Hvør ella hvat hevur blinda vesturheimin?
Saudi Arabia er ikki ein tjóð ella fyri tann skuld ikki nakað land heldur. Saudi Arabia er ein oyðimørk ið er full av olju í undirgrundini. Ì søgu Saudi Arabia hava tað altíð verið òsemjur, stríð og klandur millum teir ymisku ættarbólkarnar og flokkar annars, sum hvør sær hevur hvør sína allýsing (definatión) av Islam.
Tann søguliga og sterka sambindingin millum Saudi Arabia og USA er aleina knýtt at hesum, at USA saman við England hevur stuðla einari familju í Saudi Arabia, tvs. tí núverandi kongafamiljuni og ein skal minnast til, at Saudi Arabia ikki er ein tjóð og at tað tískil ikki finnist ein tjóðskaparlig kensla sum so í Saudi Arabia. Saudi Arabia er fyri allar áhugaðar partar bert ein oyðimørk, ein sandkassi proppfull/ur av olju, og av hesi einfaldu orsøk hevur allur Vesturheimurin upprætta sáttmálar og samstarv við Saudi Arabia. Olja = pengar. Amerikanski dollarin er eisini knýttur at oljuni. Fyrr var tað gullið, ið dollarin var knýttur til, men í dag er tað oljan. Harav hava vit fingið navnið ”petrodollarin.” Tó, eisini á hesum økinum eru broytingar farnar fram, nú vit skriva 2022, og hvussu neyva myndin sær út hesum viðvíkjandi í dag, skal eg ikki gera meg klókan uppá.
Eitt annað ein skal leggja sær í geyma er, at Saudi Arabia stendur fyri tí mest konservativa frábrigdinum (variantinum) av Islam, einum avlagaðum (perverteraðum) frábrigdi av Islam.
Eitt sterkt dømi av mongum um hvussu sterk bondini eru millum Saudi Arabia, USA og Vesturheimin, er at finna í eini hending í FN. Òtrúligt men satt. Ì 2015 varð Saudi Arabia kosin til formanspostin fyri mannarættindanevndina, og í 2017 varð Saudi Arabia kosin til formanspostin fyri globalu kvinnurættindini. Hetta kann gott samanlíknast við at seta ein brennivarg (pyroman) til at vera brandmajorur í New York.
Danmark og Saudi Arabia í somu losju
Og nú er Danmark eisini ovurfegið av at vera sloppin uppí hesa eksklusivu losju saman við saudi arabum. Duga fólk ikki at síggja dupultmoralin í øllum hesum? Ì miðlunum og á Facebook verða muslimarnir útspiltir og fordømdir døgnið runt, men aftan fyri kulissurnar hugna vesturlendsku stjórnirnar, kongshúsini – fyri ikki at nevna vatikanið við pávanum á odda – sær saman við hesum konservativu, avlagaðu (perverteraðu) leiðandi kreftunum innan muslimska/islamistiska heimin.
Sáplaskert talufrælsi
Hugsa sær til, at vit hava eitt landumráði hvarí kvinnur hava fá ella eingi rættindir og hvarí menniskjur bæði verða fongslaði og hálshøgd, tí at tey hava eina aðra meining enn Saudi Arabiska kongshúsið. Eitt landaumráði, ið ikki veit hvat mannarættindir er fyri ein stødd. Og tá nú so brádliga hetta sama landið ella oyðimørk her í Vesturheiminum verður útnevnt sum ein leiðari ella fyrimynd (rollemodel) fyri rætt og rættvísi og til at tala kvinnunar søk her á fold, hvat má ein ikki hugsa tá? Tað er at undrast yvir, at ketan ikki enn er lopin av hjá nøkrum fyri langari tíð síðani?
Munnkurvar
Eitt annað sera løgið fyribrigdi er, at stóru ráðandi og viðurkendu miðlarnir í vesturheiminum als ongan áhuga hava í at koma við atfinningarsomum (kritiskum) meiningum og spurningum viðvíkjandi øllum hesum ”svínaríi.” Hereftir kunnu miðlarnir bara broyta navn sum t.d. munnkurv 1 og munnkurv 2 o.s.frv.! Tað sigur seg sjálvt, at tá eg kann finna útav øllum hesum uttan at vera ein journalistur, so kann ein ikki hugsa annað enn, at vesturlendsku miðlarnir hava spælt fallit og eru eftir øllum at døma keyptir av bølmennaklikuni, hartil undir eftirliti (kontrolleraðir) og stýrdir av teimum.
Eitt sindur um manglandi nágreiniligan (djúptborandi) tíðindaflutning.
