Bølmennamentan 16 – Falski Babsaprofeturin

Katolikkur, Jesuittur, Frímúrari og ein Mason

Ein falskur profetur, sum eisini varð bjóðaður til Føroyar fleiri ferðir av “sokallaðum” kristnum kreftum, men kortini ongantíð hava verið kristin. Billy Graham kom vist nokk ongantíð til Føroyar, men hinvegin fingu Føroyar vitjan av syni hansara ið hevur tikið skitna handskan upp eftir pápa sínum.

Tá Billy Graham doyði, var gravgangur í Føroyum eftir at sleppa og fylgja honum til gravar. Bert onkur serútvaldur slapp at fylgja. 

Tá blindur leiðir blindan, detta báðir í grøvina!

Kelduleinkja 1: https://qz.com/1212241/billy-graham-photos-of-the-preacher-with-us-presidents-from-truman-to-obama

Kelduleinkja 2: https://www.businessinsider.com/billy-graham-biography-us-presidents-2018-2?r=US&IR=T#in-1950-31-year-old-graham-met-with-harry-truman-to-talk-about-combatting-communism-in-north-korea-but-this-first-presidential-encounter-didnt-end-well-graham-shared-details-of-the-conversation-with-the-press-and-truman-severed-their-fledgling-relationship-1

Trúgvi vinur valdsgerðarfólksins

Allur heimurin liggur í tí illaí hinum ónda. (1. Jóh. 5:19b). Og hetta sum vit eru vitni til her, er av óndasta slagi ein kann hugsa sær og nógv verri enn sum so.

Kelduleinkja: https://billygraham.org/gallery/billy-graham-pastor-to-the-presidents/

Falski profeturin

Uuuups, her liggur Billy Graham á knøunum fyri sínum sanna gudi í Hollywood. Hvussu var tað nú at har stóð skrivað í teimum heiløgu skriftunum? Åhhh jú, nú minnist eg: “Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti GudiTann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds.” (Jákup/James 4:4).

Kelduleinkja: https://www.alamy.com/stock-photo-jan-1-2011-billy-graham-star-on-hollywood-walk-of-fame-roger-karnbad-111448517.html

Jesuittalosjan

Eitt sindur um Jesuitta-felagsskapin á donskum máli!

Jesuiterordenen (latin: Societas Jesu, “Jesu Selskab“) er en katolsk orden grundlagt i 1534 af Ignatius af Loyola og stadfæstet af paven i 1540.

Ordenen havde ingen ordensdragt eller klostre. Det var en orden af præsterder ubetinget skulle stille sig til rådighed for paven. (“Tvs., at í tí dulda var Billy Graham ein katólskur prestur sum var bundin til at vera heimatøkur/vera til taks fyri pávanum!”).

Jesuiterordenen var længe en af de mægtigste organisationer inden for den katolske kirke og spillede en afgørende rolle under modreformationen og i den katolske hedningemission. Oprindeligt måtte den kun have 60 medlemmer, men denne begrænsning blev ophævet i 1543, og i løbet af få år spredte den sig over det meste af verden, hvor den mange steder fik stor indflydelse.

Den (Jesuiterordenen) arbejdede for den katolske kirkes verdensherredømme.” (So nú vita vit hvat Billy Graham veruliga stríddist fyriEisini USA stríðist av almakt fyri at tilogna sær “verðinsharradømið!” Losjulimirnir í hesum verðinsklubbanum gerast meir og meir sjónskir eftirhondini).

Og hendan globaliseringin kann kennast í dag gjøgnum “økumenisku rørsluna” sum er fult aktiv í dag, eisini í Føroyum.

Og i Paraguay overtog jesuitterne magten.

Ordenen blev ophævet i 1773, men genoprettet i 1814 og driver i dag en lang række skoler og universiteter hovedsageligt i USA.

Kelduleinkja: https://www.google.com/search?q=billy+graham+and+the+popes&source=lnms&tbm=isch&sa=X&ved=0ahUKEwi06v-Put3jAhVP_KQKHYGZA_cQ_AUIESgB&biw=1920&bih=920%EF%BB%BF

Billy Graham (longst til høgru) var vinur teirra drápsfúsu forsetarnar í USA, heiðursborgari í syndigaHollywood,” og mín sann eisini ein hollur vinur pávans, sum er ein jesuittur, tvs, ein gudloysingur. Billy Graham var alt møguligt í einum (ein fjølmangur), m.a. ein jesuittur!

Ein falskur profetur

Stutta av tí langa við Billy Graham er, at hann var brúktur av hægri politiskum kreftum til at reisa runt og leiða fólk til tí katólsku kirkjunaverðsliggera kristnu samkomurnar og harvið leiða tær til fráfall við hálvum sannleikum og følskum lærusetningum.

Ein av teimum mest og best umtøktu følsku lærusetningum hansara, var ”einaferð frelstur, altíð frelstur!”

Maðurin var tað, sum eftir skriftarinnar talumáta kallast fyri, ”ein falskur profetur!”

