Bølmennamentan 05 – Listin

Langtíðar listin

Ein journalistur helt fyri, at 11. september 2001 oyðilegði USA. Tað, ið hann ikki dugdi at síggja tá var, at hendingin oyðilegði ikki bara USA, men allan vesturheimin, bæði etiskt og moralskt.

Tann 11. september 2001 fekk USA skapa eina óhugnaliga umbering fyri at sleppa í gongd við at fremja endaleys kríggj og gera innrás í fleiri londum. Tann 11. september 2001 var bert ein umbering hjá stjórnini í USA fyri at gera innrás í 7 londum og hartil skapa endaleys kríggj her á fold. Men eisini enn djúpari og óhugnaligari sakir liggja aftan fyri hesar hendingar.

Listin var avdúkaður í eini skrivligari viðmerking av einum nýliga pensioneraðum generali, ”General Wesley Clark” ið segði: ”This is a memo that describes how we are going to take out seven countries in five years, starting with Iraq, and then Syria, Lebanon, Libya, Somalia, Sudan and finishing off Iran.” Og hetta var longu lagt til rættis áðrenn 11. Sept. 2001. Tað einasta sum manglaði, var at skapa eitt nýtt “Pearl Harbour,” tvs. eina skakandi hending í samfelagnum ið kundi hava tað ávirkan, at Hvítu Húsini kundu fáa fólksins uppbakking til at fara í kríggj. Tað eydnaðist til lítar.

General Wesley Clark avdúkaði hetta í oktober 2001 bert fáar vikur eftir yvirgangsatsøknina. Og tað eru sterk orð ið verða brúkt, sum t.d. take out and finishing off.”

Ì dag duga vit at síggja, at bert Iran er eftir á listanum. Øll hini londini liggja í skelja sori í dag, tí at USA og vesturheimurin hava innført ”sítt demokrati” har? Men USA hevur ikki gloymt Iran. Teirra túrur kemur. Tað einasta sum ikki gekk eftir ætlan, var tíðarfreistin. Men í áðurnevndu londum á listanum er tað, at USA í dag jagstrar yvirgangsfólk (terroristar). — Sí kelduávísing niðanfyri.

Kelduávísing: (Frá 37:42 – 39:55). Annars kann mælast til at síggja alt video sum inniheldur nógv gott tilfar. Àðurnevnda kelduávísing vísir greitt, at tað, ið General Wesley Clark avdúkaði, vóru fullfíggjaðar krígsætlanir hjá USA, klárar at seta í verk í okt. 2001, og at arbeitt hevði verið uppá hesar krígsætlanir fleiri ár frammanundan yvirgangsatsøknina tann 11. september í 2001.

At USA framvegis liggur og lúrir eftir at gera ein enda á Iran, er framvegis opinlýst.

Kelduleinkja: https://jyllands-posten.dk/international/usa/ECE11360370/usa-sender-hangarskib-til-mellemoesten-som-advarsel-til-iran/

General Wesley Clark greiðir frá tí, sum eg skrivi um beint omanfyri, hetta, at alt varð tilrættislagt langt áðrenn 9/11.

Vit kunnu taka eitt dømi úr rúgvuni. Libya var eitt tað mest framkomna, siðmentaða og nýmótaða landið í Afrika við sera góðum sosialum umstøðum. Eftir at USA og viðhaldslond gjørdu sína innrás har, er Libya vorðið ein stórur ruðuleiki (eitt kaos), hvarí brotsmannalið (bandar) stýra tí mesta har. Soleiðis gongur tað hvørja ferð, tá Vesturheimurin, tey  ”sokallaðu” góðu kristnu londini vilja innføra eitt “sokalla” demokrati í øðrum londum. Tí hvørja ferð letur Vesturheimurin eftir seg eina rúgvu av ruðuleikum (kaos), neyð og vesaldóm, helviti og deyð, – fyri ikki at tosa um skararnar av flóttafólkum.

Dagførd dagfesting 01-12-2022