Òsjónliga Heimsfarsóttin

Heimsfarsóttin (pandemiin) ið ongantíð kom

Ì hesum teigi skulu vit hyggja eftir nøkrum hagtølum sum tala fyri seg og ikki kunnu burturforklárast! Til ber eisini at eftirkanna hesi tøl, og krevur hetta einans tolsemi til at seta seg inn í hvussu ein leitar hesi tølini upp, ið eru atkomilig fyri almenninginum.

Føroyar

Fólk deyð í Føroyum í tíðarskeiðinum 1985 – 2020 – Havi avritað tølini frá Hagstovu Føroya:

Àr: ……………………1985 1986 1987 1988

Deyð, bæði kyn: …  340   370   372    424

Àr: …………………….1989 1990 1991 1992

Deyð, bæði kyn: …   374    359   398   400

Àr: …………………….1993  1994 1995 1996

Deyð, bæði kyn:..     385    354   365   395

Àr: ……………………. 1997 1998 1999 2000

Deyð, bæði kyn: …    377   377   401   354

Àr: ……………………. 2001 2002 2003 2004

Deyð, bæði kyn: …    360   392   405    380

Àr: ……………………. 2005 2006 2007 2008

Deyð, bæði kyn: ..     417   417   381   383

Àr: …………………….  2009 2010 2011 2012

Deyð, bæði kyn: …     386   349   385   408

Àr: …………………….  2013 2014 2015 2016

Deyð, bæði kyn: …     364   394   377   379

Àr: …………………….  2017 2018  2019 2020

Deyð, bæði kyn: …     447   394    411   365

Ìalt: ………………….   13 839 deyðsføll.

Miðal-deyðstalið fyri árini 1985 – 2020: ……. 351 fólk um árið.

Samanborið við Danmark, so doyr uml. 1 menniskja um dagin í Føroyum ímóti 147 deyðsføll um dagin ì Danmark. (Snitrokning).

Føroysku tølini vísa, at tað doyðu 82 FÆRRI fólk í 2020 enn í 2017 ella við øðrum orðum, so doyðu FLEIRI fólk í 19861987, 19881989, 19911992, 19931996, 19971998, 19992002, 20032004,  20052006, 20072008, 20092011, 20122014, 20152016, 20172018, 2019 ENN Ì 2020!

Ì Danmark doyðu 587 FÆRRI fólk í 2020 enn í 2018, 227 FÆRRI deyð fólk í 2020 enn í 2009, og 959 FÆRRI deyð fólk í 2020 enn í 2007. (Sí uppstilling longur niðri í hesum teigi).

Hetta kann bara merkja ein ting, og tað er, at tá vit hava við eina ”sokallaða” deyðiliga virussjúku og hartil ”sokallaða” deyðiliga heimsfarsótt (pandemi) at gera, so doyggja færri fólk enn vanligt??? Eg meini so við, eru fólk vorðin so mikið lítið at sær komin, óvitandi og uttan kunnleika, at tey trúgva, at so er? Hvørjum skúla hava slík gingið á???

Ein skal eisini hava í huga, at fólkatalið í Føroyum er vaksið við uml. 4.000 menniskjum síðani 2016, uml. 4.500 menniskjum síðani 2011 og 7.760 menniskjum síðani 1985 sambært Føroya Hagstovu.

Kjarnin í málinum (poengið) er, at her hevur ongantíð verið talan um nakra heimsfarsótt (pandemi) yvirhøvur, og ein skal minnast til, at útmeldingin frá myndugleikunum var frá fyrsta degi av, at talan var um eina DEYÐILIGA VIRUS og/ella VIRUSSJÙKU. Men nú hava tey faktuellu tølini avdúkað júst tað øvuta, at talan hevur ongantíð verið um nakra deyðiliga virus ella virussjúku.

Ei heldur hevur tað nakrantíð verið talan um eina nýggja koronavirus. Alt hevur verið ein lodrøtt lygn frá fyrsta degi av!