Terroristafelagsskapur
Fyri nøkrum árum síðani fekk George W. Bush ein sápil sum eina myndarliga (symbolska) gávu frá kongafamiljuni í Saudi Arabia, og hesin sápil var av júst sama slagi ið Saudi Arabia nýtir til almennu hálshøggingarnar, og sum sigst fara fram eina ferð um vikuna. Eisini Trump hevur verið uppi á gólv við sápulsvingarunum og sjálvur við sápli í hond eins og Bush. Kanska danska kongshúsið hevur verið til onkra av hesum hálshøggandi frumførslum? Her kann ein líka sum síggja Bush og Trump við sáplinum í hondini og mafioistisku, drápslystnu sheikarnar líka sum dansa føroyskan dans. Tað kundi eisini sæð út, sum um teir feira eina væleydnaða yvirgangsatsøkn í New York við eftirfylgjandi, væleydnaðu og drápiligu herferðum teirra?
“Mens dansen den går, så let igennem lunden.” Helst feira teir eina væleydnaða yvirgangsatsøkn í New York? – Vónandi duga fólk at leggja 2 og 2 saman?
Teir dansa í terrortakt so sáplafegnir
Inniliga sambandið millum USA og Saudi Arabia gongur heilt aftur til amerikanska forsetan Franklin D. Roosevelt, ið møttist við grundleggjaranum av tí modernaða saudiska statinum ”Kong Abdulaziz ibn Saud” í 1945 umborð á einum skipi í Suez-kanalini.
Kelduleinkja: https://www.cbsnews.com/news/the-tangled-web-of-us-saudi-ties/
Hyklaríið
Hetta eru nakrir av teim leiðandi og førandi persónunum í heiminum og sum hava fingið nærum allan Vesturheimin til at hata Islam og muslimarnar, men sjálvir fríggjast, mussast og klemmast teir fyri opnum skermi við hesar mest avlagaðu (perverteraðu) og murubrekaðu islamistarnar sum finnast í heiminum. Aðalspurningurin og sjálvur broddurin í øllum hesum er, at samstundis sum at vesturlendsku leiðararnir framstilla Islam og muslimarnir sum sera vandamiklar (tað kann ein so altíð keglast um), so hugnar Vesturheimurin sær saman við teimum kortini og eru allar bestu vinir við hesar somu kreftir, sum teir annars framstilla sum sera vandamiklar fyri heimsfriðin o.s.frv.. Hetta er eitt hyklarí á topplani í Vesturheiminum sum vil nakað!
Og veljarin ið velur hesi inn á ting, øsir seg so nógv uppí skúm um muslimarnar, at blóðtrýstið fer heilt út av lagi. Hvat sigur hetta ikki um veljaran sjálvan?
Fyri meg at síggja, so hava vesturlendsku leiðararnir og førandi politikkararnir (írokna teir donsku) fyri langari tíð síðani umvent seg (konvertera) til Islam.
Myndirnar meti eg sjálvur tala sítt egna mál!
Tað eru óhugnaligar kreftir vit hava yvir okkum í dag!
Men har finnast kortini sannar kritiskar røddir, sum kortini hava ilt við at sláa ígjøgnum. Ein ljóðar nakað soleiðis: ”Tað er skammiligt at FN hevur útnevnt eitt land, ið hálshøggur fleiri menniskjur um árið enn hvat Isis ger, til at standa á odda fyri eini týdningarmiklari mannarættindarnevnd.”
Onkur vil vera við, at ISIS ikki í síni livitíð higartil hevur hálshøgt líka mong menniskjur, sum Saudi Arabia ger um árið.
47 avrættingar uppá ein dag
Tað er at undrast yvir og spurningurin má stillast, um hvør orsøkin er til at Vesturheimurin so brennandi roynir at fáa fatur í Isis fyri at forkoma teimum, men leggja næstan ikki merki til hvat gongur fyri seg í Saudi Arabia, og hví miðlarnir eru so óvandnir (ókritiskir) ella góðtrúnir yvir fyri Saudi Arabia samanborið við Isis, sum jú fyrr nevnt eru hervandir og stuðlaðir av Vesturheiminum? Saudi Arabiska kongafamiljan er líka ring ella helst verri enn teir mest víðgongdu mafia-familjufelagsskapir vit hava hoyrt um. Men vesturlendsku statsministararnir, forsetarnir og kongafamiljurnar v.m, hugna sær óført saman við hesum drápsfúsu mafiosum til ein kaffimunn við rundstykkjum og góðum avtalum afturvið, ið kasta nógvan pening av sær.
Bert uppá ein dag, tvs. tann 2. januar 2016, avrættaði Saudi Arabia 47 fólk, harímillum ein kendan politiskan andstøðing (regeringskritiker).
Ongar skruplir
Her kann ein fáa sjón fyri søgn, at danska kongshúsið hevur ongar skruplir við at vitja og forhandla við hesar drápslystnu og drápsfúsu fúrstar (islamistar) sum søluumboð fyri danska vinnulívið (28. februar 2016), og tað bert 57 dagar eftir at Saudi Arabia avrættaði 47 persónar einans eftir einum degi.
Kelduleinkja 1: https://www.kongehuset.dk/foto-video/erhvervsfremstoed-i-saudi-arabien
Dagførd dagseting 01-12-2022