Bølmennamentan 14 – Ì navni mammons

Eg kann minnast sum ungur drongur, at tað var tvungið at møta upp á keiini og flagga við danska flagginum, samstundis sum eins egnu brøkur flaggaðu í hálvari stong, tá danska kongaskipið kom á vitjan og legði at kei í heimbygdini. Tá eg í dag nú veit tað, sum eg veit, so undrist eg stórliga.

Kelduleinkja: https://www.kongehuset.dk/slotte-og-kongeskibet/kongeskibet-dannebrog

Tað danska kongshúsið nýtir eitthvørt høvi til at reisa til Saudi Arabia og fjeppast uppi í hesum vandamiklu og drápsfúsu menniskjum. Hví tað? Jú, tí at danska stjórnin og danska vinnulívið brúkar danska kongshúsið til at gera handilsforrætningar av ymsum sløgum runt klótuna, og eisini í Saudi Arabia (millum annað handil við krígsvápnum). Hvørjar forrætningsavtalur annars ið eru framdar millum DK og SA, er enn í stóran mun dult sum manndráp. Krúnprinsaparið hevur enntá eisini verið fleiri forrætningstúrar í Saudi Arabia fyri danska statin og danska vinnulívið. Politikkararnir í DK klandrast um og vilja hava at vita, hvør stóð aftanfyri hetta tiltakiðTvs., at ikki allir politikkarar fáa at vita, nær danska kongshúsið ger sínar túrar til Saudi Arabia og hví.

Fyri fáum árum síðani vóru føroysku politikkararnir umborð á danska kongaskipinum og ótu fínt, hvørs ánarar eru bestu vinir við hópdrápsfólk/terroristar.

Vælgagnist teimum, írokna tess veljarum.

Vit eru komin so langt, at fólk síggja upp til óndskap, ikki bert í Ríkisfelagsskapinum, men stórt sæð í øllum Vesturheiminum. Tann, ið sær nakað kristiligt í øllum hesum, er ikki rættsiktaður. Tað finnast eingi mørk longur fyri, hvat ein kann handla við. Sjálvt moralur og etikkur eru vorðin ein handilsvøra, sum ein fegin vil tjena pengar uppá.

Kelduleinkja: https://ekstrabladet.dk/nyheder/samfund/eksperter-efter-vaccinesalg-til-saudier-frygter-for-sikkerheden/6529621

Hesin ríkisfelagsskapurinsum verður skírdur sum nakað næstan heilagt, hevur eina søgu sum gongur minst 40-50 ár aftur í tíðina sum ein ríkisfelagsskapur, ið bæði stuðlar islamistisku rørsluni/terroristum og móttekur stuðulspening/mutur frá terroristumTað mátti smakka nakað illa í munninum á teimum sum hava móttikið riddarakrossar og líknandi fyri trúgva tænastu hjá einum terrorfelagsskapi (donsku stjórnini, danska kongshúsinum og danska vinnulívinum)???

T.d. kann spyrjast inn tilhvør tað var sum sendi donsku kongafamiljuna til Saudi Arabia at taka í hondina á einum harðrendum einaveldisræðiið pína fangar, kúga kvinnur, hálshøgga andstøðingar og sum byrja tað nýggja árið (2016) við at hálshøgga 47 fólk?

Kelduleinkja: https://www.berlingske.dk/politik/hvem-besluttede-at-kongehuset-skulle-besoege-det-saudiske-diktatur-0%EF%BB%BF

Sjón fyri søgn um tað ið skriva verður um!

Kelduleinkja: https://www.google.com/search?q=den+danske+dronning+i+saudi+arabien&source=lnms&tbm=isch&sa=X&ved=0ahUKEwjyx5WjlZ_jAhVjkosKHfdEAiAQ_AUIECgB&biw=1920&bih=969%EF%BB%BF

Vápnasøla og vápnaavtalur

Enn meira kann upplýsast, at ríkisfelagsskapsins stóru pensiónskassar gera íløgur í vápnasøluhandilin til m.a. Saudi Arabia. Sum nevnt aðrastaðni, so hevur Donald Trump, fyrrverandi forsetin í USA (í síni forsetatíð) gjørt eina vápnaavtalu við Saudi Arabia fyri 350 milliardir dollarar. Hetta svarar til 2.597 MIA DKK, og í hendan handilin og fleiri aðrar líknandi, gera m.a. donsku pensiónskassarnir sínar íløgur gjøgnum partabrøv o.l.. – Hann náði tú meg, hvør avlívaði vakthundarnar?

Kelduleinkja: https://dbrs.dk/artikel/pensionskasser-har-aktier-i-saudi-arabiens-v%C3%A5benleverand%C3%B8rer

Ì navni mammons

Danska stjórnin liggur ikki á latu síðuni. Har samvitskan verður blaka fyri borð, letur alt seg gera í navni mammons!

