Har korruptiónin blómar í síni bestu tíð!
“À nakað sama hátt gongur hetta fyri seg í Føroyum.“
Ríkmenninir sum t.d. kvotabarónar, reiðarar, vinnulívsmenn og fakfeløg v.m., tvs. leiðandi kreftirnar í arbeiðssamfelagnum írokna ferðavinnuna, stýra politiska landslagið í Føroyum vegna sínum óreiðiligu pengum, sjálvandi í tí dulda.
Tíverri hevur korruptiónin forgreina seg so djúpt inn í tær sokallaðu stóru kristnu samkomurnar í Føroyum eisini, at eingin vón fyri frelsu er meir at hóma fyri hesar maktsjúku og peningagrísku kreftir.
Alt samfelagið er spilt. Eisini hitt sokallaða kristna samfelagið!
Tað sigur seg sjálvt, at um nú toppurin á Christians Borg er spiltur (korruptur), so er toppurin í Føroyum tað við! Tann er blindur, ið ikki er førur fyri at síggja hetta!
Stuðulspeningurin til politisku flokkarnar í Føroyum frá Danmark av – tá tað snýr seg um fólkatingsval – til at føra valstríð, er einki minni enn “muturspeningur“ (korruptiónspeningur).
Til hendan sokallaða stuðulspeningin er at siga, at sjálvsagt er hann ólógligur.
Fyri at tað almenna skal hava loyvi til at gjalda út, er bæði neyðugt við ”fíggjarlógarheimild og lógarheimild!” Ì Danmark eru báðar hesar fortreytir í lagi, tí lógin er samtykt og lýst í Danmark. Men henda lóg er ikki lýst og komin í gildi í Føroyum. Tað er tí ólógligt fyri danska statin at gjalda hesar pengar til politisku flokkarnar í Føroyum, eins væl tað er ólógligt hjá politisku flokkunum í Føroyum at taka ímóti hesum pengum.
Eisini njóta politisku flokkarnir gott av peningi frá vinnulívinum til at útinna valstríðið við. Tað sigur seg sjálvt, at politisku flokkarnir hála ikki sín egna pening upp úr lummanum til at føra valstríð við, tí tað er alt ov kostnaðarmikið og kostar so mikið nógv, at rossahandlar mugu gerast við ríku vinnulívsfyrisitingina og aðrar kreftir, fyri at kunna gera seg galdandi innan politikk. Vanligi borgarin hevur ongan verðins møguleika fyri at gera seg galdandi á nakran hátt í samfelagnum, tíverri.
Siðalag vinnulívsins verður umsett til lógarverk av politikkarunum, og eisini hevur lobbyisman góðar dagar í samfelagnum, tvs., at ríkmenninir innan vinnulívið í stóran mun ávirka/stýra politikkarunum til at fremja tær avgerðir á tingi og í landsstýri við sínum loyniligu losjufundum og peningum teirra flótandi undir borðinum. “Allur ríkisfelagsskapurin er gjøgnumgangandi, djúpt korrumperaður frá innast til uttast!“
Nakrir duldir kapitalistar (onkran veit eg um við vissu) hava fingið fult tamarhald yvir tað samfelagið vit liva í, og harvið hava hesar somu peningakreftir fult tamarhald yvir tí politiska systeminum, sum vit so væl kenna til í dag.
Ì Danmark eru tað tær stóru fyritøkurnar, innanlanda eins væl og uttanlanda, sum fíggja alt tað politiska lívið í dag. Hartil fáa fleiri av teimum politisku kreftunum eisini hollan stuðul frá teimum størstu fakforeiningunum í Danmark. Størsti trupulleikin í øllum hesum er, at fyrr var tílíkt revsivert, men ídag eru fólk heilavaskaði til at trúgva tí, at tílíkur framferðarháttur er í lagi. Men sjálvsagt er hetta framvegis ólógligt og kallast framvegis fyri mutur (korruptión).
Sami framferðarháttur ger seg galdandi í Føroyum hvarí duldar, korruptar vinnulívskreftir, innanlanda eins væl og uttanlanda, eisini stýra sokallaðu kristnu samkomunum og sum í stóran mun eisini eru politiskar samkomur, nakað sum er bæði ókristiligt og eitt ókent fyribrigdi í nýtestamentligum bíbilskum høpi, tí at blanda jarn og pottaleir saman, hevur ikki enn eydnast nøkrum at fáa eina haldbara legering burtur úr.
