Kríggið ímóti yvirgangi (terror), er vorðin ein føðimaskina fyri tann globala krígsídnaðin. USA, Týskland, Frankaríki, England og Danmark eru nakrir av hesum mongu leikarunum á globala krígsídnaðarvøllinum. (Sí “ùrklipsbókin” undir evninum: “Bølmennamentan“). Ì Niðanfyri keldulinki ber til at fáa ein vinkul av mongum um, hvussu óhugnaliga ónt alt hongur saman, og at einki av tí vit verða upplýst um gjøgnum aðrar miðlar, hevur nakað sum helst við veruleikan at gera. “Stóru miðlarnir í vesturheiminum verða stýrdir og kontrolleraðir av teimum sonnu yvirgangsfólkunum.”
Kelduleinkja 1: https://free21.org/isbjerget-smelter/?lang=da
Rúseitursmisnýtarin (narkomanurin)!
USA er uttan iva djúpt og sterkt bundin (avhengigur) av kríggj, yvirgangi og mannslátri, tí at nógvur peningur er at vinna í slíkum óndum verkætlanum.
Eitt lítið síðulop kann gerast her og greiðast frá, at narkotika er forboðið sambært Islam. Taliban hevði minka um opiumsframleiðsluna við heili 91% fram til innrásina í Afghanistan. Hetta passaði ikki inn í áhugamálini og verkætlanunum hjá England og USA. Eftir innrásina í Afghanistan, er opiumsframleiðslan økt aftur við heili 3.300%. Afghanistan stendur í dag fyri yvir 90% av opiumsframleiðsluni í heiminum, og sum gevur av sær eina søluinntøku uppá umleið 200 milliardir dollarar um árið. Hetta svarar til 1.448,6 MIA DKK.
Ein fyrrverandi MI6 agentur, James Casbolt, sigur, at ”tað má koma sum ein hvøkkur fyri mong, at tann globali narkohandilin verður drivin av fregnartænastunum (írokna CIA), og sum eisini hava fult tamarhald og yvirlit yvir hesum handli.” – Her var so ein stak góð duld umbering fyri at leypa á Afghanistan. Ì 2010 gjørdu amerikanskir jarðfrøðingar og serfrøðingar innan herin frá Pentagon eitt risafund av ráevnum í Afghanistan. Hesi ráevnir sum teir funnu var jarn, kopar, kobolt, gull og litium í ríkum mongdum. Hesi ráevnir vóru virðismett til 1 milliard US Dollar. Hetta svarar til 7,2 MIA DKK. Sambært Pentagon, vil Afghanistan koma at fáa sama týdning fyri litium ídnaðin eins og Saudi Arabia hevur tað fyri oljuídnaðin. Litium verður brúkt til framleiðslu av battaríum til m.a. mobiltelefonir, farteldur og el-bilar.
Friðarhetjan
Kelduleinkja: https://www.cfr.org/blog/how-many-bombs-did-united-states-drop-2016
Kríggj fyllir ómetaliga nógv í tí amerikanska dagligdegnum. Tað verður billa fólkinum inn, at vit eru í kríggj ímóti yvirgangi (terror), og sum vit øll eftirhondini hava funnið útav, so koma hesi kríggj ongan enda at fáa í vanligan forstand. Tíverri er tað soleiðis áfatt, at øll hesi kríggj geva valdsharrunum endaleysan rætt til týna mannalív runt um allan jarðarknøttin. Barack Obama tveitti yvir 25.000 bumbur yvir sakleys menniskjur í sínum seinasta virkisári, stórt sæð einans grunda á ógrundaðar pástandir um, at her ella har rann ein yvirgangsmaður (terroristur) runt.
Eftir 11. september 2001, krevst ikki longur meira til fyri at sláa eitt menniskja í hel. “Ein sinnissjúkur pástandur í dag, er nóg mikið til hjá valdsharrunum á okkara døgum til at taka eitt mannalív.” Og hesin einfaldi pástandur um terroristar, ið ongantíð vóru til (uttan bert USA sjálvt), var nóg mikið til at avtaka allar grundlógir í Vesturheiminum og harvið sleppa at avlúra og avlurta meiniga mannin, sum ikki longur hevur nøkur rættindir her í lívinum. Total kontrol vil USA hava yvir alt og øllum í hesum heimi, og myrðir og drepur uttan at blunka við fyri at fáa sín vilja ígjøgnum.
Ì 2016 tveitti USA ikki minni enn 26.171 bumbur runt um á klótuni (svarandi til 3 bumbur um tíman í eitt heilt ár) hvørs orsøk skuldi vera, at her ella har rann ein svakur yvirgangskroppur (terroristur) runt, ið mátti týnast. Alt samalt heilaspuni frá USA fyri at sleppa í kríggj. Hetta má sigast at vera ein blóðigur endi á stjórnarskeiði forsetans ,”Barack Hussein Obama II. ”Hartil fekk Obama Nobel friðarheiðurslønina í 2009, tvs. í sínum fyrsta ári sum forseti, tilluta av eini sokallað kristnari tjóð, hóast sína blóðigu herferð sum forseti. Hetta má hava smakka nakað illa í munninum hjá norðmonnum, tá ein nú hugsar um hansara blóðigu arbeiðstíð. Men hetta er einki nýtt, tí at aðrir hópdrápsmenn hava eisini heysta hesa medalju fyri at drepa sakleys, sum t.d. Yasser Arafat í 1994.
Ein má gera sær hetta greitt, at onkustaðni koma hesar 26.171 bumbur frá, tvs., at so finnast verksmiður og harvið eisini arbeiðspláss, hvarí hesar bumbur verða framleiddar. Av tí sama er hetta ”big buisness” innan krígsídnaðin, og er hetta eisini ein av orsøkunum til, hví USA so brennandi ynskir at sleppa í kríggj við alla verðina. ”Kærleikin til pengar, er jú rótin til alt ilt!” – Ì tí dulda hava loyniligu kreftirnar aftanfyri amerikanska politikkin hetta slogan: ”War is good for buisness!”
“USA’s præsident følger oftest den kurs, som landets store selskaber og militær-industrielle kompleks udstikker, uanset hvor charmerende han er.”
Kelduleinkja: https://arkiv.arbejderen.dk/leder/blodige-obama
In God we trust, hmmm sorry, which god are we talking about here? Sera løgið at eingin vaknar á okkara breiddarstigum. Sjálvt sokallaðir kristnir leiðarar lovprísa tílíkum óndskapi, men ei heldur innan hesar karmar er nøkur veking at hóma. Flest øll vandra bert runt sum ”Zombies!”
Dagførd dagseting 01-12-2022