Bølmennamentan 10 – Fyrireikandi lygnir og villleiðingar

Ein góður journalistur sum ikki ræddist grýlur! Eitt stutt innleiðandi umfar, sum lýsir hvussu lætt tað er hjá kontrolleraðum miðlum at villleiða vanliga borgaran!

Yvirgangsfólkini (Terroristarnir).

Tað, ið okkum varð upplýst var, at har vóru 19 yvirgangsfólk ið høvdu rænt 4 flogfør, og við tveimum av hesum flogførum flugu nakrir av hesum yvirgangsfólkunum inn í WTC 1 og 2 (World Trade Center, torn 1 og torn 2).

Men har var eitt triðja torn eisini ið rapaði, tó uttan at nakað flogfar rendi á ella fleyg inn í hetta tornið. Hetta tornið kallaðist WTC 7 og tað løgna er, at enn í dag finnast mong menniskjur ið ikki hava ánilsi fyri, at har rapaði eitt triðja torn.

Eftir øllum at døma var eitt triðja flogfar skotið niður av amerikanska luftvápninum, meðan tað fjórða var ongantíð eitt flogfar, men eitt (møguliga 3) missil skotið ímóti Pentagon, uttan iva av loyniligum amerikonskum kreftum (CIA og viðhaldskreftir).

Hendingin vegna Pentagon og tey 3 missilini, eru umrødd í innslagnum niðanfyri.

Lygnir, sum sjálvt smábørn leggja til merkis. Verri gongur hjá teim vaksnu at uppdaga lygnirnar! Ì hesum innslagi verða mong ting avdúkaði. M.a., at 4 hobbyknívar kláraðu at spreiða eitt niðurdottið flogfar yvir eitt umráði uppá heilar 12 km??? (Sjálvandi ein bílig joke sum fólk flest enn trúgva uppá). Men mong onnur áhugaverd ting og sakir koma eisini upp at venda.

Fyrireikandi lygnir

Undir øllum umstøðum kann sigast, at einki av tí sum miðlarnir fóðraðu okkum við um 11. september 2001 var sannleiki uttan bert ein ting, og tað er, at alt hetta veruliga fór fram í USA. Tvs. tíðindaflutningurin í Vesturheiminum um hesa yvirgangsatsøkn var smekkfull av lygnum og einki annað. Propaganda, tá hon toppar uppá sítt besta. Sum danir plaga at taka til: “Alt var løgn og latin!” Og satt er tað.

Av hesum, fyri okkum 19 framløgdu flogrænarum og yvirgangsfólkum, komu 15 av teimum frá Saudi Arabia, tveir vóru frá Arabisku Emiratunum, ein frá Libanon og ein frá Egyptalandi. Men eingin frá Afghanistan. Av hesum 15 Saudi Arabum, høvdu 11 av teimum fingið teirra ”visa pappírir” á tí amerikanska General Konsulátinum í Jeddah í Saudi Arabia.

Táverandi leiðarin av amerikanska ”General Consulate í JeddahMichael Springmann, sigur frá í einum BBC NEWS tíðindasending tann 6. november 2001, at CIA bílegði (bestilti) visa pappírini til illgrunaðu flogrænarnar/yvirgangskropparnar, og at hesir síðani vóru sendir til USA fyri at verða upplærdir og vandir har av CIA.

Nevnast skal eisini her, at hesir illgrunaðu 19 yvirgangskropparnir vóru einans tiknir inn í sakina sum syndabukkar í yvirgangsatsøknini. Teir høvdu ongan leiklut í sjálvari atsøknini, men fungeraðu einans sum ífylluleikarar (statistar), fyri at lygnirnar kundu passa inn í myndina hjá USA og viðhaldskreftum!

Ein kann róliga siga, at sannleikin um 11. september 2001 fær ein ikki frá teim stóru vanligu miðlunum í vesturheiminum, ið fólk vanliga plaga at fyrihalda seg til.