Kelduleinkja 1: https://danwatch.dk/stoerste-danske-pensionsselskaber-investerer-i-virksomheder-der-leverer-vaaben-til-saudi-arabien/

Kelduleinkja 2: https://www.akademikerbladet.dk/aktuelt/2020/december/danske-pensionsselskaber-investerer-milliarder-i-vaabenproduktion-til-yemen-krig

Listi yvir teir pensiónskassar, sum gera íløgur viðvíkjandi vápnasøluni til Saudi Arabia.

Kelduleinkja: https://www.information.dk/indland/2019/03/oversigt-pensionsselskaberne-investeret-mindst-113-mia-firmaer-leverer-vaaben-saudi-arabien

Kjarnin í tí heila er vápnaframleiðsla og vápnasøla

Yvirgangsatsøknirnar framdar ímóti Yemen, hoyra vit ongantíð nakað um í vesturlendsku miðlunum. Men bæði USA og EU selja vápn til Saudi Arabia og sum bumbar Yemen í sorlOg hetta sigst vera tey góðu í heiminumSaudi Arabia situr líka sum í formansstólinum í ST/FN vegna mannarættindini í heiminum og sáplar alt til, og Danmark frøir seg um at vera sloppin uppí hesa terroristiska drápsmannalosju. Og tað verður bumba vilt, “við bíblium og bumbum, fyri Guð og fyri demokratiið.”

Kelduleinkja: https://danwatch.dk/perspektiv/eus-vaabensalg-til-saudi-arabien-traktatstridigt/

Tá hugskapt (fiktiv) kríggj skapa arbeiðspláss

Tað mest neyðuga fyri vápnaídnaðin er, at politiska systemið aftanfyri tað heila, noyðist at uppfinna eina møguliga hóttan ella ein hugskaptan (fiktivan) fígginda. Hetta er eisini orsøkin til, at politikkararnir og hervaldið í landinum skapa eina fíggindamynd við vápnasølu fyri eygatí, annars fáa tey ikki fólksins uppbakking fyri sínar duldu dagsskráir. Tí var tað, at tað mátti skapast eitt nýtt ”Pearl Harbour” við yvirgangsatsøknini tann 11. september 2001Og tað eydnaðist til lítar, tíverri.

Gjøgnum miðlarnar fáa borgararnir áhaldandi at vita, at teir eru hóttir av einum vandamiklum fígginda ”Ì longri tíð hava tað verið muslimarnir” sum vóru teir garvillu og svøku, men í løtuni (2022) eru tað aftur nú vorðið til, at “tað eru russar við Putin á odda” sum eru teir vandamiklastu fíggindarnir Vesturheimurin hevur at óttast fyri – men lukkutíð, so skulu politikkararnir og herurin í felag verja borgaran frá hesum vandamikla fígginda. Og síðani stendur vápnaídnaðurin klárur til at útvikla og framleiða nýggjar loysnir ið kunnu skapa ”frið.” Hesi murubrekaðu fólkini gera seg sjálvi ómissilig gjøgnum miðlarnarHesi murubrekaðu fólkini skapa eitt/eina ”lognbrá/villingarsjón”, eina illusión avat Danmark/ríkisfelagsskapurin er komið sær út í eina sera óhepna altjóða støðu viðvíkjandi yvirgangsatsøknum, og tí er serstakliga neyðugt við herdubbing og vápnaframleiðsluMen alt tað heila er tann reini heilaspuniAlt tað heila gongur bert út uppá at forvinna pengar og tilogna sær makt yvir øðrum.

Skjótt kemur ein dagur hvarí teir fara at skifta fíggindamyndina út, fyri at forvinna enn meiri uppá vápnasøluna. Meir vil hava meir. Ìstaðin fyri muslimarnar, so koma Rusland, Kina og Iran v.m., sum verða tann stóra hóttanin ímóti heimsfriðinum, og tí má framleiðslan og herdubbingin av vápnum eykast stórligaVit kunnu ikki hava nakrar svakar russarar, kinverjar og iranar v.m. malandi ímillum okkum, nei, tað gongur als ikki. Líkamikið, so hoppa fólk flest uppá hesar lygnir hvørja ferð. Lygn = pengar.

Tá kríggj tryggjar arbeiðspláss

Kelduleinkja: https://arkiv.arbejderen.dk/indland/n%C3%A5r-krig-sikrer-arbejdspladser

Sagt verður, at vinur umgongst vin. Tað gera terroristar eisini.

Mannalív hevur ongan týdning. Tað snýr seg einans um vald, sølu og vinning!

Kelduleinkja: https://arkiv.arbejderen.dk/indland/n%C3%A5r-krig-sikrer-arbejdspladser

Dagførd dagseting 01-12-2022