Ì 2011 brúkti ein fólkatingskanditatur í snit 750.000,-kr. uppá sítt valstríð. Summir brúktu meir enn nevndu upphædd og summir minni, men upphæddin er snitrokna. Falda vit hesa upphædd við 179 fólkatingslimum, so verður upphæddin samanlagt: 134.250.000,-kr. Hartil skal ein hava í huga, at nógv fleiri enn 179 fólk stilla upp til eitt fólkatingsval, og tí er áðurnevnda upphædd nógv hægri enn sum so. Av tí sama prógva hesi tøl við sínum serstaka málburði, at hetta kann bert tulkast sum ”korruptión!” Tí, tað sigur seg sjálvt, at hendan pening hava tey ikki lænt frá mammu síni ella Hannumostur, men hinvegin frá duldum, korruptum kreftum. Vanligi borgarin kann ikki stilla nakað sum helst upp yvir fyri slíkari himmalrópandi órættvísi og harvið fáa nakran møguleika í einum so hástórum, korruptum ríkisfelagsskapi. Tí at hesin Ríkisfelagsskapurin, ið serliga sambandskreftirnar hálova alment, er korruptur líka úr enda í enda allan samlan vegin ígjøgnum.
Hartil er eisini talan um tað ið kallast fyri uppílegging ”(Intervention!)” Og tá verður sjálvandi hugsa um stuðulspeningin frá donsku stjórnini til føroysku politisku flokkarnar at føra valstríð við, tá tað stundar til fólkatingsval.
Landslagið er djúpt korrupt soleiðis, at enntá bæði sokallaðir prestar og profetar eru fløktir inn í alla hesa móruna!
P.S.: Hóast statsministarin Lars Løkke Rasmussen ikki longur er danskur statsministari og statsministaraskiftið er farið fram meðan heimasíðan var undir gerð, so broytir hetta einki uppá støðuna. Statsministarasetrið kemur kortini framáhaldandi at vera ein “muturfegin stólur!” Og “LLR” kemur framvegis at dragsa sítt muturskrín við sær víðari fram á lívsins leið. Eitt gott gamalt orðatak sigur, at “apan fylgir við!”
”Tak ikki við mutri! Tí mutur ger hin síggjandi blindan og vendir við søk teirra, ið rætt hava.” (2. Mós. 23:8).
Losjulimir – Ríkar kreftir innan vinnulívið stýra og kontrollera politisku kreftirnar í samfelagnum! “Korruptiónin er oyðileggjandi fyri alt samfelagið og svíður einamest tá hon hevur fingið sínar fastatøkur í sjálvan tindin. – Her gevur Carl Henrik eina klára mynd av, hvussu tingini hanga saman í korrupta ríkisfelagsskapinum! Ein má tí undrast yvir, at fólk síggja upp til hendan ríkisfelagsskap!”
Rættarskipanin í danska kongaríkinum er kavrotin!
Tað er øgiliga ringt at seta bara eitt navn á fyri at lýsa hvat tað er fyri eitt stýrislag ella stýrisformur vit liva undir í dag. Kortini kann ein við fullari vissu siga, at tað í øllum førum ikki er demokratiskt, men hvarí flest allir politisku flokkarnir javnan propagandisera tað til at vera.
Fyri meg at síggja, lenar stýrisformurin í danska kongaríkinum seg heilt nógv upp at fascismuni. Hetta evnið fer Tabussurin eisini at koyra ein lítlan túr ígjøgnum aðrastaðni á heimasíðuni.
Stýrislag Føroya sum útgangsstøði er hátta soleiðis, at Føroyar liggja undir einum “einaveldisræði hvarí Føroyar hava fingið eina útvatnaða kommunala skipan at virka eftir, sjálvsagt undir einaveldisræðisins eftirliti!” (§ 82 í donsku grundlógini). – Sí annars meiri um evnið undir yvirskriftini “Føroyar – Einki demokrati.“
Prógvið fyri, at stýrisformurin í Ríkisfelagsskapinum er ein einaveldisskipan, er at finna i sjálvari donsku grundlógini: ”Regeringsformen er indskrænket-monarkisk.” (§2). Monarki = einaveldi.
Eisini eru sterkir tónar at hoyra frá einum totaliterum, diktatoriskum og kommunistiskum streingjakóri, hvarí lógloysi líkasum er í ferð við at gerast ein kravdur mannarættur.
