Bølmennamentan 19 – Òdjórið ”The Beast!”

Krígsgalskapur

Amerikanska stjórnin er eitt ódjór av versta slagi ein dugir at ímynda sær og nógv verri enn sum so.

USA hevur støðugt ligið í kríggj 93% av síni livitíð – 228 ár av 246 árum – líka síðani 1776.

Niðanfyri er eitt link sum avdúkar krígslistan hjá USA líka síðani ”villdýrið” (The Beast) varð stovnað í 1776. Spurningurin er bert, hvussu mong av hesum kríggjum byrjaði USA og sum vórðu grundað á lodrættar lygnir

Kelduleinkja 1: https://www.globalresearch.ca/america-has-been-at-war-93-of-the-time-222-out-of-239-years-since-1776/5565946

Kelduleinkja 2: https://crsreports.congress.gov/product/pdf/R/R42738

Um ein skal máta ágangandi stríðshugan (yvirgangsáhugan/aggressivitetin) hjá teim førandi hernaðarligu tjóðunum í heiminum, so er topp 6 listin hesin:

Nr. 1 Tað er ilt at taka dagar ímillum hvussu nógvar hernaðarstøðir USA hevur runt um á klótuni uttanfyri egið landamark. Nærmasta ein kann koma er millum 800 og 1000 hernaðarstøðir í 80 londum ella fleiri.

Kelduleinkja: https://www.thenation.com/article/archive/the-us-has-military-bases-in-172-countries-all-of-them-must-close/

Nr. 2 England hevur hernaðarstøðir í 17 londum uttanfyri egið landamark.

Nr. 3 Frakland hevur 15 hernaðarstøðir uttanfyri egið landamark

Nr. 4 Turkaland hevur hernaðarstøðir uttanfyri egið landamark.

Nr. 5 Rusland hevur millum 26 og 40 hernaðarstøðir í 8 ymiskum londum uttanfyri egið landamark.

Nr. 6 India hevur 6 hernaðarstøðir uttanfyri egið landamark.

Kina, sum annars er eitt sera framkomið land og sterkt hernaðarliga, hevur kortini ikki meiri enn tvær hernaðarstøðir uttanfyri egið landamark.

Við fyrivarni skal viðmerkjast, at hesi tøl helst ikki eru ”up to date”, men kortini verður roknað við, at raðfylgjan er røtt og tølini ikki so heilt langt av leið.

Kelduleinkja: https://en.wikipedia.org/wiki/List_of_countries_with_overseas_military_bases

Men tað sum slær ein í eyguni er, at USA er tann sum er mest ágangandi fyri at tilogna sær harradømið yvir hesum heimi, og tí er tað ikki undarligt um t.d. Russland og Kina líkasum royna at byrgja upp fyri einum møguligum álopi frá USA og samgongulondum, sum eftir øllum at døma fer at koma fyrr ella seinni.

Tað hava ongantíð verið so mong vápn at finna á europeiskari jørð síðani annan veraldarbardaga, írokna kjarnorkuvápn. Bara í Týsklandi hópar tað seg upp við amerikonskum vápnagoymslum, samstundis sum USA vísir sínar glúpsku tenn ímóti Iran.

Ì Europa hava tey verið noydd til at byggja nýggjar serbygdar vegir til at frakta tey sera tungu amerikonsku vápnini gjøgnum europeisku kontinentini, tí at vanligu vegakervini orkaðu ikki at bera hesi tungu vápn við tilhoyrandi akførum. USA brynjar seg til eitt verðinskríggj á europeiskari jørð.

Til tess at blinda fólkið so tey ikki duga at fata hvat gongur fyri seg, hevur USA fanga tey flestu við Hollywood filmunum gjøgnum sjónvarp, Netflix og tey mongu ymisku films- og undirhaldskanalir ið annars fólk eru fangaði av.

Fólkið er heilavaskað til at trúgva, at USA er ”the good guy!” Gjøgnum Hollywood heilavaskingina og mainstream miðlarnar.

Neyðars seyður sum er offur fyri glúpska úlvinum!

LógloysingurinNATO!”

Òlógligi frúuhundurin hjá USA tvs. NATO, hevur heili 13 ferðir síðani 50,unum verið úti í ólógligum álopskríggjum uttan virðing fyri FN/ST sáttmálaskjalinum ”Den Nordatlantiske Traktat Washington D.C., den 4. april 1949” sum í síni orðing m.a. sigur:

Artikel 5

Deltagerne er enige om, at et væbnet angreb mod en eller flere af dem i Europa eller Nordamerika skal betragtes som et angreb mod dem alle; og de er følgelig enige om, at hvis et sådant angreb finder sted, skal hver af dem under udøvelse af retten til individuelt eller kollektivt selvforsvar, som er anerkendt ved artikel 51 i De Forenede Nationers pagt, bistå den eller de således angrebne deltagerlande ved straks, hver for sig og i forståelse med de øvrige deltagerlande, at tage sådanne skridt, derunder anvendelse af væbnet magt, som hver af dem anser som nødvendige for at genoprette og opretholde det nordatlantiske områdes sikkerhed.