Tann eini sum er listaður upp til at vera deyður í Føroyum av Korona/Kovid19 í Føroyum (2020), hvørki doyði av Korona/Kovid19 ella var smittaður við Korona/Kovid19. Eisini hetta havi eg kannað og funnið útav. Men ikki so mikið sum bara ein journalistur raknar við av hesum svikalótum, men allir, uttan undantak, spæla við hesum myndugleikans svikalótum sum eftirhondini hava fingið deyðiligar avleiðingar, ikki av nakrari virussjúku, men av ólógligum og harðrendum skerjingum og avmarkingum  uttan grund. 

Tey, deyðsføllini, sum hereftir fara at vaksa í tali, koma at verða orsaka av ótestaðum, ikki góðkendum (óheimilaðum), óreinum og eitrandisokallaðumkoppsetingum (ið ikki eru koppsetingar kortini, men hinvegin er eitt ófráboðað arvafrøðiligt eksperiment), hvørs langtíðar hjáárin eingin kennir nakað sum helst til. Sum at spæla russiska rulettu.

Tølini tala fyri seg og prógva, at einki er sum bendir á nakrar sjúkdómsvandar, ið fólk ikki vitstu um og kendu til frammanundan.

Tvs., eingin nýggj virus var nakrantíð nakar veruleiki. Alt er nú prógvað sum eitt risastórt lokabragd (gigantisk fuppnummar), men fólk flest trúgva lygnini framvegis, tíverri.

Tey sum hava fingið ta æru at stýra og stjórna okkara samfelagi, bæði í DK, GR og FO, eru stórsvindlarar av rang og hartil drápsfólk eisini. Somu kreftir kontrollera kirkjur og samkomur v.m.. Hetta hoyrir ikki heima nakra staðni.

Tíðin (gott 2½ ár – á heysti 2022) hevur nú víst okkum klárt og greitt, at Kovid19 er ein óndskapað lygn, tí tølini tala fyri seg, so nú vita fólk flest hvat og hvønn tey trúgva uppá.

Kovid19 tiltakið er eitt brotsverk ímóti vanliga borgaranum. Kovid19 tiltakið er ein yvirgangsatsøkn (terrorálop) á hægsta stigi framt av myndugleikunum sjálvum.

Tølini prógva til fulnar, at ALT viðvíkjandi Kovid19 er eitt risastórt svik og samstundis eitt rán, bæði peningaliga, mannarættindarliga og hartil rán av fólksins frælsi!

Tey, ið taka undir við slíkum, verja eitt risastórt, globalt brotsverk, og tað ber til at siga frá. Tí hvat fer at henda tann dagin tá veljararnir og kirkju- og møtigangararnir fara at finna útav, at teirra leiðarar hava logið tey smekkfull? Og at myndugleikarnir og miðlarnir eisini hava logið fólkið smekkfull við sínum álagda propaganda?

Eingin ivi er at so er, tí tølini tala fyri seg!

>>Enn havi eg hvørki hoyrt ella frætt, at nakar politikkari, hvørki í Danmark, Grønlandi ella í Føroyum, hevur mótmælt Kovid19 brotsverkinum ímóti egnum borgarum.<<

Ei heldur hevur nøkur ávarandi rødd verið at hoyrd frá sokallaðum kristiligum kirkjum ella samkomum nakrastaðni, hvørki í Føroyum, Danmark ella nøkrum øðrum landi. Àvaringar røddir eru frammi til tíðir, men ikki frá sokallaðum kristnum samkomum, ikki frá nøkrum sokallaðum heilsumyndugleikum og ikki frá miðlunum heldur.

Eg eri ikki journalistlærdur, men kortini kann eg finna út av slíkum sum miðlarnir fyri langari tíð síðani áttu at havt boðað fólkinum frá, fyri at taka burtur alla óneyðuga ræðslu fyri huldusøgum frá myndugleikunum og sum miðlarnir tíverri bakka upp, heldur enn at stíga fram sum sannir journalistar, men nú hevur tað víst seg, at allir journalistar uttan undantak bakka lygnina upp, helst eftir ordrum frá hægri rókum.