Ein kendur tíðindamaður, Elias Davidsson segði, at tað er fyrstu ferð í heimssøguni, at umleið helvtin av heimsins íbúgvum hava tikið eina so avgjørda og steinøra lygn til sín fyri sanna varu innan fyri 24 tímar, og tá hugsar hann um allar tær uppfunnu lygnirnar ið miðlarnir løgdu fram fyri fólkinum vegna hendingina tann 11. september 2001. Uppaftur aðrir miðlar avritaðu bara tað, sum teir størru miðlarnir fráboðaðu, tó uttan at kanna eftir trúvirðinum í tíðindunum, nakað sum innan fyri sanna miðlaheimin, verður rokna fyri ”vánaligur tíðindaflutningur” (journalistikkur).

Elias Davidsson segði eisini, at sjálvt Goebbels (propagandaministarin hjá Hitler) kundi bert havt droymt um eina slíka stóra nøgd av propagandavirksemi, tó uttan at vera mentur at føra tílíkt propagandavirksemi út í lívið. Men fyri USA gekk tað sum smurt. Fleiri tíðindafólk vilja vera við, at tann 11. september 2001 doyði mestsum allur borðbarður tíðindaflutningur. Tann dagin hildu flest øll tíðindafólk uppat við at seta atfinningarsamar (kritiskar) spurningar og valdu at taka allar lygnir fyri góða vøru.

Tað, sum hendi aftaná 11. september 2001 var, at amerikanska fyrisitingin kom við heilaspunum, ið miðlarnir so bóru víðari út til okkum øll sum um tað var veruligur tíðindaflutningur. Hesi uppspunatíðindir vóru ikki ein gongd eftirkannaði av teimum ið skuldu eitast at vera yrkistíðindafólk (professionel), og tað er greitt brot á grundreglurnar innan tíðindaflutning.

Altso, alt tað, ið miðlarnir fóðraðu okkum við um 11. september 2001, var tað reina heilavask. Aftanfyri tað heila, Stóð USA og CIA sum kapellmeistarar og dirigentar!

Syndabukkurin!

Longu sama dagin (11. sept. 2001) kundi CNN greiða fólkinum frá, at Osama Bin Laden var hitt stóra bølmenni ið stóð aftanfyri hesa ræðuhending. Keldurnar til hesi ósonnu tíðindir var ”U.S. Intelligence Officials,” tvs., loynilig fregnartænastufólk (huldufólk). Hesi lygitíðindi vóru send út tann 11. september 2001 kl 17:14.

V.ø.o., so kundu hesar loyniligu keldur boða øllum heiminum frá, at Osama Bin Laden var hitt stóra bølmenni, ið stóð aftanfyri hesa hending, fáar tímar ”áðrenn” bygningur WTC 7 niðurrapaði. Og sum fyrr nevnt, so finnast mong menniskjur enn tann dagin í dag, ið ikki hava ánilsi fyri, at har niðurrapaði eitt triðja torn, tó uttan at har var nakað flogfar ið rakti hetta tornið. Men kortini kundi CNN greiða øllum heiminum frá, at Osama Bin Laden var bølmennið í atsøknini, hóast WTC 7 niðurrapaði nakrar tímar seinni. Hvussu kundi CNN vita, at Osama Bin Laden stóð aftanfyri atsøknina áðrenn illgerðin var framd?

Miðlaheimurin hevur nógv at læra av hesum journalistinum, um hvussu ein førir ektaðan, professionellan journalistik! Av misgávum kemur journalisturin her at navngeva eingilskmannin, sum royndi at saksøkja BBC vegna rangsnúgvandi tíðindi, fyri Tony Burkes, men rætta navnið er Tony Rooke. Hendingin vísir okkum, at sterkar kreftir verja fyri, at fólk skulu koma nærri sannleikanum um 11. september 2001.