Eitt hálshøggandi fólkaslag hevur jú fingið sín sess í ST/FN. Ì 2015 fekk Saudi Arabia ein av sínum monnum til eitt leiðandi starv í eini nevnd í ST/FN vegna menniskjarættindini í heiminum. Og enn meiri í 2016 fekk Saudi Arabia eisini æruna av at tala søk kvinnurnar í ST/FN. Eg meini so við, at her eru kreftir uppá spæl sum elska ein sjúkan form fyri skemti, men kortini kennir Danmark seg heppi og stolt av at vera sloppin uppí hendan hálshøggandi og myrðandi mannarættindarfelagsskapin.
Men vaknar nakar av hesum himmalrópandi, skríggjandi órættvísinum? Nei, hugsa verður meiri um at deila premiur út til tílíkan djevulskan framferðarhátt. Tann ið vágar sær at siga sannleikan, kann rokna við at verða dømdur av alt og øllum. Ùtifrystur frá sokallaða uppblásta vælferðarsamfelagnum.
Hetta er eisini orsøkin til, at valt verður at lýsa samfelagið sum tað er, so langt sum ein dugir at síggja hetta og orkar at fremja hetta í verki, tí at tabussførarin sjálvur bleiv útifrystur og forfylgdur av hesum samfelagnum (Ríkisfelagsskapinum) hann livir í – uttan grund, og hevur verið tað umleið seinastu 30 árini. – Tabussførarin er eisini sannførdur um, at Ríkisfelagsskapurin er nógv verri samantvinnaður, enn tað, sum Tabussurin koyrir við í viðførisrúminum (bagagurúminum).
Orsøkin er einføld: ”Tað stríðir ímóti donsku rættarskipanini at siga sannleikan, og tað stríðir ímóti tí donsku rættarskipanini at fremja sannleikan í verki, og Guð hjálpi mær, at tað stríðir eisini ímóti sokallaða kristna andanum at siga sannleikan í eini sokallaðari kristnari kirkju/samkomu!” Ja, so langt er tað komi í okkara parti av heiminum!
Annars áttu flest øll at kent til blaðstjóran á Oyggjatíðindi, sum varð dømdur til fongsulsrevsing fyri kriminellar gerðir hjá øðrum menniskjum. Tað einasta maðurin gjørdi, var at peika á svik/brotsverk ið fór fram í samfelagnum. Hann gjørdi sína borgarligu skyldu sum blaðmaður og blaðstjóri, men bleiv revsaður afturfyri. (Hetta er eitt av mongum dømum um, hvarí eitt samfelag vísir sítt fascistiska andlit við at hevna seg inn á ein borgara, sum vísir seg at hava rætt í ávísum samfelagsligum viðurskiftum, ið ikki eru í lagi). Tá tílíkt sleppur at henda í samfelagnum, tá hava vit eitt muturfegið system, eitt kavrotið system, eina kavrotna rættarskipan og eina korrupta politiska skipan. Ja, enntá eitt samfelag ið avnoktar seg sjálvt, tí at tað leggur upp til allar formar fyri lógloysi.
Tey signalir ið hetta sendir út er, at eina fría pressu og ein ektaðan vakthund, vil hetta kavrotna systemið ikki vita av!
Ein miðil, sum systemið sleppur at keypa og hava fult eftirlit og tamarhald á, er altíð hjartaliga vælkomið inn um gáttina hjá tí kavrotnu, korruptu donsku rættarskipanini og hartil líka so rotnu politisku skipanini í Ríkisfelagsskapinum.
Ein má gera sær hetta klárt og greitt, at teir stóru og sterkastu miðlarnir í Ríkisfelagsskapinum eru keyptir, stýrdir og kontrolleraðir av duldum, korruptum ríkmanskreftum ið forsvara rotinskapin í samfelagnum, fyri ikki at siga ”teirra egna rotinskap, ið avspeglar seg í samfelagnum!”
Frá einum øðrum vinkli av, kann hetta lýsast soleiðis: Miðlarnir verða stýrdir uttanum blaðstjórnirnar (redaktiónirnar).
Men ein uppgerð er á veg og fer at henda skjótt í nærmastu framtíð, og upptakið verður øgiligt!
Rættarskipanin í Føroyum er sjálvsagt donsk allan vegin ígjøgnum. Tí má ein gera sær tað greitt, at muran í donsku rættarskipanini í Føroyum er í stóran mun akkurát tann sama sum í Danmark. Harvið hyttar danska rættarskipanin í Føroyum á sama hátt sínum egna skinni eins og hon ger í Danmark!
Dagførd dagfesting 01-12-2022