Ethvert sådant angreb og alle som følge deraf trufne forholdsregler skal uopholdeligt indberettes til Sikkerhedsrådet. Sådanne forholdsregler skal bringes til ophør, når Sikkerhedsrådet har truffet de til genoprettelse og opretholdelse af den mellemfolkelige fred og sikkerhed fornødne forholdsregler.”

Àlopskríggj hava verið ólóglig líka síðani seinna heimsbardaga av tí at Vesturheimurin hevur samtykt hetta. Tí hava vit Trygdarráðið í FN/ST, men hvarí Natolondini heili 13 ferðir síðani 50’unum onga virðing hava havt fyri hesum ráði og hava kortini útint álopskríggj + øll tey álopskríggini USA hevur framt av sínum egnu eintingum, ólógliga! Sambært FN/ST sáttmálaskjalinum (charter), er valdsnýtsla bert lóglig um hetta hendir í sjálvverju vegna álop ella um trygdarráðið í FN/ST metir, at ein verulig hóttan er til staðar ímóti friðinum. Men tað má vera borðbart, tvs. full vissa fyri, at hóttanin er álítandi og verulig.

Trupulleikin er bert tann, at Nato-limalondini ongantíð vóru hótt av teimum londum, sum tey lupu á ólógliga og hvørs yvirlit eru at síggja á niðanfyri standandi keldulinki. Orsøkirnar til álopini frá Nato, vóru grundaði á lygnir og einki annað!

Eins og frúan, so er frúuhundurin ein servandur ”lystmordari.”

NATO er ikki ein verjupakt, men ein álopsmakt!”

Kelduleinkja 1: https://www.siper.ch/assets/uploads/files/diagrams/SIPER%20Grafik%20Illegale%20Kriege%20der%20NATO-Laender.pdf

Kelduleinkja 2: https://www.siper.ch/assets/uploads/files/diagrams/SIPER%20Grafik%20Illegale%20Kriege%20der%20NATO-Laender%20von%201953%20bis%20heute.pdf

Kelduleinkja 3: https://www.facebook.com/photo.php?fbid=3355981084672077&set=p.3355981084672077&type=3

Terroristurin mikli

USA er tann einasti statur sum er vorðin dømdur fyri altjóða yvirgangsatsøknir (terrorismu). Hesin dómur varð feldur av tí altjóða dómstólinum í Haag í 1986.

Um vit vilja tað ella ei, so kunnu vit ikki koma uttan um, at ein stórur partur av heiminum (Ríkisfelagsskapurin í stóran mun undantikin) sær USA sum ein førandi terroriststat í heiminum, og tað við stak góðum grundum. Vit mugu kenna søguna og vera vitandi um, at USA fekk sín dóm feldan av tí altjóða dómstólinum í Haag í 1986 fyri ”ólógliga valdsnýtslu” (internationala terrorismu) í Nicaragua, og eftirfylgjandi mótmælti USA fundarsamtyktini í FN Trygdarráði, sum mælti øllum statum (írokna USA) til at eftirfylgja altjóða lógum. Hetta er so bert ein av mongum líknandi tilburðum viðvíkjandi USA.

USA er tann mest eyðsýndi og virkandi terroristurin í heiminum, hóast aðrir terrorbólkar eisini eru at finna.

Dómstólurin í Haag dømdi USA til at gevast við sínum yvirgangsatsøknum og at gjalda eina munandi upphædd í endurgjaldi til Nicaragua. Men USA líkt, avvísti USA dómsavgerðina í størstu vanvirðing og herdi ístaðin fyri síni krígsálop ímóti Nicaragua, samstundis sum USA mótmælti fundarsamtyktini í ST/FN Trygdarráði, sum mælti øllum statum (írokna USA) til at eftirfylgja altjóða lógum. V.ø.o., so nýtti USA sín vetorætt ímóti áðurnevndu ST/FN fundarsamtykt (resolution), og vildi tískil ikki vísa virðing fyri áheitanini um at eftirfylgja ásettu altjóða lógunum um krígsførslu frá ST/FN.

Spell at fólk ikki vilja innsíggja, hvat USA veruliga stendur fyri.

Terrorálopini frá USA øktust munandi í samsvar við tann almenna, vanliga politikkin hjá amerikonsku stjórnini um at leypa á tey sokallaðu ”bleytu álopsmálinitvs., teir verjuleysu borgararnar, heldur enn at søkja at koma í bardaga við sjálvan herin í Nicaragua. Sigur ikki so lítið um ræðuskítin og hjartaloysingin ”USA!” Men hetta var so bert ein staklutur, hvarí Washington útinti sínar terroristisku handlingar í Millumamerika í 1980’unum, og sum kostaðu 200.000 menniskjum lívið og hartil løgdu 4 lond í oyði.