Tony Rooke

Ein onglendingur, Tony Rooke, royndi at leggja sak ímóti BBC. Orsøkin var tann, at umleið 20 minuttir áðrenn bygningurin WTC 7 var niðurrapaður, so kundi BBC longu tá í eini ”live sending” boða frá, at nú var bygningurin tíverri niðurrapaður. Men á skerminum aftan fyri sjónvarpsvertin, kundi ein síggja bygningin standa har framvegis. Sjónvarpsverturin hevði ikki ánilsi fyri hvat gekk fyri seg aftan fyri vertin á skerminum. Verturin las bara upp úr telegramminum, ið vertinum varð litið upp í hendur at lesa upp úr, at nú var WTC 7 niðurrapað. Hetta hevði sjálvsagt einki við public service at gera, men var rein og skær propaganda.

See what you see, and not what you’re supposed to see! – Hetta innslagið vísir klárt og greitt hvussu propaganda fungerar, eisini tá ið tey dumma seg til ein “Oscar.” Sum yvirskriftin lærir, “at síggja tað ein sær, og ikki lata seg villleiða av tí ið sagt verður.”

Enn ein video hvarí Tony Rooke greiðir frá hendingini hvarí BBC dummaði seg, og samstundis mælir hann fólki til at lata vera við at gjalda TV-licens og skatt yvirhøvur, har tad letur seg gera. Hann grundar hetta á, at vit eru bara stødd í tí støðu, at tað, at gjalda skatt og licens er at stuðla yvirgangsvirksemi. Hartil sigur hann satt eisini, at tað loysir seg ikki at gjalda skatt av teirri grund, tí at sokallaðu leiðararnir hava fyri langari tíð síðani koyrt alt á heysin. Har er snøgt sagt einki eftir at bjarga.

Men Vesturheimurin svølgdi allar hesar lygnir uttan himpr, og uttan at blunka við. Men at peika út ein syndara so skjótt í sakini, er uttan iva ógjørligt tøkniligt og gongur ímóti øllum ið kallast kann fyri náttúrligt. Tvs., bert á yvirnáttúrligan hátt kundi hetta latið seg gjørt, – so langt úti var og er tílíkur tíðindaflutningur.

Tað, sum ein kann rokna fyri yvirnáttúrligt í sakini er, at so mong menniskju uppá so stutta tíð trúðu eini lygn, ið sjálvt eitt smábarn kann avdúka. Men ein stórur partur av vesturheimurin trýr lygnini framvegis. Hartil kemur, at enn er eingin rannsakandi kanning farin fram í málinum.

“Snildisliga lygnin gongur jú eisini út uppá, at tá ein syndari er uppfunnin úr tí bláu luftso er ikki neyðugt longur við eini rannsakandi kanningog tey sonnu bølmennini klára harvið frísak.”

Osama Bin Laden fekk ongantíð sjálvur loyvi til at koma til orðanna í teim vesturlendsku miðlunum og harvið svara fyri seg vegna tær ákærur, ið vóru vendar ímóti honum, men um miðjan september 2001, slapp hann at úttala seg í ”Al Jazeera” og aftur tann 28. sept. 2001 í Ummat, Karachi. Hann segði m.a., at hann ikki stóð aftanfyri álopið á USA, og at hann sum muslimur ongantíð kundi funnið uppá at drepa ósekar kvinnur, børn og menniskjur annars. Eisini meinti Osama Bin Laden tað, at hesi álop eftir øllum at døma vóru ráðløgd (planløgd) av persónum orsaka av persónligum orsøkum, tvs., av persónligum áhugamálum.

Ikki tí, men uttan iva er/var OBL ein yvirgangsmaður innan sítt umráði. Møguleikin kann eisini vera til staðar, at OBL hevði onkran leiklut í fyrireikingunum til álopið av tí at hann var jú ein gamal kenningur á lønarlistanum hjá CIA, men tað er snøgt sagt ómøguligt at hann kundi standa aftan fyri yvirgangs atsøknina tann 11. september 2001.

