) og so amerikanski vápnaídnaðurin, sum hava funnið saman í eini stórari, kraftfullari og sera vandamiklari fløkju. Sjálvur heilin aftanfyri alt, er helst at finna í Council on Foreign Relations. Hartil hava vit privatbankar fløktir uppí hesar vandamiklu losjur. So hava vit nakað sum kallast fyri ”Carlisle Group, Federal Reserve Bank, Bilderberg, Trilateral Commission o.s.frv..”
Tað mest neyðuga fyri vápnaídnaðin er, at politiska systemið aftanfyri tað heila, noyðist at uppfinna eina møguliga hóttan ella ein fiktivan fígginda. Hetta er eisini orsøkin til, at politikkararnir og hervaldið í landinum skapa eina fíggindamynd við vápnasølu fyri eyga, tí, annars fáa tey ikki fólksins uppbakking fyri sínar duldu dagsskráir. Tí var tað, at tað mátti skapast eitt nýtt ”Pearl Harbour” við yvirgangsatsøknini tann 11. september 2001. Og tað eydnaðist til lítar, tíverri.
Enn ein sterk orsøk til yvirgangsatsøknina!
Líka síðani yvirgangsatsøknina tann 11. september 2001, hevur tann globali vápnaídnaðurin forvunnið fossandi av peningi. Hernaðarvaldsins fíggjarætlan í USA er tvífalda fram til dagin í dag, og sjálvt Mærsk er vorðin ein av stóru viðspælarunum í hesi órættvísu og óhugnaligu, kriminellu og terroristisku verkætlanini, sum hevur gjørt yvirgang og kríggj til eina serstakliga forrætning. Ein skal minnast til, at umleið 3000 ósekar sálir máttu bøta við lívinum, fyri at hesir murubrekaðu persónar aftanfyri yvirgangsatsøknina kundu heysta fruktirnar av teirra djevulsku visiónum, sum tey enntá eru stolt av.
Ì 2011 seldu tær 100 størstu vápnaframleiðslufyritøkurnar vápn fyri 2.361 milliardir krónur (t.e. 16.957,7 MIA DKK). Amerikanska ”Lockheed Martin” er millum teir stóru tungu dreingirnar. Danska ”Mærsk” er ein av teimum heilt stóru fyritøkunum, ið forvinna pening uppá kríggj. Eitt av skipunum hjá Mærsk, ”Maersk Peary”, er vorðin ein partur av tí skipaflota, sum amerikanska verjumálaráðið hevur leigað til at sigla herútgerð, fyrst og fremst millum USA og Irak og Afghanistan.
Hvussu er, hevur ikki júst Mærsk stuðla Føroyar á ymsum postum runt um í samfelagnum, írokna sokallaði kristin umráðir? Hugsar nakar um, hvar pengarnir veruliga stava frá? Hetta er alt ov galið og líkist svartasta ongum!
Líka síðani 2001 hava privatar farmaflutningsfyritøkur so sum ”Mærsk og Neptune Lines Ltd.” staðið fyri meir enn 90% av hernaðar vøruflutninginum hjá USA, til og frá Irak og Afghanistan. ”Mærsk og Neptune” hava – takka verið yvirgangsatsøknina í New York – forvunnið í minsta lagi 66,2 milliardir krónur uppá krígs-sáttmálaavtalur. Spurningurin vil tí altíð vera hin sami: “Hvussu leingi ætla fólk sær at avnokta tað sum er sjónligt?” Hvussu leingi ætla fólk sær at trúgva tí, at fólk sum nóg illa duga at tendra eina lummalykt, stóðu aftanfyri eina so torgreidda og vælúttonkta yvirgangsatsøkn? Vilja fólk stempla seg sjálvi sum býtt, so vælgagnist meðni.
Og Mærsk eigur yvir 20% av tí kriminella ”Danske Bank!” Tíðin átti at veri komin eftirhondini hvarí fólk góvust við ”at skíra bølmennir sum einglar og øvut!”
Kelduleinkja 3: https://finans.dk/?tags=tag:brancher.jp.dk,2014:V%C3%A5benindustrien
Endaliga avrundingin
USA, Saudi Arabia og eitt ”x” tal av vesturlendskum londum stóðu aftanfyri yvirgangsatsøknina tann 11. september 2001.