Ì 1966 segði Billy Graham:Eg kenni meg tættari knýttan til katolikkarnar enn teir radikalu protestantarnar. Eg trúgvi tí, at rómversk-katólska kirkjan í dag fer ígjøgnum eina nýggja reformatión!” (Philadelphia Evening Bulletin 24 maj 1966).

Hvørjar pastoralar kreftir í Føroyum vóru alspentar og hartil útvaldar til at fylgja hesum ”falska profeti” til gravar? Og mangan var hesin falski profetur umboðaður av sínum talsmonnum í Føroyum, innflytandi hansara følsku lærdómar. Og tað sigur seg sjálvt, at eisini sonur hansara sum hevur vitjað Føroyar, er av sama slag, tvs., “ein falskur profetur!”

Og tað sigur seg sjálvt, at tær kreftir sum bjóðaðu syni Billy Graham til Føroyar, eisini koma inn undir ”katagoriina” falskir profetar! Ja, sjálvt baptistarnir í USA hava funnið útav øllum hesum eg nevni hesum viðvíkjandi, og um eg vildi, so kundi eg lagt nógv meiri út um hendan falska profetin, helst ein av teimum størstu heimurin hevur havt vitjan av!

Ì roynd og veru var Billy Graham ein politikkari. ì hansara seinastu livitíð valdi hann at stuðla mormonsku rørsluni í USA tá hann kunngjørdi, at hann stuðlaði forsetavalevninum “Mitt Romney“, sum jú er ein mormonari. Hansara prædikustílur var eisini politiskur skiljandi soleiðis, at ein ektaður politikkari er væl skorin fyri tungubandinum og dugir sera væl at leggja sín boðskap fram. Men tað, sum eyðkennir slíkar persónar er, at teir duga eisini sera væl at lata vera við at siga tey tingini sum teir serliga áttu at havt sagt fyri fólkinum.

Tílíkir eru serkønir í at siga hálvar sannleikar og fáa tað til at vera allur sannleikin. Altso, tað mest sannlíka krógva hesir fyri fólkinum. Teir fremja eitt dupultspæl.

Billy Graham var ein serkønur dupultagentur.

Ì 1948 segði Billy Graham, at størstu fíggindar av sonnum kristindómi, eru:

1. Katolisisman

2. Kommunisman  

3. Muhammedisman

Men í 1965 móttekur hann glaðbeintur medaljuna frá katólska studentarskúlanum á Belmont College. Ein glattur állur má sigast.

Billy Graham var ein “Mason“, ein “Jesuittur” og ein “Frímúrari“. Og uttan iva eisini ein “katolik“. Og sum áður nevnt, so boygdi hann eisini síni knø fyriillra-anda gudi sínum í Hollywood“. – Hvussu er hasin sangurin nú? “Er títt navn skrivað har …?” – Ja, Billy Graham fekk sítt navn skriva inn í lívsins bók í Hollywoodá steintalvu av betong og sement.

Billy Graham krøkti seg eisini uppí økumenisku rørsluna, hvørs endamál er at røkka einari verðins stjórn við eini tilhoyrandi verðinskirkju, altso, ein glúpskur úlvur í seyðaskinni. Hann gekk inn fyri Globalismuni viðAntikrist” sum verðinsleiðara.

Billy Graham var hópdrápsmannana hollasti stuðul og vinur, sum bæði “Vatikanið og amerikonsku forsetarnir” gjørdu sær dælt av.

Kreftirnar aftanfyri “globaliseringina” brúktu Billy Graham til teirra endamál, og sjálvt í Føroyum er hendan globaliserandi økumenisman farin at gera um seg og er komin ov langt á leið.

Hansara rangnummar í illra-anda losjuni var nr. “33“.

Hvat gongur fyri seg í frímúrarlosjunum, kann ein ikki taka uppá tunguna, men tey tilbiðja ba’al (t.e. satan).

Lættasti mátin ein kundi avdúka Billy Graham sum ein svikaligan, falskan profet, er at blaða upp í heiløgu skriftunum har skriva stendur: Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur! …. og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi! …. skiljið tykkum frá teimum …” (2.Kor. 6 : 14-18). Altso, forsetastólurin í USA er ein djevulskur, rovmorderiskur stólur, ein hópdrápsmannastólur sum ikki roknar mannalív fyri nakað sum helst. Hvat hevur ein trúgvandi at gera saman við slíkum lystmordarum? Skriva stendur jú: ” … Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði.” (Matt. 26:52). Men Billy Graham hugnaði sær saman við hesum lystmordarunum, sum hava slaktað so mong ósek menniskjur upp gjøgnum ártíggini.

Hetta, sum fell teimum so væl í lag, tey óføddu tey kryplaði og brendi fólk og fæ. Við napalm og við eitri, fyri Guð og fyri demokratiið.

Hesar kreftir, sum royndu góðar gripir móti børnum í My Lai, við hvøssum bajonettum, fyri Guð og fyri demokratiið.

Og sum søguliga myndayvirlitið vísir, so var Billy Graham har alla tíðina sum eygnavitni til allar hesar mongu drápsfúsu herferðirnar hjá amerikonsku forsetunum, men hann talaði ongantíð at svínaríinum. Tvørturímóti, so stuðlaði hann hesum blóðigu herferðum við sjónleikarabønum fyri opnum skermi, og fyri at verða sæddur av fólki og sæddur upp til.