Ì 2001 vóru flestu miðlar á einum máli um, at tað mátti ein statur standa aftanfyri eitt tílíkt væl tilrættarlagt álop, men heilt skjótt fingu miðlarnir munnkurv smoygda um gapið og góvust tí við at tosa um slíkt, og rættaðu harvið allar kanónirnar ímóti Osama Bin Laden og Afghanistan, hóast eingin av teimum “sokallaðuflogrænarunum komu frá Afghanistan

Men hvør annar statur kundi standa aftan fyri eitt tílíkt væl tilrættarlagt álop, uttan bara USA sjálvt? Øll spor í málinum peika beint inn eftir ímóti USA sum veruliga bølmenni í yvirgangsálopinum, hvørs vápn var CIA. Kortini kann ein rokna við, at allar tær fregnartænastur hvørs lond eru vinarliga sinnaði við USA, uttan iva hava havt ein fingur við í spælinum sum t.d. Mossad, MI5 og MI6 v.m., men ”dirigenturin” var USA. – Roknast skal við, at eisini Saudi Arabia hevur havt sín leiklut í yvirgangsatsøknini.

Men danska stjórnin vildi ikki gera vart við seg um hesa hending, ið var ein so uppløgd og samstundis óupplýst hending at eftirkanna og sum hevur ført til so óendaliga mong deyðsføll av ósekum menniskjum. Eisini hevur álopið á World Trade Center ført til grundleggjandi broytingar í øllum okkara samfelagi, og meginparturin av tí frælsi vit høvdu, er vorðið rænt frá okkum beint framman fyri nøsini á okkum. Danska stjórnin sat bert og passaði (lurepassede) við góðum kortum í hondunum. Sæð frá einum øðrum vinkli, so gjørdi Danmark vart við seg vegna hesa yvirgangsatsøkn á ein heilt annan hátt. Danmark valdi at gerast ein partur av hesi yvirgangsatsøkn og meldaði seg inn í kríggi ímóti m.a. Afghanistan, Irak og SyrienAltso, enn meiri myrðing og dreping kom á dagsskránna ístaðin fyri.

Ongantíð enn hevur nakar gjørt so frætt sum eina roynd at leggja hesa hending fram fyri ein dómstól sum ein kriminell handling ið krevur eina kanning av málinum soleiðis, at ein dómur kann fellast yvir veruligu kriminellu brotsmenninar, ið framvegis ganga fríir og leysir og sita í høgum postum runt umkring á klótuni.

Tað sigur seg sjálvt, at ein missir alla virðing fyri slíkum parlamentum sum halda hondina yvir tílíkum brotsverkum av so óhoyrdum grovum slagi, og at mista virðingin fyri teimum parlamentum sum vóru uppíblandaði hesa yvirgangsatsøkn, ikki stendur til at rættast upp aftur.

Sí video frá 1:16:50 sum umhandlar innihaldið í omanfyri standandi teksti.  Annars kann eg ráða øllum til at hyggja eftir øllum hesum videoinnslagi sum hevur nógv gott og upplýsandi tilfar at greiða frá, og sum vanligir miðlar als einki tosa um. Teir hava jú fingið munnkurv smoygda um gapið á sær frá hægri myndugleikum, sum eisini eru bakfólkini handan yvirgangsatsøknina.

