Bølmennamentan 12 – Tilrættislagdar lygiætlanir

Vápnaavtalan við yvirgangsfólkini (terroristarnar) – Saudi Arabia.

Ì 2016 vóru loyniligar hernaðarligar atgerðir framdar av USA í 70% av heimsins tjóðum, ið strekti seg yvir 138 lond. (KeldaMiðlahúsið ”The Guardian” tann 9. januar 2017). Hetta er ein ræðandi hækking uppá 130% síðani Bush og hansara fyrisiting.

Trump hevur nýliga gjørt eina vápnaavtalu við Saudi Arabia ið hevur eitt virði uppá umleið 350 milliardir dollarar (2017). Hetta svarar til uml. 2.532 MIA DKK. Tá Trump bleiv spurdur inntil hesa avtalu av miðlunum, kom hann við tí mest ótrúligu útsøgnini um, at ”hetta fer at skapa yrkisfremjandi tiltøk í USA,” ella sum danir plaga at taka til, ”at det vil være sundt og godt for beskæftigelsen i USA.” Hugsa sær til, at framleiða drepandi vápn skal vera sunt fyri arbeiðsmarknaðin, tí at tað skapar rúgvuvís av arbeiðsplássum?

Tað psykologiska sjúka í hesum er, at ein skal vera so jaligur sum gjørligt. Ein skal bara síggja ljóst uppá at fleiri arbeiðspláss síggja dagsins ljós, men ein letur eyguni aftur fyri, at milliónir koma samstundis at doyggja av framleiddu vøruni.

Speisemi í øllum hesum er, at her ger USA eina vápnaavtalu við Saudi Arabia hvarí 15 av yvirgangsfólkunum skuldu eitast at koma frá??? Hetta átti at fingið allar alarmklokkur upp at ringja hjá fólki og serliga miðlafólkunum og miðlaheiminum, men har er deyðatøgn. ”Salige er de fattige i ånden!”

Her kann tí eingin ivi verða um longur, at síðani 11. september 2001, er heimspressan stórt sæð keypt av ”baklandinum hjá yvirgangsfólkunum!” Tann, ið stýrir blaðheiminum, kann billa fólkinum allan lort inn, men sannleika fær tú næstan ongantíð at vita haðani frá. Tað verður tungt hjá fólki at trúgva hesum innleggi, tí at fólkið hevur fyri langari tíð síðani fingið nakað annað at vita gjøgnum miðlarnar, men sum er ein lodrøtt lygn.

USA er djúpt, djúpt bundin av kríggj, lygn og myrðing. Hasir makthavarnir kunnu ikki liva hesum fyriuttaneins og ein narkomanur fær sterkan rúsuppisetursfjáltur (abstinensir), um hann ikki fær tað hann er bundin av!”

Um alt kríggj endaði á fold í morgin, so vildi USA fari syngjandi á húsagang og gingið til grundar eftir heilt stutta tíð. USA vildi ikki verið til longur.

Allur heimurin verður hildin í einum tvangsvaldi og skrúvustikki av hesi sinnissjúku, grísku og vandamiklu krígsmaskinu, sum USA í veruleikanum jú er.

Leinkjan niðanfyri vísir vápnaavtaluna hjá USA við ein av sínum terroristisku starvsfeløgum vegna yvirgangsatsøknina á WTC.

Um fólk fáa ilt av hesum sum eg leggi fram, so skal eg heilsa og siga, at tað var júst meiningin við tí heila. Kortini er tað satt sum eg leggi fram, men ikki allur sannleikin. Tingini eru nógv verri, enn tað eg borðreiði við her á hesi heimasíðu.

Kelduleinkja: https://www.independent.co.uk/news/world/americas/us-politics/trump-saudi-arabia-arms-deal-sale-arab-nato-gulf-states-a7741836.html

”Varmakistillygnin” (kuvøsulygnin).

Tað er ein royndur lutur, at USA smíðar tær snildastu lygnir til brúk sum umbering fyri at sleppa í kríggj og drepa í túsundvís fyri ikki at siga milliónavís av ósekum menniskjum. Hesi 5 fylgjandi video-framløgur greiða frá, hvussu USA bryggjaði lygnir saman, til tess at kunna sleppa at leypa á t.d. bæði Vietnam og Irak. Snildasta lygnin var kanska tann ið varð brúkt, fyri at kunna sleppa at leypa á Irak í sambandi við irakisku innrásina í Kuwait. Hon ber heitið: ”Varmakistillygnin” (kuvøsulygnin).

Til rættis lagdar lygiætlanirSí frá 1:12:00. Lygnin kann tíverri klára at ferðast jørðina runt, áðrenn sannleikin fær knýtt lissurnar!

VarmakistillygninSí frá 5:00 og gjarna alt innleggið. Orsøkin til, at lygnirnar hava havt so fríar ræsur í vesturlendsku miðlunum er, at so mong tíðindafólk í vesturheiminum eru keypt av Pentagon/CIA. Stóru miðlarnir í vesturheiminum verða stýrdir og kontrolleraðir av teimum kreftum, sum stýra globala krígsídnaðin. Sí innleggið.

Irak og Saddam Hussein. Saddam Hussein søkti um politiskt friðskjól í Spania, og harvið kundi kríggi við Irak verið avblást, men USA vildi heldur sleppa at slakta sakleyst blóð og sýndi tískil onga náði.

Falska vitnisfrágreiðingin frá følsku, ungu sjúkrasysturini, stutta versiónin! – Krokodillutár, live!

Falska vitnisfrágreiðingin frá følsku sjúkrasysturini, longra versiónin! – Vert er at bíta merki í, at Amnesty International stuðlaði hesi djevulsku lygnini sum kostaði fleiri 100.000 mannalív og helst milliónir mannalív við. Men hetta er vanligur framferðarháttur hjá USA og viðhaldskreftum, tíverri!

Dagførd dagseting 01-12-2022