Og so hugsa sær til, at hann varð bjóðaður fleiri ferðir til Føroya at prædika uttan at hetta eydnaðist, men hann kom til Danmarkar (1954 og 1965) og fekk splitta kristindómin sundur har, og í dag hevur kristindómurin í DK eins væl og í FO spælt fallitt. Eisini Bill Clinton varð bjóðaður til Føroya á vitjan. Enn ein hópdrápsmaður og baptist. Uttanríkisráðharrin hjá Bill Clinton, ”Madeleine Albright” ùttalaði seg soleiðis um “barnamorðini í Irak”: ”Eg haldi at hetta var eitt sera trupult val, men vit meina tað, at hetta var prísin vert!” – Her hava vit so eitt klokkuklárt dømi um, “hvussu ein psykopatur hugsar og talar!” Og Bill Clinton var einigur, tí at hon sigur jú ”VIT meina tað, at hetta var prísin vert.”

Hetta eru jú baptistar, av skini í øllum førum, báðir tveir. Men sum nevnt, so vísti tað seg, at Billy Graham var ein loyniligur agentur fyri Vatikanið og pávan í Róm.

Her sæst Billy Graham, staddur á rómversk katólska lærda háskúlanum á ”Belmont College”, móttaka sín heiðursdoktaragrad Doctor of Humane Letters (D.H.L.) frá tí rómverska-katólska lærararáðnum (kollegium). Hetta hendi tann 19. mars 1965. Og hetta hendi slakar 2 mánaðir áðrenn hann vitjaði Danmark í døgunum 9 – 16 mei 1965.

Kelduleinkja 1: http://www.nyhetsspeilet.no/2016/04/fn-drepte-500-000-barn-det-var-verdt-det/

Kelduleinkja 2: https://derimot.no/sanksjonene-rammer-oss-mer-enn-russland-i-1997-mente-usas-utenriksminister-at-en-halv-million-dode-barn-var-verdt-prisen/

Kelduleinkja 3: https://www.newsweek.com/watch-madeleine-albright-saying-iraqi-kids-deaths-worth-it-resurfaces-1691193

Kelda 4: So ísakøld ýlir norðanættin. ”Eg haldi at hetta var eitt sera trupult val, men vit meina tað, at hetta var prísin vert!” So kaldliga yppa tey øksl yvir myrðingunum av 500.000 irakiskum børnum millum 0-5 ár. Hon sigur jú, at “tað var tað vert!”

Bill Clinton í Føroyum

Hesin hópdrápsmaðurin varð bjóðaður til Føroya í 2007. Hvør ið bjóðaði honum til Føroya, fær ein neyvan at vita, heilt neyvt, sum eina almanna kunngerðing, men keldur vilja vera við, at Føroya Arbeiðsgevarafelag og Vinnuhúsið vóru stigtakarnir til hesa skemdargerð, og hesar kreftir umboða jú eisini fleiri sokallaðar kristnar leiðarar í fleiri kirkjum og samkomum í Føroyum, sum samstundis eisini eru leiðandi kreftir innan vinnulívsmarknaðin og bankaleiðslur v.m., og tilhoyrandi leinkja vísir, at eisini hann (Bill Clinton) hevur tætt vinarsamband við hesar avlagaðu, murubrekaðu, drápslystnu islamistarnar og sum eisini eru trúgvir stuðlar av ”Clintonfondinum.” Altso, hvat ger ein ikki fyri pengar og reklamu fyri seg sjálvan og sínar fyritøkur? Skomm býr ikki í nøkrum nakrastaðni innan myndugleikans rekkjur, og fyri tann skuld, ei heldur innanfyri kirkju- og samkomurekkjur.

Kelduleinkja: https://www.google.com/search?q=Bill+Clinton+in+Saudi&source=lnms&tbm=isch&sa=X&ved=0ahUKEwj82NntqanjAhXiwYsKHVWdATwQ_AUIECgB&biw=1920&bih=969%EF%BB%BF

Avdúkingin

Her avdúkast m.a., at Magni Arge og Atlantic Airways eins væl og “Guðrun & Guðrun” fingu ta stóru æru at fáa vitjan av einum hópdrápsmanni. Ein má spyrja um, hvussu langt eru fólk villig til at strekkja seg fyri at fáa sítt land og sínar vørur lýstar út í heimin? Ikki í mínum villasta hugflogi hevði eg ímynda mær, at ting og sakir vildu útvikla seg til nakað so óhugnaligt í tí samfelagi, sum ein er føddur og uppvaksin í.

Harumframt vóru 500 lokal føroysk vinnulívsfólk til evangeliska fundin hjá “baptistiska hópdrápsmanna-evangelistinum frá USA.” Og billettin kostaði 5000,-kr pr. høvd.

Og mong av hesum ganga á møti og í kirkju omaná tað heila.

Og so kalla tey hetta enntá fyri “at skriva søgu!” 

Kelduleinkja: http://www.travelpeople.dk/2007/2007100201.htm

Dagførd dagseting 01-12-2022