Eitt lítið brot úr linkinum niðanfyri: “Da IRA i 1980’erne sprang bomber i London, blev der ikke fremsat krav om at bombe USA, der var den vigtigste kilde til økonomisk støtte til IRA.”

USA er ein lystmordariVei teimum sum síggja upp til USA!

Kelduleinkja: https://www.nytimes.com/1986/06/28/world/world-court-supports-nicaragua-after-us-rejected-judges-role.html

Sum kunnugt, so finst einki mark fyri frekleikanum hjá USA. Ì Niðanfyri standandi keldulinki sum er á enskum máli, havi eg Google-umsett eitt brot úr greinini, sum handlar um, at USA hevur smíðað eina lóg sum inniber, at um dómstólurin í Haag stillar ein amerikanskan borgara fyri sín dómstól, so vil USA nýta hervald til at fría ein og hvønn amerikanskan borgara úr einum amerikonskum viðhaldslandi.

USAs præsident George Bush har i dag underskrevet loven om beskyttelse af amerikanske tjenestemænds beskyttelseslov fra 2002, som har til formål at skræmme lande, der ratificerer traktaten for Den Internationale Straffedomstol (ICC – International Criminal Court). Den nye lov tillader brugen af militærstyrke til at befri enhver amerikansk borger eller borger i et amerikansk-allieret land, der afholdes af retten, der er beliggende i Haag. Denne bestemmelse, kaldet “Haag invasionsklausulen“, har forårsaget en stærk reaktion fra amerikanske allierede rundt omkring i verden, især i Holland.”

Kelduleinkja: https://www.hrw.org/news/2002/08/03/us-hague-invasion-act-becomes-law

Hópdrápsmannavitjanir í Ríkisfelagsskapinum

Hesin Ríkisfelagsskapurin hevur síðani 1997 havt tríggjar hópdrápsmenn (massamordarar) á vitjan, sum vóru bjóðaðir hjartaliga vælkomnir enntá. Reyða Royala Rullumáttan var trilla út fyri hesum hópdrápsmonnum, uttan at nakar talaði at.

Her er talan um:Bill Clinton 1997, George Bush jr. 2005, Bill Clinton 2007, Barak Obama 2009 og 2018.”

Kristindómurin tegir og samtykkir, og krossmerkjafløggini veittra hesum óndu kreftum vælkomnum innar gáttina.

“Sum ein bíbiltrúgvandi kristin, bæði finnist eg at og mótmæli slíkum tilvitaðum formi fyri djevulskapi.”

Hesir hópdrápsmenn eru leigaðir av vinnulívinum til at reklamera fyri søluvørur sínar út í ta víðu verð, írokna sølu av vápnum til at drepa ósek menniskjur við.”

Hvussu ein so vendir og dreygar tingunum, so er, verður og fer amerikanski forsetastólurin altíð at verða ein ”hópdrápsmannastólur!”

Hendan heimasíðan prógvar nógmikið til, at hetta er so, sum framlagt er á hesi heimasíðu.

Og politisku kreftirnar hálova hesum avlagaða (perverteraða) Ríkisfelagsskapinum, vit eru at finna í.

Og sjálvandi er danska kongshúsið mitt í rokanum av hesum ónda, avlagaða (perverteraða) “islamistiska tiltakinum!”

Eftirsum at eg ongan avgerðarrætt hevði í málinum um, hvar á foldini eg skuldi føðast, men at tað vísti seg at tað varð sokallaði Ríkisfelagsskapurin, tí kenni eg mær rættin til at tala at øllum hesum djevulska framferðarhátti, sum eg havi verið vitni til og framvegis eri vitni til.

Og skammiligt er tað ein sær og er vitni til. – Er eingin skomm skapt í teimum, sum ráða fyri borgum???

Tíverri kann ein rokna við, at enn fleiri av hesum hópdrápsmonnum fara at støkka inn um gáttina á hesum forskrúvaða sokallaða Ríkisfelagskapinum.

Hvar ið hópdrápsmenn hittast

Kelduleinkja: https://politiken.dk/fotografier/art7316946/S%C3%A5dan-var-det-da-pr%C3%A6sidenterne-Clinton-Bush-og-Obama-var-p%C3%A5-bes%C3%B8g-i-Danmark

Clinton helt sína talu fyri 500 føroyskum vinnulívsfólkum í Norðurlandahúsinum, og bilettin kostaði 5000 kr. pr. høvd fyri at sleppa hoyra evangeliska boðskapin frá hópdrápsmanninum.

Kelduleinkja: http://www.travelpeople.dk/2007/2007100201.htm

Dagførd dagfesting 01-12-2022