Orsøkirnar vóru:
1. At seta gongd á ætlanina um at yvirtaka harradømið yvir allari foldini.
2. At skapa eina føði- og klekimaskinu fyri tann vesturlendska krígsídnaðin (Serstakliga tann amerikanska krígsídnaðin).
3. At fáa kontrol yvir orkukeldunum í heiminum, matvøruframleiðsluni og peningakonto fólksins, tvs. total kontrol yvir alt og øllum.
4. Við terrorpakkunum at niðurbróta grundlógirnar í vesturlendsku londunum, niðurbróta undirstøðukervi, føra flóttafólk inn í vesturheimin (flóttafólkini verða brúkt sum krígsvápn) og niðurbróta familjulívið, niðurbróta trúnna á Jesus Kristus og orð Hansara, niðurbróta nationalitetin hjá fólki, niðurbróta samleikan hjá fólki (identitetin), at seta fólkasløg upp móti hvørjum øðrum, at ræna frælsi frá alt og øllum o.m.a..
At arbeiða fram móti hesum, at øll fólk skulu hava somu meining, hugsan, áskoðan, fatan og uppfatan um øll lívsins viðurskiftir. Um tad er rætt ella skeivt, er líkamikið.
Tað óhugnaliga við øllum hesum er, at politikkararnir í avvarðandi londunum í Vesturheiminum eru við í hesum projektinum og hava verið tað leingi, men teir villleiða sínar egnu veljarar við neyvt tilrættisløgdum lygnum við miðlanna hjálp. Sjálvt leiðslan í teimum førandi kristnu kirkjum og samkomum, eru við í hesi samansvørjingini ímóti vanliga borgaranum.
Sjálvt Føroya Landsstýri er vitandi um hesi tingini, men sigur einki fyri fólkinum. Tey spæla øll við, tí at tey eru lovaði gull og grønar skógir fyri at leika við í dukkuleikinum. Tey sum fylgja við í politikki áttu at duga at sæð, at allir politisku flokkarnir eru gingnir frá sínum grundarleggjandi ideologium og merkisvørum seinastu árini.
Orsøkin er bara tann, at globalistiska elitan hevur tikið yvir og bestemmar nú ideologiirnar merkisvørurnar hjá politisku flokkunum, eins væl hon ger tað innan tær sokallaðu kristnu rekkjurnar í dag.
Sannroyndin (fakta) er, at kríggi ímóti yvirgangi (terror) koyrir nú á 22. ári (2022) eftir yvirgangsatsøknina í New York, uttan at partarnir hava ánilsi fyri longur, hvørjum tað er teir kríggjast ímóti.
Men tað, sum tað veruliga gongur út uppá er, at halda lív í øllum formi fyri kríggi á jørðini, fyri at halda lív í vápnaframleiðsluni og vápnasøluni. “Tað er sjálv kjarnan í øllum tí, sum gongur fyri seg og so tann snildisliga Globaliseringin!”
Teir stroyddu mold á høvd síni og róptu við gráti og sorg og søgdu: “Vei, vei, hin stóri staður! – Í honum gjørdust allir teir ríkir, sum hava skip á sjónum – av skattum hansara! Á einum tíma er hann lagdur í oyði!” (Jóh. Opinb. 18:19).
“Í henni varð funnið blóð profeta og heilagra – og alra teirra, ið myrd eru á jørðini!” (Jóh. Opinb. 18:24).
Hetta var tað eg hevði at bera fram á hesum sinni, men so er eisini nóg mikið av evnum til fleiri mánaðir fram í tíðina at rannsaka í fyri tey áhugaðu.
Video: Her ein gjøgnumgongd av fleiri av evnunum sum eg havi umrøtt undir Bølmennamentan, eitt slags søguligt yvirlit í ávísum umráðum og annars hvør ætlanin er við tí heila.
Eitt er sikkurt og vist. Søgubøkurnar, soleiðis sum vit kenna tær í teirri framløgu, hava av sonnum brúk fyri at umskrivast í stórum stíli. So at siga einki av tí sum myndugleikarnir og miðlarnir hava fóðrað okkum við í nýggjari tíð, er eftirfarandi, tí meginparturin er lygn tey hava borðreitt við. Ei heldur er søgutilfarið frá fyri 1. heimsbardaga og upp til dags dato eftirfarandi og er størsti parturin av teirri søguframbering ósannindir, og mong av teimum týdningarmiklastu tingunum ongantíð lýst við einum orði.
Dagførd dagfesting 01-12-2022