Villleiðingin

Tað fyrsta USA ger eftir álopini, er at reisa seg úr stólinum og bumba Afghanistan sundur og saman, frá jarnøldini og aftur til steinøldina. Hví nú tað? Speiliga kann ein lýsa hetta soleiðis. Av tí at meginparturin av yvirgangsfólkunum (15 menn) komu frá Saudi Arabia, so tekur USA tað avgerð, at leitast skal eftir manninum (Osama Bin Laden) ið krógvar seg í holum í Afghanistan við eini primus í høgru hond og eini Nokia í vinstru hond hvar frá hann fjarstýrdi 19 yvirgangsfólkum ið flugu 1½ tíma í amerikonskum loftrúmi ótarnaðog sum til endans rendu 2 flogfør á 2 torn, men hvar eitt triðja torn rapaði 7 tímar seinni av berum forskrekkilsi. Maðurin er vandamikil og svakur, tí má Afghanistan bumbast niður til heljar so maðurin kann verða funnin. At ommur, abbar, mammur, pápar og børn ósakliga verða slaktaði í hundratúsundvís, hevur ongan týdning. Danmark krøkir seg eisini uppí hendan lygn og latínvognin hjá USA uttan samvitskubit. Við tað at Saudi Arabar eina mest myndaðu yvirgangsbólkin, so skal Afghanistan hava toyggið og bumbast niður. Logikkur fyri búrhøns, ikki so? Nei, hetta er vitleyst. Hví legði USA ikki eftir Saudi Arabia ístaðin? Jú, til tað finnast økonomiskar orsøkir ið komast skal til seinni.

Men nú, tá Osama Bin Laden er deyður (eingin slapp tó kortini at skoða líkið, so fyri tann skuld kann hann framvegis vera á lívi), so skuldi ein trúð, at nú var ikki longur neyðugt at kríggjast og bumba meira. Kortini heldur kríggi áfram og bumburnar smella hvønn dagin runt um á klótuni hvarí USA stendur mitt í rokanum. Hví tað? Jú, tí at tá nú Osama Bin Laden er burturbeindur, so hevur USA fyri neyðini at uppfinna ein nýggjan fígginda og bøðil til tess at kunna halda áfram við sínum ólógligu kríggjum og terrorhandlingum. Hetta ordnaðu USA og CIA sera snilt og føddu eitt nýtt barn, sum fekk navnið: ”ISIS!” – Vit mugu ikki gloyma krígsformilin hjá USA: ”Fyrst verður kríggi lagt til rættis (planlagt), og síðani skal leitast eftir eini umbering fyri at sleppa at fara í kríggj.” , ”War is good for buisness!”

Sí videoinnslag frá 1:45:00 sum avdúkar hvussuAl Quaeda og ISISsóu dagsins ljósKrígsformilin hjá USA: ”Fyrst verður kríggi lagt til rættis (planlagt), og síðani skal leitast eftir eini umbering fyri at sleppa at fara í kríggj.” , ”War is good for buisness!”

Ein góður gamal kenningur

Annars kann upplýsast, at Osama Bin Laden var longu ein góður gamal kenningur hjá amerikonsku stjórnini.

Ì 80’unum varð OBL stuðlaður við venjing og útstýrdur við vápnum av CIA, fíggjaður av Saudi Arabum til at venja og eggja Jihad at kríggjast ímóti russisku hersetingini av Afghanistan. Altso longu tá var Osama Bin Laden á lønarlistanum hjá CIA við tøttum tilknýti til Saudi Arabia.

Al Quaeda er navnið á ”CIA databasanum,” ið innihelt nøvnini á umleið 30.000 mujahedin krígsmonnum og leigusoldátum frá fleiri kontinentum á fold, hvørs databasi varð upprættaður í 1989. Um CIA hevði brúk fyri terroristum, so var bara at fara í ”Al Quaeda” at leita. OBL og hansara CIA herur varð fíggjaður við amerikonskum og saudi arabiskum pengum.

À neyvt sama háttin sá ISIS dagsins ljós og hvar USA saman við m.a. Fraklandi og Týsklandi stuðla ISIS við pengum, venjing og vápnum.

Al Quaeda er navnið á ”CIA databasanum,” ið innihelt nøvnini á umleið 30.000 mujahedin krígsmonnum og leigusoldátum frá fleiri kontinentum, hvørs databasi varð upprættaður í 1989. Um CIA hevði brúk fyri terroristum, so fór CIA í ”Al Quaeda” at leita. Fíggjarar og upphavsfólk: USA og Saudi Arabia.

Ein góður gamal kenningurSí sama videoinnslag omanfyri frá 1:45:00

Dagførd dagfesting 01-12-2022