Forsíðan

Hin versti fíggindin eitt land hevur, er SANNLEIKIN!”

À hesi heimasíðu verður einamest nomið við evnir, ið myndugleikarnir helst vilja fjala fyri almenninginum og hvarí miðlarnir helst vilja dansa uttan um hesi evnir, uttan iva av teirri grund, tí at miðlarnir í stóran mun eru keyptir, stýrdir og undir fullum tamarhaldi (kontrol) av sterkari kreftum ið stinga djúpari, enn flest øll fólk geva sær far um. Hin fría pressan hevur stak vánaligar umstøður nú á døgum.

À hesi heimasíðu verður kunnað um duldar ætlanir sum eru framdar, eru í gongd og sum fara at vera gjøgnumførdar í nærmastu framtíð, bæði innan fyri og uttan fyri Ríkisfelagsskapin. Eisini verða lygitíðindir (propaganda) almannakunngjørd á hesi heimasíðu og sum eg veit, at fleiri eru vitandi um, men alt ov mong eru óvitandi um.

Ein kendur, sera erligur og trúfastur danskur vísindamaður ímóti sínum starvi, segði soleiðis um støðuna tá tað gekk upp fyri honum, hvarí myndugleikarnir í einum landi framdu grov misbrot, uttan at tað fekk fylgjur. Hann segði: ”Hvis denne forbrydelse ikke kommer til sin opklaring, så kan man heller ikke stoppe de kriminelle processer den har startet!” (Niels Harrit)! – Ja, so satt sum tað er sagt.

Vit hava so sanniliga verið vitni til eina rúgvu av heilt stórum, grovum brotsgerðum bara í Ríkisfelagsskapinum seinastu umleið 30 árini, men ikki eitt tað einasta eitt av hesum fekk stórvegis fylgjur fyri brotsfólkini. Eingin varð handtikin, eingin sektaður og eingin av hesum brotsmannaliðunum vórðu dømd á nakran hátt. Tískil ganga hesir brotsmenn leysir enn tann dagin í dag og sita enntá á toppostum í samfelagnum runt um kring í Ríkisfelagsskapinum, onkur eisini uttan fyri Ríkisfelagsskapin og eisini á toppostum. Nógvir av hesum eru vælavhildnir, vælumtóktir og vælumtalaðir familjumenn, og summir eru elstibrøður og prestar v.m. í sokallaðum kristnum samkomum. Einki er óført longur og alt ber til á lógloysisumráðnum, tíverri.

Altso, vit liva í eini tíð hvarí samfelagið vísir heiður og æru yvir fyri dugnaloysi og brotsverkum, men hvarí rættarskipanin/rættarsamfelagið er avlagað og kavrotið, spilt í mutri. Av tí sama meti eg orðini hjá “Niels Harrit” at vera sera upplýsandi og lærandi, tvs.: ”Hvis denne forbrydelse (disse forbrydelserikke kommer til sin opklaring, så kan man heller ikke stoppe de kriminelle processer den (disse) har startet!” Tvs., at hendan tilgongd og bylgjandi brotsmannagongd, kemur tískil at halda áfram serliga av teirri orsøk, at tað ongar fylgjur fær fyri brotsmenninar, tvørturímóti! – Mong dømir kunnu dragast fram um hetta evni.

Tað sigur seg sjálvt, at hesar brotsligu mannagongdirkriminellu processir” sum óuppkláraðar, koma framáhaldandi at hava skaðilig árin á samfelagið. Longu nú hava tær skatt samfelagið ómetaliga nógv.

Inntil víðari sær tað út til, at tað einasta land í vesturheiminum ið higartil hevur sektað/fongslað persónar, ið framt hava brotsgerðir (kriminalitet) á ovaru rókunum, er Ìsland. Ein kann tí ikki siga annað enn, at tað hevur borið stak góða frukt fyri Ìsland at loysa frá og taka seg burtur úr tí ríkisfelagsskapinum, sum Føroyar tíverri enn eru at finna í. Hesin ríkisfelagsskapur lyftir ikki hond frá síðu fyri at gera nakað sum helst við allan tann grova og fúla kriminalitetin á topplaninum, ið gongur fyri seg í hesum “til grundar gangandi” ríkisfelagsskapi.

Tillukku til Ìsland og stak væl avrikað á hasum økinum!”

Fyrr var vanligt at siga, at rætt skal verða rættmen í dag verður peningaligur ágóði tikin fram um rættvísi.

Alt er til sølu í dag, eisini Føroyar, og sjálvt menniskjur verða roknaði sum ein handilsvøra sæð við politikkarans eygum og teirra trúføstu viðhaldsfólkum, tað veri seg teimum sokallaðu kristnu politikkarunum eins væl og ikki kristnum. Sjálvt samvitskan hjá fólki er eisini vorðin til eina søluvøru.