Journalistarnir hava gloymt sítt starv og hvat tað av sonnum inniber. Allur sannur journalistikkur er gingin til grundar, tí miðlaheimurin er vorðin ein frúuhundur (skødehund) hjá hægri kreftum.

Men nú hava teir (miðlarnir) so onga umbering longur!

Danmark

Fólk deyð í Danmark, bæði kyn, í tíðarskeiðinum 2007-2020 – Havi avritað tølini frá Danmarks Statistik.

Àr                                Deyðstøl

2007 ……………………………. 55 604¤¤¤

2008 ……………………………. 54 591

2009 ……………………………. 54 872¤¤¤

2010 ……………………………. 54 368

2011 ……………………………. 52 516

2012 ……………………………. 52 325

2013 ……………………………. 52 470

2014 ……………………………. 51 340

2015 ……………………………. 52 555

2016 ……………………………. 52 824

2017 ……………………………. 53 261

2018 ……………………………. 55 232¤¤¤

2019 ……………………………. 53 958

2020 ……………………………. 54 645¤¤¤

Vit kunnu síggja her, at í 2020, sum jú varð útnevnt til at vera tað ræðuliga árið hvar ein sokalla deyðilig virussjúka javnaði nærum allan heimin við jørðina, doyðu, í Danmark, 587 FÆRRI fólk enn í ár 2018, 227 FÆRRI fólk doyðu í 2020 enn í 2009 og 959 FÆRRI fólk doyðu í 2020 enn í 2007.

Hartil kemur, at fólkatalið í Danmark er vaksið við 393.000 menniskjum síðani 2007, og hetta gevur í snit ein fólkavøkstur uppá 28.071 um árið seinastu 14 árini (2007-2020) og sum harvið avdúkar, at tey árligu deyðstølini upp gjøgnum seinastu 14 árini hava ligið nøkunlunda støðufast (stabil) uttan nakrar eyðsýndar broytingar yvirhøvur, nakað sum tað átti at gjørt, um talan veruliga var um eina deyðiliga virussjúku og hartil ein deyðilig heimsfarsótt (pandemi), sum alskyns myndugleikar annars vildu hava hetta til at verða, men hvørs deyðstøl nú avdúka sum eina lygn.

Men nú vísa tølini, at tað hevur ongantíð verið talan um eina heimsfarsótt (pandemi) ella um eina umfarsótt (epidemi). Ei heldur hevur verið talan um eina deyðiliga lívveru (virus) ella deyðiliga virussjúku. Allur hesin hugsaði framferðarháttur viðv. Kovid19 hevur stórt sæð alla tíðina verið bygdur á eina lodrætta lygn.

Hví upplivdu vit ikki nakað hýsteríherðindi vegna Danmark í 2007, 2009 og 2018 í hvørjum árum tað doyði fleiri menniskjur enn í 2020, men hvarí tað búðu færri menniskjur enn í 2020???

Sama mynstur ger seg stórt sæð galdandi um alla jarðarklótuna har eingin kríggj eru á skránni.

Men fram yvir fara árligu deyðstølini brádliga at hækka munandi, ikki orsaka av nakrari vandamiklari og deyðiligari virussjúku, men orsaka av ótestaðum og óheimilaðum (uautoriseret), óreinum, eitrandi og deyðs-vandamiklumsokallaðumkoppsetingum (vaccinum), sum í roynd og veru als ikki er ein koppseting (vaccina), men hinvegin eitt ófráboðað, arvafrøðiligt (genetisk) eksperiment, og harvið ólógligt. 

Ì øllum førum er ikki talan um heiðurlig menniskjur sum stýra tí samfelagi, vit eru at finna í.

Kovid19 lokabragdið (fupnummarið) er hervið avdúkað og sum klárt og týðiliga avspeglar seg í framløgdu faktatølum.

Og hesi tøl avdúka klárt og greitt lygnirnar frá avvarðandi myndugleikum um eina sokallaða deyðiliga virussjúku, ið tó ongantíð varð til.

Dagførd dagfesting 01-12-2022