Krógva og blunda er eitt stuttligt spæl fyri børn, men í vaksnamannalandi átti tað at verði “ein saga blot.”

Evnini koma at fevna um bæði líkt og ólíkt hvarí “Tabussleiðin” gongur gjøgnum allan tann sokallaða ríkisfelagsskapin og út í tað stóru víðu verð. Tvs., at viftan kemur at vera sera breið.

Tí at alt tað, ið gongur fyri seg uttan fyri sokallaða ríkisfelagsskapin í vesturheiminum, hevur verið við til at mynda undirstøðukervið (infrastrukturen) í sokallaða Ríkisfelagsskapinum írokna Føroyar, sjálvandi.

V.ø.o., kann hetta útleggjast soleiðis, at alt tað, ið gongur fyri seg í EU/ES í dag, verður stýrt frá USA av gjøgnum EU/ES, víðari harfrá til Danmarkar/Grønland/Føroyar og setur harvið í stóran mun dagskránna í Ríkisfelagsskapinum, tíverri til nógv tað verra! Men alt hetta kemur henda heimasíðan at gjøgnumlýsa so við og við!

Stutt sagt kann ein lýsa tingini soleiðis, at Føroyar avritar stórt sæð alt sum kemur frá ES/Danmark, og Danmark avritar stórt sæð alt tað sum kemur frá EU/ES, og EU/ES avritar og eftirlíkar stórt sæð alt tað, sum USA diskar upp við!

Bert fyri ein ordans skyld skal nevnast her, at EU/ES er eitt barn av USA! – Líka so væl sum kendastu terrorbólkarnir í heiminum eru ein uppalandi framleiðsluvøra (eitt produkt) av USA/CIA.

Fyri at lýsa hetta eitt sindur nærri viðvíkjandi forholdinum millum USA og EU, so varð Council on Foreign Relations sett á stovn aftaná fyrsta veraldarbardaga og sá dagsins ljós í 1921/22. Um hesa tíðina hevði USA onga altjóða støðu, ei heldur nakað uttanríkisráð. USA avgjørdi tí at Council on Foreign Relations skuldi útforma uttanríkispolitikkin hjá USA, og varð hann útformaður í 20’unum og 30’unum.

Síðani tá hevur Council on Foreign Relations útviklað seg til ein sokallaðan stat í statinum og stýrir ikki bara USA, men meginpartinum av EuropaCouncil on Foreign Relations hevur undir sær 2 høvuðsdeildir sum eru Bilderberg og Trilateral Commission.

Bilderberg hevur Europa undir sínum veingjum, meðan Trilateral Commission hevur Asien undir sínum veingjum. Allar tær lógir sum verða smíðaðar til EU-londini, verða formaðar í Council on Foreign Relations og liðugt viðgjørdar í Bilderberg samtakinum, rullaðar víðari til m.a. Danmark og verða í síðsta endanum innfluttar (importeraðar) til Føroyar og Grønland við.

Tey lógaruppskot ið løgd verða fram fyri tingið í Føroyum, er tann reini glantrileikur, ein illa spældur dukkuleikur.

Rættari er at siga, at tað finst eitt “oligarki“*** sum veruliga stýrir amerikonsku stjórnini í tí dulda. Sama er galdandi fyri Danmark, Grønland og Føroyar.

Skuggastjórnin ”Deep State” arbeiðir í fullum drøni meðan fólk flest snorksova, tíverri!

P.S.: Ein kann rokna við, at sum tíðin gongur, kunnu fleiri keldulink ikki fara at virka, tí at duldar myndugleikakreftir alla tíðina sletta keldur á netinum, sum tær ikki vilja at fólk skulu hava kunnleika til. Eg havi uppliva hetta fleiri ferðir meðan eg havi upprætta hesa heimasíðu, og tað seinkar arbeiði sera nógv. Men eg fari at royna tað eg kann kortini.

***Oligarki: “Statsforfatning, hvori nogle få personer eller familier sidder inde med magten (rigmandsfamilier), fåmandsvælde = nul demokrati.”

Tá tað kemur til mannagongdina vegna ES-lógarásetingarnar, so finst ikki stórvegis demokrati í tílíkari mannagongd.

Upptaktin til Deep State fyribrigdi sær út til at byrja við eini yvirgangsatsøkn ið fær tær fylgjur, at mong ósek menniskjur doyggja av teirri grund, at 3 ríkmenn vóru ímóti eini skipan (einum systemi) sum ynskti fult eftirlit (kontrol)  yvir fólkinum.

Losjan, Council on Foreign Relations, hevur útviklað seg til ein sokallaðan stat í statinum og stýrir ikki bara USA, men meginpartinum av Europa.

Dagførd dagfesting 01-12-2022